Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 5. februar 2010 10 VIKUSKIFTI Hvussu er lagið? Onkuntíð í mol, men sum oftast í dur. Hvat er eitt gott lív? At liva í samljóð við menniskjuni rund anum meg og við mín Skapara. Hvat hevur lívið lært teg ? At onki er svart/hvítt, men lívið hevur allar nuansur. Og man skal ikki vera ov skjótur at fella ein dóm, men heldur royna at skilja, hví vit eru sum vit eru og hví vit gera, sum vit gera. Og tað er við at geva at tú fært. Lívið gongur við tí rúkandi ferð, so njót lívið á tamb og ver takksom fyri øllum tí vakra rundanum um teg og allar avbjóðingarnar, sum eru og hav í huga at »tú altíð hevur lívið hjá einum øðrum í tínum hondum«. Bið um fyrigeving og fyrigev, tí tá loysir tú teg og onnur úr hafti. Tiltalar nøkur onnur religión teg? Treyðugt so, so havi eg lisið nógv um aðrar religiónir. Og allar hava okkurt, sum er gott og gagnligt. Nógvur aldargamal vísdómur er í religiónunum. Men eg lesi tær sum »søga« ella »lærusetningar«, meðan kristindómurin fyri meg er "livandi". Eru Føroyar ov kristnar? Nei, tað haldi eg ikki. Men tá man spyr soleiðis, so man tað vera tí at Føroyar eru ov lítið kristnar, tí spyrjarin má hava kensluna av at »kristin fólk« eru fordømandi, lítið tolerant, bera seg skeivt at, moralisma, etc. Tá menniskju í fávitsku seta upp mørk fyri onnur, hvussu tey skulu liva og hvat er rætt og skeivt, so ger man ofta kristindómin fjøtrandi heldur enn eina megi, sum setur ein í frælsi. Hvat elskar tú við Føroyum? Alt. Nærleikan. At vit øll – so ella so – varða av hvørjum øðrum. Hátíðirnar, árstíðirnar, tá natúran vaknar og tulipanur og páskaliljur daga undan, veitslur og stevnur og so tann góði gerandisdagurin. Hvat hatar tú við Føroyum? Hata er eitt sterkt orð... men eg harmist ofta um heimføðisliga trongskygni. At vit altíð eru so afturlítandi og nostalgisk. At vit ofta hava so torført við at samgleðast. Hvør er mest inspirerandi persónur tú hevur hitt? Tað eru so mong – ofta er tað ótilvitað. Men mong av teimum fólkunum, sum eg havi prátað við í »Tilveru« hava hugtikið meg og ávirkað meg. Og annars arbeiðssom og positiv, glaðlynt menniskju, sum gera ein mun, hóast torførar umstøður. Ann ars má optimala inspiratiónskeldan vera Jesus... og í bókmentunum so avgjørt Kierke gaard og Møllehave... men tað er vón leyst at nevna øll, tí tað eru so mong, sum hava ávirkað og ávirka meg. Hvat heldur tú tað verður ov lítið tosa um? Vit tosa upp og niður um at liva sunt og rætt, ikki roykja ella drekka, ganga trappur og eta feittfátækt, tí so verður lovað okkum langt lív... tí ongin vil doyggja, men øll vilja gerast gomul, men so skal man bara ikki vóna at man býr í Havn, tí her hava nógv gomul tað torført. Tey eru tey slept uppá fjall. Tey eru »gloymd«. Hvat verður ov nógv tosa um? Endaleyst konsekvensleyst, politiskt jabbarí. Skilaleyst grenj um ringt veður. Hevði tú hugsa tær at búð nakra aðrastaðni enn í Føroyum? Ja. Las í Árhus og har dámdi mær sera væl, men allir møguleikar eru opnir... Hevur eftirnavnið Arge veri ein vansi ella fyrimunur at eita? Navnið átti ikki at spilt nakran. Hvønn eginleika hjá tær sjálv­ um er tú glað­ ast fyri? Sjálvironi, humor, analytisk. Hvørjar veikleikar hevur tú? Ótolin, bráð – um tað eru veikleikar. Hvør hending hevur haft størstan týdning fyri teg? Uttan sammetingar er tað størsta, sum er hent mær, tá eg føddi mínar fýra gentur. Hvat hevur verið tað ringasta /Hvat hevur verið besta tíðarskeið í lívi tínum? Lívið er í eygnabráðum, í brotum, ongin støða er konstant, við hvørt rekur við og við hvørt ímót men náðin er nýggj á hvørjum morgni og tá er liviligt. armgarð arge Tey gomlu eru gloymd í Havn lagt tIl rættIs: Inna Törnroos Fakta ARMGARÐ ARGE Navn : Armgarð Arge Aldur : 51 ár Bústaður : Tórshavn Starv : Teologur/programmedarbeiðari í KVF Familja: Gift og eigi 4 gentur og 2 ommu­ døtur mynd: JENS KriSTiAN VANg