fríggjadagur 5. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
9
VIKUSKIFTI
TunT og søTT
Stað: Hvonn í Tórsgøtu.
Slag: Pulvurkakao.
Prísur: 32 kr. fyri koppin.
Konsistensur: Tunt og vatnkent. Nakað kalt.
Smakkur: Hampuligur sjokolátasmakkur,
søtt.
Rómin: Haldførur frá Knorr. Smeltar skjótt.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Friðarligt, góður tónleikur,
hugnaligt.
Sum heild: Ein miðal kakauppliving. Spell
við rómanum og at kakaið er ov vatnkent.
Ov dýrt.
Stjørnur:
– mest fyri
tænastuna og hugnan. Eitt sindur fyri
smákøkuna eisini.
ein favoriTTur
Stað: Kaffihúsið undir Bryggjubakka.
Slag: Brennandi heit sjokoláta við mjólk.
Prísur: 35 kr. fyri glasið.
Konsistensur: Mjúk mjólkakensla.
Smakkur: Sera góður, kraftigur
sjokolátasmakkur.
Rómin: Haldførur danskur rómi, sum smeltar
ov skjótt.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Heitt og hugnaligt.
Friðarligur tónleikur.
Sum heild: Næstbesta boðið í kanningini.
Rómin var einasta minus.
Stjørnur:
– bara rómin
telur niður.
BesT í TesT
Stað: Sirkus í Vágsbotni.
Slag: Brennandi heit belgisk luksus
sjokoláta.
Prísur: 30 kr.
Konsistensur: Mjúk mjólkakensla.
Smakkur: Sera góður, mjúkur og søtur
sjokolátasmakkur við góðum eftirsmakki.
Rómin: Sproytirómi
Tænasta: Skjót og sera góð.
Stemningur inni: Heitt og hugnaligt.
Stuttligt og orginalt.
Sum heild: Besti kakaokoppurin í býnum
Stjørnur:
– so góð
sjokoláta, at rómin telur ikki niður
Meira vanilja enn sjokoláTa
Stað: Mica í N. Finsensgøtu.
Slag: Haldfør kakaoskúmamjólk frá MBM.
Prísur: 25 kr. fyri koppin.
Konsistensur: Góð mjólkakensla.
Smakkur: Søti vanlijusmakkurin í rómanum
tekur kakasmakkin.
Rómin: Sproytirómi, søtur og smeltar skjótt.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Rokaligt. Gangur, tá fólk
ganga eftir gólvinum. Ófriður, tá fólk koma
inn av gøtuni at læna vesið.
Sum heild: Kundi verið betri, um
kakaosmakkurin kom meiri til sín rætt. Tvær
jólasmákøkur 1. feb.. ups.
Stjørnur:
– fyri tænastuna.
eiTT goTT Boð
Stað: Baresso í SMS.
Slag: Heit føroysk mjólk við einum pinni við einari sjokolátapyramidu
á. Dyppa pinnin í heitu mjólkina, so sjokulátan bráðnar.
Prísur: 32 kr. fyri koppin.
Konsistensur: Góð mjólkakensla – men kakaið skilir og verður
”grýnut”, tá tað kólnar nakað!
Smakkur: Góður sjokolátasmakkur – bæði ljósa og myrka sjokolátan.
Rómin: Haldførur rómi, sum smeltar ov skjótt. Smakkar av ”long life”.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Hugnaligt og avslappað. Róligur tónleikur.
Sum heild: Lekkur sjokolátasmakkur. Betri um tað ikki bleiv grýnut.
Spell við rómanum.
Stjørnur:
– fyri heildina.
avhaldskakao
Stað: Kafé Kaspar á Áarvegnum.
Slag: Kakaopulvur.
Prísur: 25 kr. fyri glasið.
Konsistensur: Tunt og vatnkent. Ov kalt.
Smakkur: Lítil sjokolátasmakkur.
Rómin: Føroyskur rómi, smeltar skjótt.
Tænasta: Skjót og góð.
Stemningur inni: Friðarligt, stillur tónleikur,
nakað modernað ein gráan kavadag.
Sum heild: ”Avhaldskakao” var skoðsmálið
frá vinkonuni. Góðan ljósabrúnan lit.
Stjørnur:
– fyri tænastuna
og fríska róman.