fríggjadagur 5. februar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 25 - 5. februar 2010
Henda grein kemur
nústani, tí eg vildi ikki
órógva formansvalið í FF.
Men tað, sum hendi á
landsfundinum hjá FF og
aftaná skal ikki fara
aftur við borðinum
ósvarað
Tað var greitt, tá ið Jan
Højgaard kom fram fyri
trimum árum síðani, at
hann livdi í eini fantasi
verð, har øll vóru figgind
ar. Formansskapin í FF
skuldi hann nýta at hevna
tann innbilta órætt, sum
hann skuldi hava liðið frá
samfelagnum.
Kennir ikki mun á
sannleika og ósannleika
Tað kundi skjótt staðfest
ast, at henda meting av JH
helt væl og virðiliga. Tað
hevur hvørki verið høvd
ella hali í hansara embætis
førslu. Støkutakanir hava
skift frá degi til dags. Sátt
málasamráðingar hava
verið púra kaotiskar. Tí er
eisini lítið og einki komið
burtur úr, samlað úrslit fyri
trý ár 5 kr um dagin! Tað
skal onkur hava skuldina
fyri.
Samb. JH er hvør maður
“skálkur”, fyri at nýta eitt
felags orð um tey ókvæmis
orð hann brúkar um sínar
uppfunnu fíggindar.
Við hesum eginleika
fylgir eisini, at hann dugur
ikki at skilja millum sann
leika og lygn. Alt verður
snarað, so tað passar við
hansara nærum sjúkligu
fíggindamynd
Tí er meginparturin av tí,
hann sigur, ósatt ella groft
manipulerandi, sum er líka
ringt.
Veit ikki, hvat hendir
um hann
Eitt dømi av mongum er
ivaleyst at prógva tað.
Seinasta heyst boðaði JH
frá, at nakrir mans vóru
koyrdir úr felagnum.
Hann greiddi Sosialinum
frá, at tað var ein samd
nevnd, sum stóð aftanfyri
avgerðina. Tá so nevndar
limir søgdu seg einki at
vita um hetta, var frágreið
ingin tann, at JH helt, at
tað var semja. So fór hann
at leita í gerðabókina, og tá
mátti hann ásanna, at tað
var eingin samtykt yvir
høvur. Tískil var fráboðan
in eisini ógyldað.
Hann prógvaði sjálvur í
hesum máli, at hann veit
ikki eingong, hvat hann
sjálvur ger, sjálvt í einum
stórmáli sum hesum.
Henda útkoyring hevði
undir øllum umstøðum
verið ógyldug, tí hon kann
samb. galdandi rætti ikki
fremjast uttan at viðkom
andi eru hoyrdir. Men JH
fylgir ongum reglum ella
mannagongdir, hvørki
skrivaðar ella óskrivaðar.
Tíðindini um ógyldaðu og
ólógligu útkoyringina finn
ast framvegis á heimasíð
uni hjá FF.
Landsfundurin vísti
botnstøðið hjá felagnum
Fremsta orsøkin til hesa
grein er frásøgnin, sum
útvarpið hevði frá lands
fundinum hjá FF tann 29.
desember. Hon vísti greitt
eitt felagið í fríum falli.
Meðan onnur feløg á
landsfundum umrøða støð
una hjá teirra limum og
royna at koma við uppskot
um um batar, so fann út
varpsmaðurin bert eitt av
áhuga til sína frásøgn.
Hetta var, hvussu eg varð
niðurgjørdur uttan at vera
til staðar, og hvussu JH
legði á egnar nevndarlimir.
Tað var “stuttligt” at
kenna røddirnar aftur á
teimum, sum runnu uppá
talarastólin at bakka hesum
sjónarmiðum hjá JH upp.
Ikki minst áhugavert var
tað, at í hesum “útvarps
kóri” var eisini manning á
heimsins mest framkomna
fiskiskipi. FF við mær sum
formanni hevur við sátt
málum á økinum saman
við øðrum slóðað fyri
hesum skipi.
Henda manning hevur
inntøkur og umstøður, sum
onnur ikki so frægt sum
tora at hugsa um.
Hesir menn hava fingið
optimalan vinning av
skattalættanum, sum eg var
í fremsta røð at útvega
teimum, og sum eg havi
gingið gjøgnum sjógv og
eld fyri at varðveita. Tað
hevur sanniliga ikki bara
verið stuttligt.
Tað er áhugavert, at
størstu illvild havi eg kent
frá parti av manning á júst
hesum skipi, sum umframt
framúr stóra inntøku hevur
fingið upp til kr. 400.000 í
sín part av skattalættanum
síðan 1998, og sum fram
vegis fáa kr. 30.000 árliga,
so leingi skipanin verður í
gildi. Tað sum JH hevur
skaffað teimum er til sam
metingar kr. 1.000 árliga.
