Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 5. februar 2010 13 VIKUSKIFTI na mær Sjálvur er Jens Marni ikki vanur við at framføra soleiðis, men kollfirðingurin er fyrireikaður til nýggju avbjóðingina. Seinastu vikuna hevur hann fingið nakað av undirvísing í koreografi, soleiðis at hann ikki kemur at standa púra stillur. – Men tað verður also ikki tann heilt villi dansurin alíkavæl, eg havi dansarar afturat mær, og eg skal bara læra at fylla senuna eitt sindur betri út uttan gittara, greiðir Jens Marni frá. Fari at hugna mær At vinna í annaðkvøld hevði sjálvandi verið ótrúliga stuttligt, ásannar Jens Marni, men hann vísir eisini á, at óansæð hvussu úrslitið verður, so hevur hetta longu latið nakrar dyr upp fyri at koma víðari við tónleikinum. – Eg fari fyrst og fremst at royna at hugna mær. Skuldi tað gingið so væl, at eg vann, so taka vit tað harfrá, men nú mugu vit fyrst fáa at síggja, sigur knassin úr Kollafirði, sum í annaðkvøld klokkan 19 føroyska tíð fer at vísa síni kynstur í danska Melodi Grand Prixnum. Jógvan er favorittur LeygarkvøLdið verður enda­ bresturin í ísLendska grand Prixinum, har seks tónLeikarar skuLu dystast um, at gerast umboð ísLendinga í eurovision. Jógvan hansen teList ímiLLum favorittarnar í ísLandi, og fJøLmiðLarnar hava sPátt, at hann verður næsta umboðið hJá ísLendsku tJóðini. Tónleikur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Kappingin er ikki at forsmáða, tí fyri íslendingar hevur hon ovurstóran týdning. Finalistarnir fylla miðlarnar, og fjøldin ger sær meiningar og tankar um tey ymsu løgini. Leygarkvøldið fellur avgerðin, og Jógvan Hansen skal fyri triðju fer royna seg, at gerast umboð íslendinga í Eurovision. – Eg tori ikki at trúgva miðlunum. Eg eri takksamur fyri álitið, men eg dugi als ikki at meta um úrslitið fyrr enn tað fyriliggur, sigur Jógvan Hansen. »One more Day« hittar Íslendska legendan og lagsmiðjurin Bubbi Morthens, er høvundurin handan lagið »One more Day«, sum íslendingar longu hava tikið til sín. Fyri nøkrum árum síðani var ikki vanligt, at fjøldin hoyrdi tey ymsu finaluløgini fyrr enn finalukvøldið, men í ár er øðrvísi, tí løgini hjá øllum finalistunum er komin út til miðlarnar og harvið til fjøldina. – Tað er gott, at fólk hava møguleikan at kenna sangin og taka hann til sín áðrenn kappingina. Tí vanligt er eisini, at tað, sum flýgur upp, fellur eisini niður aftur líka skjótt. Vit hava við hesum ein møguleika at fáa nøkur góð og rólig løg, heldur enn tónleik, sum fellur til jarðar stutt eftir kappingina. Taka vit dømi í Norra, so var sangurin hjá Alex Rybak ikki so ótrúliga góður kanska, men hann vann frama hjá fólkinum áðrenn finaluna, sigur Jógvan Hansen. Er ov feitur Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jógvan Hansen roynir seg í stórum tónleikakappingum. Bæði í Danmark, Íslandi og Føroyum hevur Jógvan verið nógv at sæð á pallunum, og serliga gjørdi hann seg merktan í íslendsku X-Factor kappingini, sum hann eisini gjørdist vinnarin av. – Eg havi lisið á ymsum heimasíðum, at fólk halda, at eg eri blivin so feitur síðan X-Factor, sigur Jógvan brosandi og leggur aftrat, at sjónvarpstóli leggur 10 kilo aftrat vektini. Tað er sjálvsagt ikki bara røddin, sum skal venjast til eitt slíkt kvøld, tí í hesum døgum hevur útsjóndin eisini nógv at týða, og hetta er Jógvan varugur við. – Eg renni hvønn dag, og havi tapt meg nøkur kilo síðani eg var heima í Føroyum á jólum, og livdi av matinum hjá mammu, sigur Jógvan Hansen. Baklandið Føroyar Hóast Jógvan í mong á hevur búð í Íslandi, so er hann kortini ein fólkakærur tónleikari í Føroyum, og stuðulin frá føroyingum hevur stóran týdning fyri Jógvan. – Eg vil siga, at tað hevur ótrúliga nógv at siga fyri meg, at eg fái so góðan stuðul úr Føroyum. Tað hugsi eg mangan um, og eri ótrúliga takksamur fyri, sigur Jógvan Hansen. Gera nógv burturúr Í heimbygdini hjá Jens Marna í Kollafirði gera fólk nógv burturúr tí, at teirra »egni« nú skal royna seg í danska Melodi Grand Prixnum. Á Café Chill, sum liggur mitt í bygdini, verður skipað fyri einum serligum »Grand Prix kvøldi«, har kollfirðingar fara at savnast og fylgja við Melodi Grand Prix. Fleiri av teimum nærmastu hjá Jens Marna verða stødd í Gigantium í Aalborg, og vit hava frætt úr Danmark, at fleiri føroyingar á Aal­ borg arleiðini eisini fara í Gigantium at vísa Jens Marna sín stuðul. Melodi Grand Prix verður víst í Kringvarp Føroya frá klokkan 19 føroyska tíð. Jens Marni