fríggjadagur 5. februar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2010
– Tað eru ikki vit,
sum mæla ICES til
at seta føroyskari
fiski veiði treytir og
skerjingar. Havstovan
letur ICES tey data,
sum stovnurin kem ur
til við sínum kann
ingum. Nógv lond
eru limir í ICES, og
har sita dugnaligir
og høgt mettir fiski
frøðingar og gera
sínar niðurstøður
við grundarlagi í
tí data, sum vit ár
um ár útvega okk
um á føroyska land
grunninum. Tað er tí
skeivt at siga, at tað er
Havstovan, sum sigur
ICES, hvørjar teirra
metingar skulu vera
um fiskastovnarnar
í føroyskum sjógvi,
sigur Hjalti í Jákups
stovu
Ráðgeving
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
”Fiskifrøðilig
ráðgeving
rív ur grundarlagið undan
Føroyum. Tað er bara ein
adressa til tess at fáa út
lendskar fiskakeyparar at
keypa føroyskar fiskavørur,
og hon er Havstovan. Tey
lurta eftir havgransk ingar
stovninum ICES, og tað er
Havstovan, sum letur ICES
síni tilmæli. Adressan at
byrgja upp fyri áganginum
á okkara fiskavørur uttan
lands, er bert hin eina. Hon
er Havstovan. Eg eri ógvu
liga troyttur av at hoyra, at
trýstið á okkara fiskastovnar
framhaldandi er ov stórt...”
So avgjørdur er Olaf
Olsen, fyrrverandi skipari,
reiðari og løgtingsmaður í
Sosialinum í gjár.
Tað siðbundnað
Vit hava spurt Hjalta í
Jákupsstovu, fiskifrøðing,
sum hevur verið leiðari á
Havstovuni gjøgnum mong
ár, hvussu hann lesur grein
ina hjá Olafi Olsen.
– Fyrst er at siga, at eg
lesi hesa greinina, sum er
hon frá manni, ið var úti og
fiskaði fyri 1977, tá fiski
markið varð flutt út á 200
fjórðingar. Tá kundi tú fiska
hvar sum helst, tú kundi
fiska so nógv, tú vildi, og tú
kundi gera, sum tú vildi.
Orðini eru frá manni, ið
ongantíð hevur livað seg
inn í broyttu umstøðurnar,
sum gjørdu seg galdandi, tá
heimaflotin bert hevði okk
ara egna havøki at liva av.
Líkt er ikki til, at Olaf
Olsen í nóg stóran mun
hevur skilt, at vit bara eiga
økið innanfyri 200 fjórð
ing ar. At vit eiga at hava
stóra virðing fyri tí lív frøði
liga, sum er á hesum øki,
og at tað er hetta, vit eiga at
tjenar pening upp á. Hann
roynir at halda fast um tað
gamla og siðbundna, men
tað ber bara ikki til í dag,
sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Hann sigur, at tá hann
sum 33 ára gamal kom
heim aftur
úr
Danmark,
keypti
hann
sær
eitt
8manna far, sum hevði eina
hondsnellu. Í dag hava
flestu
bátar
ekkolodd,
gps’ara og flestu hava fleiri
sjálvvirkandi snellur. Sama
er við teimum, sum royna
við línu og hava sjálvvirk
andi skipanir, sum kunnu
seta fesk øgn í sjógvin.
Spurningur um álit
– Nú nýggjur stjóri er settur
á Havstovuni, sum er Eilif
Gaard, rokni eg við, at hann
verður minst líka so dugna
ligur sum eg. Eg havi stórt
álit á honum, og eg eri fegin
um, at valið fall á hann.
Avrikssáttmála er orðaður
millum nýggja stjóran og
Fiskimálaráðið, og í hesum
sáttmála liggur eisini, at
Havstovan skal hava tættari
samstarv við vinnuna. Men
tað er greitt, at hetta kann
ikki verða upp á slíkar
treyt ir, sum Olaf Olsen í
nevndu samrøðu leggur upp
til. Havstovan kann ongan
tíð gerast ein nikkudukka
hjá vinnuni, sigur Hjalti í
Jákupsstovu.
Leiðarin á Havstovuni
gjøgnum mong ár sigur, at
tað gongur ikki soleiðis fyri
seg, at tað er Havstovan,
sum fer til havgransk ingar
stovnin ICES við nøkrum
tilmæli um nakað sum
helst.
– Soleiðis er tað heldur
ikki vit, sum mæla ICES til
at seta føroyskari fiskiveiði
treytir og skerjingar av
fiski døgum.
Hjalti í Jákupsstovu sigur,
at Havstovan letur ICES tey
data, sum stovnurin kemur
til við sínum kanningum,
eitt nú ingulkanningum,
yvir litstrolingum og gróður
kanningum.
– Nógv lond eru limir í
ICES, og har sita dugnaligir
og høgt mettir fiskifrøðingar
úr nógvum ymiskum lond
um. Tað er teir, sum gera
sínar niðurstøður við grund
ar lagi í tí data, sum vit ár
um ár útvega okkum á før
oyska landgrunninum. Tað
er tí skeivt at siga, at tað er
Havstovan, sum sigur ICES,
hvørjar
teirra
metingar
skulu vera um fiskastovn
arnar í føroyskum sjógvi,
sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Hann leggur aftrat, at
hevði Havstovan gjørt eftir
politiska viljanum í Før
oyum – ella eftir tí, sum
vinnan leggur upp til –
hevði stovnurin verið til
látursgjørdur í ICES og í
aðrar mátar millum slíkar
ábyrgdarfullar stovnar.