Hetta legggi eg annars
einki í. Tað sigur nógv
meira um hesar menn, enn
tað sigur um meg sjálvan.
Men hetta var og er tøkkin!
Funnið fíggindar
í egnu nevnd
Í síni áhaldandi leitan eftir
“fíggindum” er Jan Høj
gaard nú komin til teir í
síni egnu nevnd, sum loyva
sær at vera ósamdir við
honum. Fyri opnari út
varpsmikrofon leggur hann
hesar undir at mótarbeiða
felagnum og fiskimonnum.
Hetta endurtekur hann enn
grovari í greinum í Dimma
lætting og Sosialinum fyrst
í januar og sjálvsagt við
ósannindum.
Hetta er annars so eyð
kent fyri menn við ongum
førleika. Tað er ongantíð
teirra skuld, at tað ikki
gongst eftir vild. Tað ræður
um at finna syndabukkar,
sum skulu hava skuldina.
Henda framferðin er
óhoyrd í skipaðum feløg
um. Í míni tíð kom tað ikki
fyri eini einastu ferð, at
nøkur ósemja um felags
mál kom alment fram. All
ar ósemjur vóru greiddar
innanhýsis.
Eg kenni ikki til annað
enn loyalar nevndarlimir.
Hetta er ikki minst galdandi
fyri teir, sum JH á henda
skammleysa hátt roynur at
gera til syndabukkar fyri
sín egna ódugnaskap. Hetta
eru menn, sum hava tænt
felagnum í upp til fleiri
ártíggir. Umframt at vera
loyalir eru teir eisini
konstruktivir.
Teir hava verið nógv
meira loyalir móti JH enn
nakar annar hevði verið, tá
hugsað verður um viðferð
ina, hann hevur givið teim
um. Millum annað hevur
hann tilætlað lagt avger
andi nevndarfundir um
stórmál, tá ið hesir menn
ikki hava verið heima,
hóast ríkiligt av tíð hevur
verið at leggja fundirnar, tá
ið allir kunnu vera til stað
ar. Hann hevur tískil forð
að helvtina av sýslufor
monnunum at vera við til
endaligu viðgerðina.
JH boðar ikki eingong
hesum nevndarlimum frá
tiknu avgerðunum. Hetta er
so óheiðurligt, at tað finst
ikki orð fyri tí. Og so tosar
maðurin um etikk hjá
øðrum!
Tá sannleikin er útspilling
Tað sigur seg sjálvt, at tá ið
eitt formansskifti førir til
slíkar opnar ósemjur, og
nevndin annars er tann
sama, so er tað sjálvsagt
nýggi formaðurin sum er
orsøkin. Opið stríð er sjálv
sagt skaðiligt, men Jan Høj
gaard leggur einki í, um
hann syndrar felagið, bert
hann sjálvur flýtur omaná.
Men hann er ikki einsa
mallur. Tað eru enntá menn
sum bæði á landsfundi,
endurgivið í útvarpinum,
og bløðunum takka Jan fyri
hetta hansara "avrik".
Jan Højgaard sigur meg
hava spilt seg út. Alt sum
eg havi ført fram er fakts,
sum eru alment kend og
sum kunnu prógvast. Men
tá sannleikin er útspilling,
sigur tað væl nóg nógv!
Men sjálvur bakkar hann
ikki fyri útspilling við
ósannindum, sum er
spunnin í hansara sjúka
hugaheimi, og sum hann
goysir yvir øll, sum loyva
sær eina aðra hugsan.
Hann leggur til dømis
meg undir at hava vent
fiskimonnum í hurðini, tá
ið teir hava vent sær til
felagið. Hetta er sjálvsagt
sami heilaspuni, sum alt
annað hjá honum.
Men ofta leggja fólk sum
hann, onnur undir teir
eginleikar ein sjálvir hevur.
Tað er alment kent, hvussu
orðalagið er hjá JH, har
Gud og hvør maður verður
lagdur undir óheiðurligheit.
Hetta ger hann eisini, tá
hansara skuldsetingar eru
avvístar av rættinum.
Eg veit eisini, hvussu
“kristiligt” orðalagið er hjá
Jan Højgaard í aðrar mátar
er móti teimum, sum bert
loyva sær at vera ósamd
við hann. Skal bert siga, at
hetta er ikki borðbært, og
so kann lesarin hugsa sær
til restina.
Verður stýrdur av øðrum
Hansara grugguti huga
heimur sæst eisini, tá ið JH
sigur um limagjaldið hjá
fiskimonnum, at tað fyrr
“fór til kostnaðarmikla
blaðútgávu, ið hvørki fíggj
arliga ella á annan hátt sást
aftur sum nakar vinningur
fyri limirnar.”
