fríggjadagur 5. februar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
14
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Kringvarpið hevur kannð møguleikarnar
fyri, at Føroyar kunnu gerast limur í
EBU, Eurovision Broadcasting Union,
og harvið luttaka í Eurovision Song
Contest.
Svenskarin Svante Stockselius er
leiðandi stjóri fyri ESC, Eurovision
Song Contest í løtuni. Hann heldur ikki,
at markið er nátt fyri talið av londum,
sum kunnu luttaka í kappingini.
– Vit hava gjørt reglurnar um, so
at fleiri lond kunnu verða við, sigur
Svante Stokselius.
Fleiri lítli lond sum Lichtenstein, San
Marino og Malta eru við í kappingini,
men felags fyri tey er, at tey eru aktivir
limir í EBU og sjálvstøðug lond.
– Vit eru limir í EBU gjøgnum Dan
marks Radio og nýta eisini tilfar frá
hvørjum øðrum, sigur Eyðfinn Jensen
í Kringvarpinum.
Annika Mittún er regluliga við á
fundum hjá EBU. Men tað kostar at
gerast sjálvstøðugur limur, og tí hevur
Kringvarp Føroya valt ikki at gerast
limur.
– Vit hava kannað møguleikarnar at
luttaka í Eurovision Songcontest fyri
ung, og so taka tað harfrá, sigur Annika
Mittún Jacobsen.
Eyðfinn Jensen ivast ikki í, at
Før oyar høvdu klárað tónleikaligu
avbjóðingina at vera við í Eurovision
Song Contest uttan trupulleikar.
Føroyingar hava luttikið í bæði
Íslendsku, donsku og svensku undan
kappingunum, men enn er ikki eydnast
nøkrum at koma víðari til finaluna.
– Eg haldi avgjørt, at tit kunnu søkja
um at gerast limir í EBU, sigur Svante
Stockselius, leiðandi stjóri fyri ESC.
Hesi 39 lond eru
við og kappast
í Oslo
Albania – »Nuk mundem
pa ty við Juliana Pasha«
Armenia – finala í februar
Azerbajdzjan – finala í
februar
Belgia
Bosnia-Herzogovina
Bulgaria
Kypros – finala 7. februar
Danmark – finala 6. februa
Estland – finala 6. mars
Finland – finala 30. januar
Frakland
Georgia
Grikkaland – finala. 19.
februar
Írland – finala í mars
Ísland – finala 6. februar
Ísrael
Kroatia – finala 6. mars
Lettland – finala 27.
februar
Litava
Makedonia – finala í
februar
Malta – finala 20. februar
Moldava
Holland – »Ik ben verliefd
við Shalalie«
Noreg – finala 6. februar
Póland – finala 14. februar
Portugal – finala 6. mars
Rumenia – finala 6. mars
Russland – finala 7. mars
Sveis – »Il pleut de l'or við
Michael von der Heide«
Serbia
Slovakia – finala 28.
februar
Slovenia – finala í mars
Spania
Stórabretland
Svøríki – finala 13. mars
Turkaland
Tyskland – finala 12. mars
Ukraina – Vasyl Lazarovich
Hvítarussland
føroyar VIð í
graNd PrIx ?
AnnikA Mittún, stjóri í kringvArp FøroyA, váttAr, At tey hAvA
kAnn Að Møgu leik ArnAr Fyri, At FøroyAr kunnu tAkA lut í euro
vision song Contest. grøn lAnd er hvílAndi liMur í ebu, og
Fleiri Minni lond, suM til døMis vAtikAnstAturin, eru liMir.
Noreg vertur í ár
Eurovision Song Contest – ella
vanliga kallað grand Prix –
verður í ár hildin í Telenor arena
í Oslo. Noreg vann seinasta ár
við sanginum »Fairytale« sum
alexander rybak framførdi.
Finalan verður 29. mai, og 25 lond luttaka. Fimm
av tveimum eru beinleiðis klár til finaluna - Frakland,
Spania, Stórabretland, Týskland og verturin Noreg.
Hini londini mugu í tvær undanfinalur fyri at
kvalifisera seg til finaluna.
Hetta er triðju ferð, NrK er vertur fyri grand Prix.
1986 var kappingin í Bergen og 1996 í
Oslo. Higartil er ikki nógv komið út til
fjølmiðlarnar um, hvussu kappingin í
ár verður hildin.
Fíggjarkreppan merkist eisini í grand
Prix, og heili fýra lond hava meldað avboð vegna
vánaliga fíggjarstøðu. Hesi eru Ungarn, Montenegro,
andorra og San Marino.
Kekkia hevur givið upp, eftir at hava fingið
vánalig pláss seinastu tríggjar ferðirnar. georgia er
harafturímóti við aftur, eftir at hava verið burtur í
eitt ár.
Svante Stockselius er leiðandi
stjóri fyri Eurovison Song Contest.
Seks ferðir hava føroyingar luttikið í undankappingunum til Eurovision Song Contest. Annika Hoydal luttók í donsku undan
kapp ingini 1979 við sanginum »Aldan«. Pætur við Keldu í 2002 og The Dreams í 2008. Eivør luttók í íslendsku undan
kapp ing ini í 2005 og Jógvan Hansen í 2009. Brandur Enni luttók í svensku undankappingini 2008.