– Sum havgranskingar
stovnur og ráðgevandi stov
nur eru vit við í hesum
sam starvi, og tá so er,
noyðist tú eisini ábyrgdarfult
at verða við upp á hetta.
Annars er eingin meining
við tí heila.
Hjalti í Jákupsstovu vísir
á, at ein partur av arbeiðnum
hjá
slíkum
ráðgevandi
stovn um er at halda vakið
eyga við, at fiskastovnar
ikki verða niðurfiskaðir.
–
Norðhavssildin
var
burt ur í 25 ár, makrelurin í
Norðsjónum bleiv burtur,
og toskurin á Flemmish
Kap hevur verið burtur heilt
síðan 1992. Tað er okkara
ábyrgd, at fiskiskapurin
und ir Føroyum verður var
andi – og ikki heldur uppat
av ovveiði, sigur hann.
Hava vakið eyga
Vit spurdu eisini Hjalta í
Jákupsstovu, um tað er
nakað, sum føroyskir mynd
ug leikar kunnu gera, nú
virkað hýsa undan Føroyum
er fyri stongsli í Bretlandi,
tí stórar handilsketur eru
komnar eftir, at hýsuveiðan
í føroyskum sjógvi ikki er
burðardygg.
– Í somu løtu, sum vit
seta okkum fyri at gera
nak að, tá vit síggja, at
stovnurin er illa fyri, loysast
eisini slíkir trupulleikar í
eitt nú Bretlandi. Men seta
vit okkum hendur í favn og
bara blaka runubløk ímill
um okkum, hendir einki.
Vit mugu gera okkum ein
veiðisetning í slíkum føri
sum ger, at fiskastovnurin
ikki verður niðurfiskaður.
Hjalti í Jákupsstovu sigur,
at hóast vit hava eina fiski
dagaskipan, sum nógv meta
vera hina bestu, kunnu vit
ikki seta okkum aftur á og
halda, at alt er í fínasta lagi,
tá tað gongur niður á bakka
við ávísum fiskastovnum.
Eingin trýr okkum, tá vit
siga, at vit hava eina fiski
dagaskipan, sum er sjálv
regulerandi, sum so mangan
hevur verið tikið til. Allar
súður eru ikki syftar fyri
tann skuld, tí so væl spælir
klaverið heldur ikki, sum
hann tekur til.
Hann sigur, at tað er bara
ein avgerð sum munar í
slíkum føri, og tað er hin
politiska avgerðin um, at
nú vilja vit gera nakað.
– Um Føroyar bara halda
fast um sína fiskidagaskipan,
og eingi stig taka, tá tað
gongur niður á bakka í
ávísum fiskastovnum, fer
eingin at trúgva, at vit hava
eina
burðardygga
fiski
veiðiskipan, leggur hann
aftrat.
Men er tað so kvotur,
sum Havstovan vil hava
inn aftur heldur enn núver
andi skipan, spurdu vit
eisini.
– Nei, tað er ikki kvotur,
vit vilja hava aftur. Fiski
dagaskipanin er góð, men
vit skulu bara vita, at hon
Vit missa alla virðing úteftir
- Eg havi eisini mínar royndir gjøgnum 40 ár. Áðrenn eg fór at lesa, var eg sjómaður og øll hesi
árini, síðan eg kom heimaftur, havi eg arbeitt við fiskiveiði, kanningum og hagtølum. Haldi meg
tí hava líka nógv skil fyri fiskiveiði sum Olaf Olsen. Munurin á okkum báðum er, at meðan eg
havi sitið á kanningarsíðuni, hevur hann sitið á veiðimanssíðuni, sigur Hjalti í Jákupsstovu
Mynd: Vilmund Jacobsen
”
... tað var eftirmaður mín, Eilif Gaard, sum
byraði við gróðurkanningunum, og tað er
hann, sum hevur fylgt teimum upp øll árini.
Hesar kanningar hava stóran týdning fyri
okkara metingar...”
Hjalti í Jákupsstovu
Líta ikki á Løkke
Tveir triðingar av teimum donsku veljarunum vænta ikki,
at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, er førur fyri
at tryggja sitandi stjórn afturval á næsta fólkatingsvali.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum Greens hevur gjørt fyri
Børsen. Kanningin vísir eisini, at hevði fólkatingsval
verið í dag, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 90
fólkatingsumboð, og Helle ThorningSchmidt hevði tikið
við sum stjórnarleiðari. Eisini vísir kanningin, at
Sosialdemokratarnir høvdu verið størsti flokkur við 26,2
prosentum av atkvøðunum.
Dýrt vatn úr Grønlandi
Tey, sum kundu hugsað sær at sløkt tostan við vatni úr einum av
ísfjøllunum í Ilulissatfjørðinum í Grønlandi, fara helst at hugsa seg
væl um, áðrenn tey snara tøppinum av vatnfløskuni. Tí vatnið, sum
hevur fingið tað enska navnið "Iluliaq Original Iceberg Water",
kostar 500 krónur fyri eina fløsku. Tað er tí greitt, at tað verður ikki
tað vanliga fólkið, sum fer at sløkkja tostan við tí grønlendska
ísvatninum. Tað vænta seljararnir heldur ikki, og tí verða tað
stórhandlar í londum sum Saudiarabia, Sameindu Arabisku
Emiratunum og Japan, sum fara at selja teir dýru droparnar, sigur
KNR.