Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 25 - 5. februar 2010 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Vekir stóran ans Í gjár boðaðu 21 fakfeløg eftir felags fund frá, at tey ikki góðtaka, og at tey fordøma tann úrskurð hjá Fasta Gerðarættinum um, at heimilað stríðsstig skulu fráboðast við freist. Tey 21 feløgini meta úrskurðin vera gjørdan uttan heimild. Fakfeløgini siga, at tey á ongan hátt góðtaka, at vunnin rættindi og 100 ára gomul siðvenja verður rænd frá teimum, og at hesin úrskurðurin hevur skatt álitið á Fasata Gerðarættin. Tí fer fakfelagsrørslan alt fyri eitt at endurskoða avtaluna um Fasta Gerðarættin. Útsøgnin hjá fakfeløgunum er markant, og hon skakar heilt víst arbeiðsgevarapartin. Í mong, mong ár hevur millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar verið tosað og togast um, hvussu karmarnir um samráðingar og stríð skuldu skipast. Arbeiðsrættur var upp á tal, men hann gjørdist ongantíð veruleiki. Í staðin var Fasti Gerðarætturin settur á stovn. Hann er mannaður við umboðum, sum partarnir hava útnevnt og við óheftum formanni, sum rætturin er samdur um. Í londunum kring okkum eru tað næstan hundrað ár síðan, at fastir karmar og manna- gongdir vórðu fyriskrivað um, hvussu farast skuldi fram í sambandi við samráðingar og ósemjur. Høvuðsavtalurnar bera m. a. við sær, at báðir partar í góðari tíð eiga at kunna og verða kunnaðir um tað, tá ið stríðsstig ætlast at verða tikin, og mannagongdirnar í sambandi við seming og semingsfreistir eru fastar. Fyri næstan hundrað árum síðani mettu granna- lond okkara seg vera so mikið framkomin sam- feløg, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum í góð- ari tíð áttu rætt til at verða kunnaðir um verkfall og verkbann. Í Føroyum hevur gingið striltið við at fáa hesi viðurskifti upp á pláss, og tað hevur fyri vanliga fólkið verið stórt forargilsi. Ikki minst tey sum búgva í útjaðaranum, og sum harvið hava verið meinast rakt, tá ið arbeiðssteðgir hava verið. Nú boða fakfeløgini frá, at tey ætla at ganga frá aftur nýggju skipanini. Kravið vekir heilt víst stóran ans, og tað fer at bera stóran turbolens við sær, um avtalan um Fasta Gerðarættin skal endurskoðast. Fyri samfelagið og einstøku borgararnar er tað av alstórum týdningi, at hesi viðurskifti eru støðug. Tí mugu partarnir beinanvegin finna seg sjálvar og hvønn annan. Partarnir mugu seta seg saman aftur og hyggja at skipanini av nýggjum, um hon ikki virkar eftir ætlan. Skipanin er jú rættiliga nýggj og óroynd og tí má hon eisini náttúrliga evaluerast út frá gjørdu royndunum. Kritikkurin hjá fakfeløgunum má takast í størsta álvara. Hinvegin hevur samfelagið eisini krav uppá, at vit hava skipað viðurskifti. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi, ið virkar sum stuðulsflokkur hjá Enheds­ listen í Danmark, undrast á, at ein sambandsmaður ikki rekur fullveldis­ politikk í Fólkatinginum   Politiska metaltroyttheitin  er av álvara farin at merkj­ ast á Høgna Hoydal, fólka­ tingsmanni hjá Tjóðveldi. Eitt ár fyri og annað eftir  úti í politisku oyðimørkini  kann slíta uppá sjálvt tann  harðasta hálsin.   Hví rekur Sambandið ikki fullveldispolitikk? Uttan úr oyðimørkini  hoyrist stundum eitt ýl. Tað  nýggjasta er, at Høgni  Hoydal undrast á, at undir­ ritaði ikki er ráðharri í Dan­ mark og rekur fullveldis­ politikk á Christiansborg. Hann heldur, at fólka­ tingsmaðurin hjá Sambands­ flokkinum eigur at brúka  sín sess til at krevja  stjórnina eftir samráðingum  um fullveldi.  Álvaratos. Nú man standa  illa til í Tjóðveldinum.   Fullveldistrøini følnað Øll vita, at heimsmyndin  hjá misskiltum nationalist­ um í Føroyum er farin av  lagi, eftir at íslendska fyri­ myndin ikki longur kann  brúkast sum prógv fyri, at  fullveldistrøini vaksa heilt  inn í himmalin. Øll vita eisini, at tað pínir  heilt inn á bein, at búskap­ arliga eksperimentið hjá  Tjóðveldinum – at skerja  blokkin og frysta hann – nú  er um at taka grundarlagið  undan vælferðini í Føroyum. Men tað vardi meg kortini  ikki, at misskiljingin røkkur  heilt har til, at formaðurin í  Tjóðveldi ímyndar sær, at  fólkatingsmaðurin hjá Sam­ bandsflokkinum skal fremja  loysingina fyri hann, nú alt  annað miseyðnaðist.   