Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2010 11 tíðindi um vit gerast nikkudukkur hevur síni lýti. Fiski daga­ skipanin skal haldast við líka, og eg haldi, at tað hevur slett ikki verið gjørt, síðan skipanin varð sett á kjøl. Eisini í 40 ár Vit venda nú í stuttum aftur til kanningarroyndir og royndir í fiskiveiði. Olaf Olsen, sum vit høvdu samrøðu við í Sosial­ inum í dag, var skipari, áðrenn hann gjørdist reiðari. Hann hevur eisini verið við í politikki í nógv ár, og eitt skifti var hann eisini lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum. Sum reiðari hjá Beta í mong ár, situr hann á ótelj­ andi skjølum ígjøgnum øll árini, síðan sonevndu Kuba­ trolararnir komu til landið og fóru til fiskiskap. Hjalti í Jákupsstovu hevur stóra virðing fyri manninum og tí verki, sum hann hevur útint innan føroyska fiski­ skipavinnu. – Men eg havi so sanniliga eisini mínar royndir, og eg havi eisini fingist við fiski­ veiði í 40 ár. Áðrenn eg fór at lesa, var eg sjómaður, og øll hesi árini, síðan eg kom heimaftur, havi eg arbeitt við fiskiveiði, kanningum og hagtølum. So, eg haldi meg hava líka nógv skil fyri fiskiveiði sum Olaf Olsen. Munurin á okkum báðum er, at meðan eg havi sitið á kanningarsíðuni, hevur hann sitið á veiðimanssíð­ uni, leggur hann aftrat. Eitt ávíst trýst Vit spurdu eisini, um Hav­ stovan kennur tað, sum frammi hevur verið um stongsul á bretska hýsu­ marknaðinum, sum eitt ávíst trýst, nú handilsketur hanga seg í, at okkara hýsu­ veiða ikki er burðardygg. – Jú, sjálvandi gera vit tað, men vit kunnu ikki gera hetta øðrvísi. Tað má ongantíð gerast soleiðis, endurtekur Hjalti í Jákups­ stovu, at Havstovan gerst ein nikkudukka hjá vinnuni, tí tá er alt álit á stovnin út eftir fokið. Fráfarandi kapasiteturin á Havstovuni, sum nú letur eftirmanni sínum stýris­ vølin, sigur, at eitt, sum hevur havt stóran týdning fyri kanningararbeiði hjá Havstovuni seinastu 20 árini, er gróðurkann ingar­ nar. – Tað var eftirmaður mín, Eilif Gaard, sum byraði hetta verk, og tað er hann, sum hevur fylgt tí upp øll árini. Tað er hann, sum hev­ ur fingið hesi góðurtøl yvir æti á landgrunninum upp at standa, og hesi hava stóran týdning fyri okkara meting­ ar. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at tá toskurin var burtur fyrst í nítiárunum, men síð­ an fekst aftur í stórum tali fá ár seinni, vóru gróður­ kanningarnar byrjaðar bert eini fýra ár frammanunan. Hann heldur, at fiski­ frøðin tá hevði dugað betri at mett um gongdina fram­ eftir, um hesi hagtøl vóru kend fleiri ár framman­ undan. – Nú hava vit so hesi tøl og hava soleiðis eisini eitt gott barometur aftrat at meta um útlit frameftir, sigur hann. At enda í samrøðuni sigur fráfarandi stjórin á Hav­ stovun seg onga løtu ivast í, at føroysk fiskiveiða hevði verið meiri lønandi, um betri hevði verið lurtað eftir fiski­ frøðini, enn gjørt hevur ver­ ið gjøgnum mong ár. Hetta hevði so eisini ført til, at Før oyar høvdu um gingist tann stongsul, sum nú er á bretska hýsumarkn aðinum, sigur Hjalti í Jákupsstovu. - Um Føroyar bara halda fast um sína fiskidagaskipan, og eingi verulig stig taka, tá tað gongur niður á bakka við ávísum fiskastovnum, fer eingin at trúgva, at vit hava eina burðardygga fiskiveiðiskipan, sigur Hjalti í Jákupsstovu Mynd: Rógvi K. Mouritsen ” ... tað er ikki kvotur, vit vilja hava aftur. Fiskidagaskipanin er góð, men vit skulu bara vit, at hon hevur síni lýti. Skipanin skal haldast við líka, og tað hevur slett ikki verið gjørt...” Hjalti í Jákupsstovu Republikanar hava skyldina Á einum fundi við demokratiskar senatorar í gjár viðgekk Barack Obama, forseti, at hann hevur ikki dugað nóg væl at selja sína ætlan um nýskipanir innan heilsuøkið. Hann segði, at bardagin er ikki taptur kortini, og hann eggjaði sínum floksfeløgum til at leggja alla orku í at fáa lógirnar ígjøgnum Kongressina. Obama segði, at fara nýskipaninar fyri bakka, hava republikanararnir skyldina. Hann segði, at demokratarnir høvdu rætt republikanarunum hondina, men høvdu fingið ein knýttan neva frá mótpartinum. 100 aftur í fongsli Í Haiti hevur løgreglan tikið 100 av teimum umleið 4.000 fangunum , sum flýddu úr fongslinum í høvuðsstaðnum Port­au­Prince undir jarðskjálvtanum tann 12. januar. Talsmaðurin hjá løgregluni, Frantz Lerebours, sigur, at teir 100 fangarnir høvdu fjalt seg ymsastaðni í landinum, og at løgreglan leitar nú eftir hinum. Talsmaðurin sigur, at fleiri av teimum fangunum, sum eru leysir enn, hava fingið dóm fyri eitt nú dráp neyðtøku og dráp. Myndugleikarnir í Haiti søgdu í gjár, at teir hava skrásett meiri enn 200.000 deyð eftir jarðskjálvtan.