fríggjadagur 5. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
8
VIKUSKIFTI
TesT
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Kakao skal vera brennandi heitt. Tað
skal vera mjúkt í konsistensinum og
smakka nógv av sjokolátu – gjarna so
nógv, at neyðugt er við einum glasi av
køldum vatni afturvið.
Útgangsstøðið skal vera ein góð,
sjokoláta, kókað upp við mjólk. Oman
liggur ein ordans skeið av frísk um,
nýpískaðum róma.
VikuskiftisSosialurin hevur slurp að
seg ígjøgnum kakao frá átta café um
í Havn hesa seinastu vikuna. Saman
ber ing argrundarlagið er perfekta
kaka ið frá La Glace í Skoubogade í
Keypmannahavn: Tjúkk, flótandi kvali
tets sjokoláta við ”lots and lots” av frísk
um róma.
Men hví júst kakao, spyrt tú kanska?
Jú, tí kakao er eitt heilt serligt slag av
for kelilsi, nakað sum forelskilsi. Eisini
gev u r kakao eina serliga veistslukenslu,
kanska tí tað onkursvegna minnir um
hugnaligar føðingardagar við eingilsk
um postalíni og silvurskeiðum.
Og so hóskar heitt kakao sum hond
í vøtt ein kaldan, hvítan ”kakao veðurs
dag” við stórkava og fótakulda.
Gott kakao, ella sjokoláta, sum vit
siga her í Havn, hevur eisini tann ser
liga eginleika, at drekkur tú meira enn
ein kopp, verður tú ússalig. Hvør kenn
ur ikki kensluna av lodnum tonnum,
kalda sveitta og sukursjokki í búkinum?
Vinnarar í Vágsboti
Góðskan á kakaonum í ymsu caféunum
er sera ymisk. Nøkur støð duga at hjúkla
um hendan Gudadrykkin, sum kann
vera so fantastiska góður. Aðrastaðni
kenn ist tað meira sum, at caféeigararnir
spekule ra meira í, hvussu teir kunnu
sel ja ein kopp av brúnligum kakaolíki
við so stórum vinningi sum til ber, enn
at bjóða dygd fyri pengarnar. Løgið at
hug sa sær, tí fleiri teirra gera nógv
burt ur úr at bjóða gott kaffi.
Tó so í trimum av átta støðum
fingu vit kensluna av, at dygdin er í
há sæti. Hetta var í Kaffihúsinum á
Bryggju bakka, í Sirkus og í Baresso í
SMS. Her nýta tey ordiliga sjokolátu og
heita mjólk til kakaið. Tíverri stendur
hald føri rómin ikki mát við góða kaka
ið, og tað er spell.
Hini støðini bjóðaðu pulvurkakao,
hald ført danskt Mathildekakao og
haldført kakao frá MBM. Tey bæði
seinnu sløgini geva eina góða mjólka
kenslu, meðan kakaopulvur rørt upp í
heitt mjólkarvatni er ein søt og vatn
deyv uppliving.
Brávakur rómi í staðin
fyri frískan føroyskan
Caféirnar bjóða trý sløg av róma:
Sproyti róma, haldføran danskan róma
og frískan, føroyskan róma. Føroyskan
róma fingu vit tvær staðni, nevniliga
hjá ”Dugni” á Vaglinum og í nýggja
stað num Kafé Kaspar í neðra á Hotel
Hafnia. Onkur vil vera við, at rómin
verð ur súrur, áðrenn hann verður
brúkt ur og tí loysir tað seg ikki við
frísk um róma.
Eftirgjørdur rómi, sprændur úr
einari blikkdós, smakkar av søtum,
syn te tisk um feitti, pumpað upp til ein
krita hvít an blankan massa. Tá hann
er sprayaður á kakaið, tekur hann
seg væl út í ein minutt, og so bráðnar
hann burtur í næstan onki. Tá kakaið er
kólnað nakað, hendir tað seg, at hann
skilir og leggur seg sum eitt ”yst” lag av
feitti á skorpuna. Lítið delikat.
Hvørki smakkur ella útsjónd eru
í familju við fríska róman við eyð
kenda runda smakkinum, mjúka kon
si stensinum og matta rómalitinum.
Haldførur danskur rómi líkist í út
sjónd frískum róma. Men hóast fram
leiðarin ger tað hann er mentur at
doyva eyðkenda pappsmakkin við
vanil ju og sukri, miseydnast royndin.
Hes in rómin stendur heldur ikki mát
við frískan róma.
So tað telur nógv niður at brúka
”sproyt i róma” og nakað niður at brúka
hald føran danskan róma.
Vikuskiftissosialurin heVur slurpa
seg gjøgnum kakao frá átta caféum í
haVn hesa seinastu Vikuna. og tað ber
saktans til at finna ein góðan kopp aV
heitari sjokolátu í Vetrarkuldanum
Kakaocrawl
í kavanum
Lítið veiggj í
stað: Café Natúr á Áarvegnum.
slag: Haldfør ”Mathilde Kakaoletmælk”.
Prísur: 25 kr. fyri glasið.
Konsistensur: Tunt, men mjólkakent. Ov
kalt.
smakkur: Lítil sjokolátasmakkur og ósøtt.
Rómin: Sproytirómi, sum smeltar
beinanvegin.
Tænasta: Skjót og góð.
stemningur inni: Friðarligt og tómligt. Men
heitt og hugnaligt.
sum heild: Tunt kakao, sum ikki var nóg
heitt. Ov grátt til at vera sjokoláta.
stjørnur:
– mest fyri
tænastu og stemning inni.
Heitt og HeimLigt
stað: Dugni á Vaglinum.
slag: Haldfør ”Mathilde Kakaomælk”.
Prísur: 25 kr. fyri koppin. 30 kr. við bolla afturvið.
Konsistensur: Eitt sindur tjúkt, mjólkakent. Nóg heitt.
smakkur: Góður kakaosmakkur og passaliga søtt.
Rómin: Vanliga bjóða tey føroyskan róma, men júst í dag var
rómin frá MBM súrur. Tí telur tað ikki niður.
Tænasta: Skjót og góð.
stemningur inni: Friðarligt, heimligt og luktar av góðum
kaffi.
sum heild: Frægasta ”pakkakakaið”. Gott við frískum róma.
Góðan brúnan lit.
stjørnur:
– fyri tænastuna, hugnan og
fríska róman.
Góð drekkisjokoláta
kóka mjólk og brót góða
sjokolátu niðurí eftir
smakki. koyr eitt dism av
salti og smøri í. píska væl.
til ber at eskperimentera
við chili og kanel eisini.
nær kókar mjólkin yvir?
tá tú vendir ryggin
til grýtuna!