Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2010 Vilja aftur í ES Grønlendska landsstýrið hevur gjørt greitt, at tað hevur ongar ætlanir um at søkja um limaskap í Evropasamveldinum. Men høvdu Kuupik Kleist og hansara fólk valt at lurta eftir útróðrarmonnunum í Nuuk, so høvdu tey fingið eina einmælta áheitan um at senda eina umsókn til Bruxelles. Formaðurin í útróðrarfelagnum í Nuuk, Lars Mathæussen, sigur við blaðið Sermitsiaq, at Grønland fór úr EF fyri at fáa ræðið á fiskastovnunum. Men tað er ein sannroynd, at stovnarnir hava ikki fingið tað betur, og at nøkur fá stýra fiskivinnuni. Mist álitið á Gade Í Danmark hevur búskspar- og løgfrøðingafelagið DJØF nú lagt seg út í málið um lekan í verjumálaráðnum. Felagið, sum millum annað umboðar embætismenninar í verjumálaráðnum, sigur, at embætismenninir kunnu ikki hava álit á Søren Gade, verjumálaráðharra. Tann beinleiðis orsøkin er, at ráðharrin hevur latið løgregluni ein lista við nøvnunum á teimum embætismonnunum, sum kunnu hava latið fjølmiðlunum loybiligar upplýsingar um danskat hermenn í Irak í 2007. Eisini fakfelagið hjá magistarunum er misnøgt við framferðina hjá ráðharranum, skrivar Politiken. Kvinnan, sum maðurin hótti, risti sum eitt bókablað, tá ið hon skuldi vitna. Hon hevði biðið um at sleppa frá at síggja mannin, og tað varð gjørt upp á tann mátan, at hann sat í einum króki og lýddi á, meðan hon varð avhoyrd. Tey bæði sóust ongantíð í rættarhølunum. Kvinnan, sum var langt úti eina ferð, hevur fótað sær aftur og hevur fingið arbeiði uttan fyri Havnina, og tað hevur hjálpt henni. Nú vildi hon ikki longur hava samband við fólk sum henda mannin. Livdi í ævigum ótta Hon greiddi frá, at frá tí degi, at hann kom aftur til Føroya, hevði hon livað í ævigum ótta fyri, at maðurin fór at koma at vitja, og tí hevði hon sovið illa. Mest bangin var hon tó fyri, at hann fór at koma á arbeiðspláss hennara. Nevnt varð á rættarfund- inum, at maðurin áður hevur fingið dóm fyri harðsksp og hóttanir móti somu kvinnu. Ákærdi legði upp til harða revsing. Hann nevndi allar dómarnar, sum mað- urin áður hevur fingið fyri harðskap og hóttanir. Eftir at maðurin hevði sitið ein part av einum dómi, var hann í august í fjør í Havn, sjálvt um hann hevði forboð fyri at vísa seg í Havn. Av tilvild møtti hann ákæranum í málinum á eini kafé, har maðurin sat og drakk øl. Dagin eftir fór politiið eftir manninum, sum omaná alt hevði eina rímiliga stóra nøgd av hassji uppi á sær. Hann varð tikin og sendur til Danmarkar at sita restina av dóminum. 8. januar í ár varð hann leysur aftur, kom til Føroyar, og tá byrjaði henda nýggja søguna við hóttanum. Søgan uttan enda Hetta er ógvuliga syrgiligt. The never ending Story, sum ákærin tók til. Hann umrøddi ákærda sum eitt problembarn, sum illa ber til at taka synd í, tí hann kann ikki stýra sær. Hann helt tað siga nokkso nógv um mannin, at fýra politistar fóru at handtaka mannin 21. januar. Hann heldur fram og held- ur fram við at hótta, og vit vita ikki,um hann ikki ein dag ger álvara av sínum hóttanum, segði ákærin. Verjin helt ikki, at so nógv skuldi leggjast í hesar hóttanir. Viðvíkjandi hóttanunum í telefonini er tað pástandur móti pástandi, tí maðurin minnist seg ikki at hava hótt. Sms-ið var ikki meint sum ein hóttan men sum ein kærleikaváttan, segði verjin. Ljótu orðini um kvinnuna, søgd í politibilinum á veg til Havnar, helt verjin ikki kundu brúkast til at døma mannin fyri, tí orðini vóru ikki ætlað, at kvinnan skuldi hoyra. Um maðurin varð funnin sekur, helt hann 10- 30 dagar vera nóg mikið. Stressaður Tann ákærdi bað bønliga um ikki at fáa ov harða revsing. Hann hevði kjans við einum báti, og tað var tað mesta fyri hann heilsuliga, tí hann hevði høgt blóðtrýst, var stressaður og hevði ringa psyku. Hann lovaði, at hann ikki aftur skuldi seta seg í samband við kvinnuna. Hann bønaði eisini um, at hann ikki beinanvegin skuldi inn at sita, tí hann kendi seg ótryggan við at vera í Havn og ikki minst í arrestini. Haraftrat helt hann tað vera best fyri allar