Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2010 Ein 44 ára gamal maður varð í Føroya rætti hósdagin dømdur 60 daga fongsulsrevsing fyri at hava hótt fyrrverandi unnustu sína við lívinum Føroya rættur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Ein óhugnalig søga um ein mann, sum ikki hevur dugað sær hógv í fyllsskapi, var at hoyra í Føroya rætti hósdagin. Maðurin, ein 44 ára gam­ al eysturoyingur, sat sum ákærdur fyri hóttanir móti fyrrverandi unnustu síni. Maðurin varð handtikin 20. januar, eftir at hann hevði sent kvinnuni eitt hóttandi sms. Dagin eftir varð hann varðhaldsfongsl­ aður í grundlógarhoyri. Tað kom fram á rættar­ fundinum, at tey bæði áður hava verið góð, men tað hevur verið soleiðis upp og niður við tí. 8. januar kom maðurin til Føroya eftir at hava sitið ein longri dóm í Danmark. Hann fór beinanvegin at vitja ein vinmann, og hað­ ani ringdi hann til kvinnuna. Frammanundan hevði hann sent henni fleiri sms og ringdi eisini, men hon legði ikki í at tosa við hann. Tá ið hann ringdi frá vinmannin­ um, spurdi hann hana í tele­ fonini, um hon var køld, og tá ið hon svaraði nei, segði hann: Tað kanst tú blíva, passa uppá. Eg eri eftir tær. Dagarnar aftaná royndi hann fleiri ferðir at koma í samband við kvinnuna, og 20. januar sendi hann henni eitt sms ”Og helvti (fornavn­ ið á kvinnuni). Tú verður slaktað”. Kvinnan bangin Tá var kvinnan, sum búði í Havn, so bangin, at hon ringdi til politiið. Fýra politistar fóru heim til mannin, sum sat og drakk gull saman við páp­ anum, og politiið koyrdi so mannin til Havnar. Á veg suður til Havnar hevði hann brúkt fleiri ljót orð um kvinnuna, hótt við at drepa hana. Maðurin noktaði í rættin­ um at hava meint tað so. Hann meinti ikki at hótta, var bara so góður við kvinn­ una. Hann segði, at tá ið hann sendi sms­ið var hann óður, tí hann hevði klæðir liggj­ andi heima hjá kvinnuni, og hann vildi hava hendur á klæðunum, tí hann hevði fingið kans við einum línu­ báti, og hevði brúk fyri klæðunum. Alt var í lagi at sleppa við bátinum. Hann hevði ikki trygdarskeið, men hann kundi sleppa við kortini. Hann hevði drukkið hetta kvøldið. Tá ið politiið kom eftir honum, fekk hann í fyrsta umfari ikki at vita, hví hann var handtikin, men á veg suð­ ur til Havnar gekk tað upp fyri honum, og hann gjørdist óður, tí hann skuldi við línu­ bátinum dagin eftir, og hand­ tøkan gjørdi, at kjansurin glapp honum av hondum. Tá var tað, at hann hevði sagt ymist ljótt um kvinn­ una. Polititilhald Mitt undir rættarfundinum kom ákærin við einum skjali til mannin, sum álegði honum at halda seg burtur frá kvinnuni. Hann má ikki næstu fimm árini á nakran hátt seta seg í sam­ band við hana næstu fimm árini, Ger hann tað, kann hann fáa fongsulsrevsing í upp til tvey ár. Hetta góðtók maðurin. Úr fongsli og aftur í fongsul ES viðger Ísland Seinni í hesum mánaðinum fer ES­nevndin at viðgera íslendsku umsóknina um limaskap í samveldinum. Verður niðurstøðan hjá nevndini jalig, verður íslendska umsóknin løgd fyri ríkis­ og stjórnarleiðarafundin, sum verur í næsta mánaði. Tað kom fram á tíðindafundi í Bruxelles í gjár eftir ein fund millum íslendska forsætisráðharran Jóhonnu Sigurðardóttur, og formannin í ES­nevndini, Jose Manuel Barroso, og kommiserin Olli Rehn. Jóhanna Sigurðardóttur segði tíðindafundi, at hon var sera væl nøgd við, at ES­ nevndin fer at viðgera íslendsku umsóknina longu í hesum mánaðinum. Meiri alifiskur rýmdi Tøl hjá norsku myndugleikunum vísa, at meiri alifiskur slapp til rýmingar úr ringunum í fjør enn árið fyri. Fiskivinnustýrið sigur, at 170.000 laksar, 130.000 síl og 135.000 toskar rýmdu úr alistøðunum í fjør. Til samanberingar nevnir stýrið, at í 2008 sluppu 100.000 laksar til rýmingar úr ringunum. Stýrið sigur eisini, at útlitini fyri árið í ár eru ikki tey bestu, tí í síðsta mánaði sluppu 23.000 laksar úr ringunum. Stjórin í alarafelagnum, Aina Valland, sigur við NTB, at alararnir hava sett sær fyri, at eingin fiskur skal sleppa til rýmingar, og at tað er framvegis málið. Leiðslurnar í føroysku fakfeløgunum skúma um at Fasti Gerðarætturin er farin út um sínar heimildir við at seta tíðarfreist á fráboðanir til verkfall. – Gerðarætturin hevur strikað eina 100 ára gamla siðvenju »overnight«, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag arbeiðsmarknaður Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tvær ferðir hesa vikuna hevur Fasti Gerðarættur, sum er sett­ ur at loysa trætur á arbeiðs­ marknaðinum, sagt, at Starvs­ mannafelagið hevði heimild at lýsa verkfall fyri portørarnar, tí eingin sáttmáli er. Men Gerðarætturin góðtók kortini ikki verkfallið við teirri grund­ geving, at fráboðanin varð givin ov stutt frammanundan. Júst henda grundgevingin hevur loypt øði í alla fak­ felagsrørsluna, sum heldur, at Gerðarætturin her er far­ in langt út um sínar heim­ ildir. Eingin regla finst nakrastaðni um tíðarfreist fyri fráboðan av verkfall. Men í úrskúrðinum um lýsta arbeiðssteðginum hjá portørunum hevur Gerða­ rætturin skoytt uppí, at hann heldur tað verða neyðugt við tílíkum reglum í einum framkomnum samfelagi. ­ Gerðarætturin hevur sagt, at verkfallið var lóg­ ligt. Og skuldi hann havt sett punktum har. Her hevur Gerðarætturin farin langt út um Í morgun hittust formenninir í teimum fimm fakfeløgunum, ið hava gjørt samstarvsavtalu. Tosað varð um ymisk mál, og meira enn so, at onkur orð fullu um Fatsa Gerðarrættin Mynd: Jens Kristian Vang