Fornuftin vann Grundleggjandi orsøkin til,  at máttloysið nú dagar so  sjónskt undan, er, at polit­ iska projektið, sum skuldi  kollrenna Ríkisfelags­ skapin, er farið fyri bakka. Tað er nevniliga ikki  gangandi eftir vegnum, sum  Tjóðveldi og Høgni Hoydal  uppfunnu undan løgtings­ valinum fyri 14 árum síðani  og nevndu “skipað loysing”. Hesi 14 árini hava víst, at  furnuftin vann. Føroyingar  velja Ríkisfelagsskapin,  samstarv og stabilitet fram  um “skipaða loysing”. Stuðulsflokkur hjá Enhedslisten Lat meg stutt minna á, at í  Fólkatinginum hevur Tjóð­ veldi sum strategi at standa  uttanfyri og rópa heldur enn  at samstarva innanfyri. Tað er ikki strategiin hjá  Sambandsflokkinum. Vit  samstarva við teir partar, ið  reka skilagóðan politikk.  Tað gevur ávirkan. Fólkatingsmaðurin hjá  Tjóðveldi er óførur at  finnast at. Sjálvur man  hann tó ikki hava nógv at  vísa á eftir øll árini á  Christiansborg.  Tí tað vita tey flestu: at  vera stuðulsflokkur hjá  Enhedslisten gevur eitt stað  millum lítið og onki. Politisk metaltroyttheit í Tjóðveldi løgtings­ og fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin EdMUNd JoENSEN Meðan eitt álit er á veg,  sum endurskoðar økið børn  og ung, verða kollveltandi  broytingar – onkur vil siga  oyðileggingar ­ framdar á  økinum. Vit minnast øll,  margháttliga framferðar­ háttin, tá Familjudeildin á  barnaheiminum lat aftur: Royndu starvsfólkini  vóru uppsøgd, og eingin  kundi siga, hvørji framtíð­ artilboð vóru væntandi.  Starvsfólk, brúkarar og  viðskiftafólk vóru ørkyml­ að. Øll væntaðu vit sjálv­ sagt, at hetta var eitt ein­ dømi  ­ men gakk! Nú eigur  Slóðin tørn. Ótryggleikin heldur fram Avgjørt er, at Slóðin letur  aftur. Ein nýggjur stovnur  fer at lata upp, men eingin  veit nær, hvar ella hvussu.  Eini hús á Argjum hava  verið nevnd, umframt  Mjørkadalur. Rókin og  Slóðin skuldu leggjast  saman og kortini ikki! Tað, brúkarir og starvs­ fólk vita er: At tey skulu  vera úti úr leigaða húsinum  hálvan februar, og starvs­ fólkini eru uppsøgd. Felags fyri tey ungu á  Slóðini er, at tey hava álvars­ ligar trupulleikar at dragast  við og hava tørv á hollum  stuðuli. Kann tað forsvarast,  at seta júst hesi ungu, teirra  avvarðandi og starvsfólkini í  eina slíka støðu? Hvat sigur samgonguskjalið? Sambært samgonguskjali­ num skulu umstøður skap­ ast  fyri, at børn og ung  kunnu fáa nøktandi menn­ ingartilboð í Føroyum.  Veruleikin er, at tey ungu  skulu verða úti av Slóðini  um 10 dagar,  og ógreitt er,  hvar tey skulu búgva, og  hvør skal vera um tey.   Hetta er beinleiðis skaðilig  viðferð, ið elvir til ótrygg­ leika, ótta og angist. Sjálvt  hjá frískum vaksnum fólki  er slík støða ótolandi. Kann ikki forsvarast Ein samgonga kann  leggja  ætlanir og gera politiskar  raðfestingar. Men, at lata  stovnar aftur og siga fólki  upp, uttan at seta nakað  ístaðin er beinleiðis  óforsvarligt. Vit hugsa um mong, ið  eru send í útlegd, tí vit  ikki  kundu hýsa teimum og  geva teimum, tað teimum  tørvaði. Tað sum hendir nú,  ber boð um ódugnaskap, og  tú kanst ikki lata vera við at  hugsa, at sum er hava  børnini tað kanska frægari,  sum koma á stovn  uttanlands við tryggum og  føstum  karmum og inni­ haldi  ­ heldur enn tað, ið  verður bjóðað teimum her.     Hjartaskerandi, tí vit hava  vælútbúgvin og dugnalig  starvsfólk í Føroyum. Vit  áttu heldur at savna servit­ anina, enn at lati hana fara  fyri skeyti. Flestu børnini,  tey ungu og avvarðandi  teirra, vildu uttan iva eisini  fegnast verið her.  Komandi mikudag eru  munnligir fyrispurningar á  skrá í tinginum. Landsstýris­ kvinnan skal tá svara fyri­ spurningum um framtíðina  hjá teim ungu, handfaring­ ina í samband við uppsagn­ irnar, umframt á hvønn hátt  veruleikin samsvarar við  samgonguskjalið.  Staðfestast má, at sum er,  er ógjørligt hjá Slóðini at  slóða fyri teim ungu. Fær Slóðin slóðað fyri? Tjóðveldi BErgtórA H. JoENSEN