partar, at hann slapp til skips, eisini tí hann stóð í stórari skuld. Annars nevndi hann, at hann var fluttur úr Havn heim til foreldrini fyri at koma burtur úr alkoholiska umhvørvinum í Havn, sum hann tók til. Hann hevði sitið í fongsli í Danmark í 10 mánaðar og orkaði tað ikki meira. Slapp hann ikki leysur og til skips, var alternativið at gerast avlamin, segði hann. Dómurin var 60 daga treytaleys fongsulsrevsing. Maðurin tók við dómin- um. Ákærin hugsaði eina løtu áðrenn hann segði, at nú maðurin varð leyslatin, hevði hann at skikkað sær væl tær komandi tvær vik- urnar, sum ákæruvaldið hev- ur at umhugsa seg í, um dómurin skal kærast til Eystara landsrætt. Um mað- urin einki gera hesar báðar vikurnar, kærir ákæruvaldið ikki dómin. sínar heimildir hann blandað tvey ting sam- an, og hevur harvið flutt fokus, sigur Selma Ellings- gaard, forkvinna í Starvs- mannafelagnum. Spjaðir heldur enn savnar Jarvin Feilberg Hansen, sum er formaður í Føroya Pedagogfelag, heldur at hetta er eitt vandamikið stig, sum Fasti Gerðarættur hevur tikið. - Hetta loysir einki. Hetta hevur heldur spjatt okkum, at teir gera kravið soleiðis, staðfestir Jarvin Feilberg Hansen. - Gerðarætturin hevur blandað seg upp í okkara samráðingarrætt og brotið siðvenjuna, sum hevur ver- ið galdandi í 100 ár, sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag. Og júst hetta hevur for- kvinnan í Starvsmannafelag- num eina sera greiða meining um. - Vit fara ikki at geva vunnin rættindi frá okkum, slær hon fast. Men Føroya Arbeiðsgev- arafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya eftirlýsa í yvirlýsing í gjár, at henda averðin hjá Fasta Gerðarætti kanska fær fakfeløgini at vakna og fær tey at tosa um eina fráboð- anarfreist. Eru tit ikki villig til at yvirhøvur tosa um eina fráboðanarfreist? - Tað kann vera, at vit vilja tosa um eina fráboð- anarfreist. Men hetta er ikki mátin at fáa ein dialog um eina fráboðanarfreist, sigur Selma Ellingsgaard. Inn gjøgnum bakdyrnar Fakfeløgini eru sannførd um, at Fíggjarmálaráðið við hesum stignum, at brúka tíð í Gerðarættinum heldur enn at royna at loysa ósemjuna, sum hevur staðið við síðani í fjør vár, útnyttar støðuna hjá heusm 40 til 50 portørunum, sum eru raktir, til at sníkja nakrar reglur niður yvir høvdið á teirri samlaðu fakfelagsrørsluni. Hetta sláa tey fast, at tey fara ongantíð at góðtaka. - Fasti Gerðarætturin átti at vitað, at við at sníkja ein slíkan eykadóm inn, hevur vassað út í ein dóm, sum skapar misálit á Gerðarættin, ein Gerðarætt, sum fakfel- øgini sjálvi løgdu lunnar undir, staðfestir Magnus Tausen. Vár í Gong, sum er for- kvinna hjá Sjúkrarøktar- frøðingunum, heldur at tað er ein rein provokatión frá Fíggjarmálaráðnum at skoyta slíkt uppí, sum at starvsøkið hjá portørunum er serliga viðbrekið, og at tað tí krevst tíð til at fyrireika seg til verkfallið. - Hatta er púra burturvið. Óansæð hvussu long fráboð- anin er, um hon er tveir tímar, nakrar dagar ella ein mánað, so ber ikki til at fyri- reika seg til eitt slíkt verk- fall. Portørarnir kunnu ikki trilla sengur niðurfyri og koyra rusk vekk niðurfyri, vísir Vár í Gong á. Uppaftur á barrikadurnar Fakfelagsfólkini leggja afturat, at stigið hjá Fíggjar- málaráðnum við at fara í Fasta Gerðarættin við pástandinum um stutta skot- bráðið, eisini hevur skatt álitið hjá fakfeløgunum á Fíggjarmálaráðið. Líkt er til at eitt mál sum hetta hevur ført fakfeløgini saman aftur. Fyri 14 døgum síðani skrivaðu fimm fak- feløg, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, Starvs- mannafelagið, Felagið Før- oyskir Sjúkrarøktarfrøð- ingar og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, undir sam- starvsavtalu, og onnur feløg eru eisini á veg upp í sam- starvið. Á fundi komandi hósdag fara hesi fakfeløgini at taka Fasta Gerðarætt upp til eina ógvusliga revisión, sigur fakfelagsformenninir. Hósdagin var fundur millum fakfeløini bæði á almenna og privata arbeismarknaðin, og øðin móti avgerðini hjá Fasta Gerðarrættinum var stór. Stemningurin var sum í gomlum døgum