Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 5. februar 2010 12 VIKUSKIFTI Eg farI at hUg Fyri Jens Marna Hansen verður luttøkan í Melodi Grand Prix vónandi loPFJølin út í HeiM við tónleikinuM. Men HJá aMbitiøsa kollfirðinginUM verður luttøkan í annaðkvøld Fyrst oG FreMst uM at HuGna sær GRAND pRix rógvi nybo rogvi@sosialurin.fo Í annaðkvøld verður tann stóra løtan, tá Jens Marni Hansen vónandi fer at blása áskoðarar og áhoyrarar í Gigantium í Aalborg og kring danska ríkið um koll við rokksanginum Gloria, sum forsangarin í Johnny Deluxe, Noam Haldby, hevur skrivað. Jens Marni hevur fyrr í vikuni sagt við Sosialin og Rás 2, at hann sjálv­ andi vónar, at sangurin verður væl móttikin og fer at vinna, men at um hann ikki vinnur, so verður tað eingin skandala, tí hetta er ein partur av fram tíðar promoveringini av honum í Danmark. – Men eitt er heilt vist. Eg fari at gera mítt til fyri at vinna, mín innsatsur skal so ikki liggja eftir, hevur Jens Marni lovað. Dulmar nervarnar Tað er lang tíð síðani at fyrireikingarnar hjá Jens Marna til Melodi Grand Prix fóru í gongd. Hann viðgongur eisini, at tað hevur verið strævið til tíðir, men leggur samstundis dent á, at øll henda tilgongdin hevur verið merkt av, at tað er sera professionelt fyriskipað, og at hetta er við til at taka broddin av nervunum. – Tað er ein annar mentalitetur innanfyri arbeiði, kann mann siga. Teir hava eisini betri útgerð. Hetta er so størt, tað skal vera so perfekt alt tað heila, einki verður latið til tilfeldigheitirnar. Men vissi alt gongur sum tað skal, og man hevur ein rímiligan dag, so hugsi eg ikki so nógv um nervarnar, og eisini bara tað, at tað eru so nógvir prøvar, og mann fær prøva tingini av, so følir mann ein tryggleika har. Sjálvandi er mann spentur, tað ivist eg ikki eina løtu í, men nú mugu vit fáa at síggja, hvussu tað er. Mann fer at royna at gera sítt besta, sigur Jens Marni. Jens Marni skal dansa Føroyingar kenna best Jens Marna Hansen við einum gittara í hondini. Hann hevur altíð, tá hann hevur framført, havt ein gittara í hondini, og tað er vorðið ein partur av hansara image. Men tá Jens Marni fer á pallin í annaðkvøld, verður tað uttan gittara. Fjeppararnir fylgja Jógvani Jógvan verður ikki einsa­ mallur føroyingur finaludagin, tí fleiri før oyingar ferðast til Ís lands, har tey fara at stuðla og fylgja Jógvani. Á Facebook er Jógvan eisini væl stuðlaður við fleiri sokallaðum Facebook bólkum, ið vísa sín stuðul til hansara. Í hesum bólki eru fleiri túsund limir, ið telja bæði føroyingar og íslendingar. Jógvan