Hetta verður sagt um
fremsta fakfelagsblað sum
hevur verið í Føroyum og
nógva aðra staðni við, har
tað
1. kunnaði limirnar um
alt virksemi felagsins,
íroknað ferðir
2. vardi sjónarmið
fiskimanna í øllum málum
millum annað við
skattaskipanini, har JH
segði tann dagin, hann tók
við, at henda skattaskipan
als ikki var týdningarmikil!
3. hevði fiskivinnutíðind
ini, sum aðrir ikki høvdu
4. fekk niðurfelt stóran
part av søgu og lagnusøga
fiskimanna.
Hetta kemur frá manni,
sum stendur fyri teirri
avgjørt ringastu kunningini
av limunum, sum nakað
felag hevur. Meginparturin
av tí, hann kemur við, er
antin ørvitistos ella
ósannindi.
Men so merkiligt er tað,
at tað tykist at vera hetta,
sum telur hjá fiskimonnum.
Og hann skal tosa um
kostnað! Hann, sum brúkar
stórar upphæddir til uttan
felagsfólk fyri at røkja
upplagdar formansupp
gávur, sjálvt sáttmála
samráðingar!
Kanska eisini til tann,
sum førdi pennin í hesi
grein. At skriva eina slíka
grein einsamallur hevur JH
als ikki førleika til.
Tá slík hjálp krevst og
førleikin er lítil, er eisini
stórur vandi fyri at verða
stýrdur av hesum uttan
hýsis kreftum. Tað eru
fleiri greiðar ábendingar
um, at hetta eisini er hent.
JH hevur nevniliga fleiri
ferðir gingið beint ímóti
áhugamálum hjá egnum
limum fyri at tekkjast
áhugamálum hjá viðkom
andi. Eitt dømi er, tá ið
hann hevur sett seg ímóti
at fiskimenn kunnu virka
fisk av landgrunninum
umborð. Ein møguleiki
sum kundi bøtt um støðuna
hjá fiskimonnum.
Eitt annað dømi er, at
beinleiðis arbeiddi fyri at
beina fyri Norrønu, størsta
arbeiðsplássinum hjá
limum í FF.
Hann er so eirindarleys
ur, at hann sigur seg einki
fortreð av, at fiskimenn og
sjómenn av hansara ávum
frá degi til dags missa síni
arbeiðspláss.
Nú kom hevndin
So seint sum 1. februar
váttaði JH annars, hvat
dupultmenniskja hann er.
Sama dag sum hann sigur
seg í Sosialinum vóna
felags stev í nevndini,
hevur hann á sera ivasom
um grundarlagi fingið
næstformannin í felagnum
settan frá í úrtíð.
Nú fekk Jan Højgaard
endiliga hevnd móti einum,
sum ikki longur vildi finna
seg i hansara valdsmisnýtslu.
Hetta er ein ótrúliga
vanvirðislig viðferð av
manni, sum í nærum 40 ár
hevur verið álitismaður hjá
fiskimonnum.
Tað kundi ikki roknast
við øðrum hjá tí, sum
hevur fylgt við í muruni og
eirindaloysinum hjá Jan
Højgaard.
Men hetta vísir eisini
støðið hjá nevndarlimum,
sum hava arbeitt saman við
Eyðun í mong ár uttan eitt
øvugt orð, at teir á hendan
hátt stinga hann í bakið.
Endamálið er upplagt at
fáa rikið teir í nevndini á
dyr, sum tað er skil í. Tá
skal nokk blíva friður í
Fiskimannafelagnum, men
tað verður ein deyðans
friður. Einum felag við
slíkari manning, sum tá
verður eftir, kann ikki
verða lív lagað.
Kenni ikki
fiskimenn aftur
Ein serlig fíggindamynd
hjá JH hesa ferð vóru
reiðarar hóast fiskimenn
og reiðarar hava nógv
meira til felags enn aðrir
løntakarar og arbeiðsgev
arar, nevniliga at fáa mest
møguligt til býtis.
Tað eru hesar “dygdir”
hjá Jan Højgaard sum hava
fingið uppbakking frá
stórum meiriluta av fiski
monnum. Teir kunnu í
hvussu er ikki siga, at teir
ikki kundi vita, hvat teir
valdu, tí alt hetta er alment
kent.
Soleiðis haldi eg meg
ikki hava kent fiskimenn.
Teir hava verið eitt stolt og
konstruktivt fólkaslag, sum
hava verið ernir av sínum
yrki. Tí hava teir verið
viðurkendir fyri sín leiklut
í samfelagnum. So lættir
vóru teir at koppa.
Men halda teir, at hetta
gagnar teirra støðu og
teirra virðing millum fólk,
ja, so er hetta so demokrat
iskt, sum tað kann vera.
Fiskimannafelagið í fríum falli
Óli Jacobsen
viðmerkingar