fríggjadagur 5. februar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
11
VIKUSKIFTI
Tað var ikki í oyrað, at
tú teskaði, men í mítt
hjartað. Og tað vóru ikki
varrar mínar, tú kysti,
men sál mína.
Judy Garland
amerikanskur sjónleikari og sangari
10 tIng um PERNILLE ROSENDAHL
Hevði ikki torað
við í X Factor sjálv
Hon Hevur verið við í stórum TónleIKabólKum,
og nú skal Hon verða við at kjósa ársins talent
í X FaXTor, men sjálv Hevði PernIlle roSendaHl
ikki torað at melda seg til X Factor
reKlamumaðurIn og TónleIKarIn
nIels Arge gAlAn er TíðInda
junKIe og bíðar enn eFTIr TeImum
45 aFTurSvarInum Tá Hann
SKrIvar STaTuSIn á FacebooK.
Miðlarnir Og Eg
lAgt tIl rættIs: eyðun Klakstein
lAgt tIl rættIs: Inna Törnroos
í nýggja táttinum siga kendir og ókendir
persónar frá síni miðlanýtslu.
Pernille er 37 ára gomul. Hon eigur trý ára gamla
sonin Tristan saman við johan Wohlert, sum hon
eisini spælir tónleik saman við í bólkinum The Storm.
í skúlanum kendi hon seg at verða uttanfyri og
einsom.
Pernille gavst í triðja ári á studentaskúla, tí hon
var troytt av skúlanum.
Yrkisleiðin sum tónleikari byrjaði í sætta flokki,
tá ið hon gjørdist partur av einum reggaebólki.
Hon var forsangari í bólkin
um Swan lee, sum í nøkur ár
var eitt stórt navn í Danmark.
Bólkurin gavst at spæla í 2005.
Stóra fyrimyndin hjá Pernille er amerikanska
countrysongkvinnan dolly Parton – og Pernille
hevur sungið kór hjá Savage rose.
Pernille skrivaði saman við fyrrverandi sjeiki
sínum, Tim christensen, sangin Tomorrow
never dies til james bond film av sama navni, men
framleiðararnir brúktu heldur ein sang hjá Sheryl crow.
– Størsta upplivilsið er at fáa eitt barn. Tað
broytir alt hjá tær, sigur Pernille.
Hóast hon bæði livir saman
við Johan Wihler og spælir
tónleik saman við honum, so
sigur Pernille, at tey troyttast
ikki av hvørjum øðrum. Tey
royna eisini at geva hvørjum
øðrum pláss og frið viðhvørt.
Sjálv hevði hon ikki farið við í X Factor sum sang
ari, tí hon heldur, at hon er alt ov smæðin til tað.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
Mítt blAð – dAg og VIKUblAð
Eg eri slett ikki til bløð. Á arbeiðsplássinum skimmi eg tey onkuntíð,
hyggi at lýsingunum (ein arbeiðsskaði), men annars er tað á netin
um, at eg lesi tíðindi. Tað er so sjáldan at eg siti í frið og havi tíð
at befatta meg við bløð. Tað hendir seg tó, at eg keypi okkurt av
vikuskiftisbløðunum.
Mín heIMAsíðA
Eg eri tíðindajunkie. Tað ganga sjáldan fleiri tímar ímillum, at eg
taki eina rundu gjøgnum Portalin, Dimmu, Vágaportalin (mest fyri
undirhald, kanska Ólavur hevur skrivað okkurt skeg) og Norðlýsið.
Tá Kringvarpið gavst at dagføra tíðindini á heimasíðu teirra gavst
eg at vitja hana. grams og Kramm byrja spakuliga at koma upp í
runduna.
Mín tónleIKUr
Eg brúki mín iPod tá eg eri í bussinum. Annars lurti eg ikki nóg nógv
eftir tónleiki longur. Spell, egentliga. Eg havi annars altíð onkra
fløgu í bilinum. Eg elski at blanda mær sangir á fløgu, og tær ligga
allar í bilinum: Bilfløga, Bilfløga 2, metal, Cash, Cash2, Koyribob
(koyrisligir sangir hjá Bob (Dylan), Ymiskt bøssut, osfr.
Mítt sosIAlA netVerK
Eg eri á Facebook. Har havi eg nógvar vinir, sum eg ikki kenni. Eg
havi enn ikki skrivað statusin, sum fekk 45 aftursvør. Antin skrivi eg
ov seint ella ov tíðliga á degnum, ella eri eg bara ov óinteressantur.
Royni eisini at Twittra viðhvørt, men enn havi eg – hvussu eg so
royni – ikki fingið standing av Twitter.
Mín dVd
DVD er – saman við fløgum – eitt
ting, sum spakuliga hvørvir úr mínari
tilvitsku. Havi enntá fleiri nýggjar
filmar, sum eg enn ikki havi latið upp.
Mítt MAgAsIn
Langt síðani, at eg havi keypt eitt
magasin.
Mín sjónVArpsrøð
The Office. Fyrst át eg tað ordiliga, enska rátt. Síðani
tað ameri kanska. genialt skemt. Eg fái ikki nóg mikið av the Office.
Annars nokti eg at lata sjónvarpið stýra nær eg hyggi eftir hvørjum.
um eg fylgi eini røð, so er tað oftast alt í senn, antin á dvd ella á
telduni.
Mín bóK
Lesi beint nú »Priceless« eftir William
Poundstone. Sera áhugaverd bók um
hvussu vit uppfata prísir. Eisini liggur bókin
»The Designful Company« eftir marty
Neumeier á náttborðinum. um hvussu
tú uppbyggir eina innovatiónsmentan á
arbeiðsplássinum.
Mítt útVArp
Tíðindi kl. 7. Skrúvi niður og/ella lati
oyruni aftur tá morgunlesturin kemur.
Onkuntíð eru tíðindini á døgurða frá á
arbeiðsplássinum tá vit eta. Onkuntíð tíðindi á Rás2 kl. 17, altíð
tíðindini í Kring varpinum kl. 18. Annars lurti eg ikki eftir útvarpi.
Mín telefon
Eg havi ein iPod við innbygdari telefon. Tað
eitur ein iPhone. Feitasta telefon nakrantíð.
hVAt VIl tú IKKI brúKA
MIðlAtíð Uppá?
Eg var líka við at fara at reksa alt frá
kvøðuljómum til morgunlestur upp,
men so mintist eg til, at eg jú bara kann
sløkkja. So tað geri eg bara.
hVAt IrrIterAr teg í
MIðlUnUM?
Sendingar, har innihaldið er (illa fjald)
reklama.
hVAt VIl tú hAVA MeIrI AV í MIðlUnUM?
Eg kundi hugsað mær, at alt varð meira segmenterað. Sum nú er,
er alt fyri øll. Og eingin er øll, serliga ikki eg. Tá tú roynir at siga alt
og gleða øll í senn, endar tú oftani við at siga einki og gleða ongan.
Hetta eigi eg at vita. Eg eri jú reklamumaður.