Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2010 13 viðmerkingar Man gongdin vera tann, at vit nýta færri og færri samheiti í føroyskum? Eg veit tað ikki, men spyrji. Man gongdin vera tann, at vit leita okkum inn á eitt einstakt orð og sleppa okkum undan at brúka onnur, tí hetta eina orðið sigur so nøkulunda alt, vit ætla okkum at siga? Eg veit tað ikki. Um so er, kann broytingin - nú vit skriva sum ongantíð áður - vera tann, at málið viknar, samstundis sum tað verður meira brúkt? Áhugaverdur spurningur. Kanska er málsliga umhvørvið so veikt, at málið verður einfaldari og á tann hátt fátækari. Eg veit tað ikki, men stundum haldi eg tað vera rákið. Lat meg lýsa tað við einum dømi. Vit taka ein heilt einfaldan setning: Hetta er ringt! Hetta er ringt kann eyðvitað hava ómetaliga nógvar ymiskar týdningar. Júst hvønn týdning, vit leggja í orðið, lesa vit úr samtekstinum. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Man føroyskt talumál verða undirstimbrað? Tíðargreinin tíðargreinin Jonhard Mikkelsen Nakrir møguleikar: trupult tvørligt vøkkult torført móðsamt møtimikið krevjandi kravmikið svárt ilt eymt dapurt tungt sorgarbundið fløkt ógreitt torgreitt strævið stríggið striltið vánaligt ússaligt Hesar 22 møguleikarnar kundu vit brúkt og skapt nógv avbrigdi í so einføldum setningum sum: Tað er ringt at loysa hesa uppgávuna (torført) Tað er ringt at siga (ilt) Tað ringt at koma ígjøgnum hesa fyrstu tíðina (svárt) Tað er ringt at rætta hetta aftur (trupult) Tað er ringt at fáa hetta liðugt til tíðina (strævið) Tað er ringt at stava rætt (krevjandi) Hetta er ein ring uppgáva (kravmikil) Hetta er ein ring fløga (ússalig) Hetta er ein ringur døgurði (vánaligur) Hesi eplini eru ring Hann er ringur av krími Har er so ringt at ganga (illgongt) Vit síggja, at alt ber til at siga við lýsingar- orði num ringt. Men við ongum avbrigdum verð ur málið minni spennandi. Tú fært einki lýst við ongum lýsingarorðum. Hug- sa tær skaldskap við so avmarkaðum lýs- ingar orðum! Orð verða sett saman soleiðis, at: lýsingarorð siga nakað um navnorð Ein merkiligur maður hjáorð siga nakað um sagnorð Hann flennir merkiliga hjáorð siga nakað um lýsingarorð Hann flennir øgiliga merkiliga hjáorð siga nakað um hjáorð Hann flennir sjáldsama øgiliga merkiliga* Og so seta vit saman: Hetta er rættiliga tvørligt Hetta er mega ringt. Hetta er nokkso stríggið Hetta er mega ringt. Hetta er heldur ógreitt Hetta er mega ringt. Hetta er ríkiliga nógv kravt Hetta er mega ringt. Hetta er eitt sindur móðsamt Hetta er mega ringt. Set fyri, at hetta verður gongdin? Eg uggi meg við, at hetta er mál, ið børn og ung brúka til sítt prát, tann stíl, ið tey vilja eiga fyri seg sjálv, men at tey leggja sær øll hini orðini í geyma og draga tey fram aftur, tá ið rætta høvið býðst. Men set fyri, at hetta veruliga er gongdin, at orðini fækkast, og vit leita inn ímóti einum felags kjarnaorði, meðan vit skriva og gorra sum ongantíð áður? Set fyri, at hjáorðini, ið skulu siga nakað um lýsingarorðið ringt, eisini fækkast í tali! Vit kunnu siga: nokkso, rættiliga, eitt sindur, heldur, ríkiliga, ógvuliga, passaliga – ringt. Men so vítt eg mangan hoyri, eru hjá- orð ini eisini avmarkað til tvey: annaðhvørt ordiliga ella mega. www.sprotin.fo