fríggjadagur 5. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2010
15
viðmerkingar
Tá ið eg sá ta erkvisnu og
heldur naivu viðmerk ing
ina hjá tí orðafobiska
Dávidi Isfeldt til ein
greina stubba hjá mær fyri
einum 14 døgum síðani,
ætlaði eg mær, satt at siga,
ikki at svara Dávidi aftur.
M.a. tí, at eg helt, at David
leyp aðalmálið og
kvintessensin í greinini
um, vavdi málið inn í
óvið komandi uttanumtos
og harafturat skeiklaði
greinahvølpin burtur úr
rímuligum proportiónum.
Mín greinastubbi var eitt
beskeðið herðaklapp til
ein gløggan føroyskan
langfaramann, Finn Han
sen, sum loyvdi sær eitt
ironiskt hjartasuff um
blokk bandan, sum hevur
herjað føroyska økonomi
hesi seinastu sjey árini. Hjá
tí ódølska lesaranum er tað
ein banal konstatering, at
greinin hjá mær ikki handl
aði um kriminellan terror,
men um .fíggjarliga- og
sociala terrorismu ella
yvirgang.
Men henda inferiøra við
merking hjá mær má hava
tikið og nitið fast í tí frelsta
partinum av tí nationala
fylginum, tí síðani tá hevur
allarfyrst ein følsom litte
raturfrúgv, sjálv Oddvør
Johansen allierað seg við
Isfeldti í bløðunum, og tey
sterkt forargaðu orðini frá
frúnni vísa týðuliga, at hon
er politiskt mobiliserað av
firtnum oddamonnum í
fullveldisrørsluni.
Stutt eftir fekk frúgvin
ein annan sensitivan poet,
tann lítillætna søgusmiðin,
Jóhannes Nielsen at fylkj
ast við sær móti Rolfi
Guttesen, meðan Dávid
hevur fingið sær pápa sín,
Albert Isfeldt, sum
assister andi orðaarkitekt
móti mær.
Hetta er eitt imponerandi
valdralið av nationalum
fantastum, sum óstortsliga
søkja sær sína intellektu
ellu kjølfestu í púra leysari
luft. Tað er jú eitt kent
gamalt snildi hjá sofistum
at smoyggja motiv og
meiningar, sum vit onnur
ikki hava, niður yvir okk
um og so hvast indigner
aðir herja á hesar fiktivu
áskoðanir. (Er tað ikki júst
disputering à la Erasmus
Montanus, harra Albert
Isfeldt?)
Tað er avgjørt tankavekj
andi, at eitt so lítið kjøt
bein, kann fáa frúnna og
fedgarnar Isfeldt upp at
goyggja við persónligum
briksli móti bæði Rolfi
Guttesen og mær, uttan at
tey royna nakra argu menta
tión um tað, sum málið
reelt snýr seg um, nevni
liga tær socialu avleið
ingarnar av blokkniður
skurðinum og sjálvan
blokk bandan.
Kritikkur contra søgu
ligum sjálvcensuri
Bæði frúgvin, poeturin og
feðgarnir hanga seg al
mikið í formin, meðan tey
næstan ignorera substans
in. Tey halda okkum vera
mestsum óargadýr, meðan
lesarin skal konkludera, at
tey harafturímóti eru sjáld
som hampafólk. Teimum
dáma lítið, at eldri útisetar
skriva, og tey kunnu hvørki
torga kritikk ella ironi. Tað
er ein erlig sak við slíkum
fobiskum fordómum, men
er tað ikki heilt irrelevant
fyri debattina?
Líka síðani franski úti
setin, skaldið og megin
debattørurin, Francois
Voltaire setti dagsskránna í
europeiskum orðaskifti,
hevur hvassur ironiskur
kritikkur verið grundar-
lagið undir allari debatt.
Uttan kritikk, eingin
debatt! Men sjálvandi skal
kritikkur vera væl funder
aður og undirbygdur.
Hvussu og í hvørjum
stíli kritikkurin verður
framførdur, má vera ein
privatsak, bara hann er
korrektur! Kunnu tit, feðg
ar og frúgvin bara vísa á
eitt argument hjá okkum,
sum ikki hevur verið doku
menterað ella undirbygt,
fara vit takksamir alt fyri
eitt at erkenna okkara mis
tak og biðja um fyrigev
ing.. .
Í miðjari grein kemur
frúgvin Oddvør við einum
skakandi søgusjónarmiði,
sum eg ikki trúði, at nakar
tordi at brúka, síðani annað
verðinskríggj helt uppat.
Hon advokerar skammleyst
fyri, at politisk ”mistøk”
og ”dáragerðir” helst skulu
gloymast, fortrongjast og
krógvast burtur. Tað unga
ættarliðið skal helst ikki
fáa for nógv at vita um
fortíðina! – Hvat er hetta
fyri ein perverterað søgu
uppfatan? Hetta er verri
enn tað, sum skaldið H. M.
Enzenberger nevnir
destruk tivan sjálvcensur.
Var tað ikki júst hetta
søguliga fornoktilsið, sum
flestøll hava kritiserað
bæði tey kommunistisku
og fascistisku diktaturini
fyri?
Í einum demokratiskum
samfelagi, kann tað aldri
góðkennast, at nakar søgu
ligur tilburður verður for
trongdur, strikaður ella
lopin um. Allur ungdómur
hevur rætt til at vita,
hvussu fortíðin hevur
verið!
Eitt annað løgið argu
ment hjá frúnni er, at
søgu tilfarið frá
1930´unum, 1940´unum
ella 1950´unum nú
knappliga skal vera for
gamalt at fáast við. Tað er
ikki óstuttligt, tá ið hugsað
verður um, hvussu nógvar
ovurgamlar mytur um
Magnus Heinason og
Nóls o yar Páll, sum man
fram vegis plágar skúlabørn
við. Vit lata skúlabøkur
taka tær gomlu myturnar
uppaftur, ferð eftir ferð,
hóast tær als ikki eru eftir
farandi. Men tann søgan,
sum bara liggur eini 70 til
80 ár aftur í tíðini – hon
skal tigast burtur. Hvar er
logikkurin í hesi selektivu
peda gogikk?
Ómanslig kidnapping
av føroyskum parla
mentarikara
Í hesum sambandi kann eg
stutt nevna nøkur fá gro
tesk dømi um fornoktilsir
og tabu í føroyskari søgu
skriving:
Tá ið loysingarhetzurin
móti javnaðar, sambands
og sjálvsstýrisfólki var
uppá tað allarharðasta í
1945/46 var tann parla
mentariska støðan í ting in
um so hárfín sum 12 móti
13, av tí at flokkurin hjá
Louis Zachariassen einki
mandat hevði fingið. Í
hesum spenta politiska
klima var tónin so fúlur, at
ein ovurallergiskur hampa
maður sum David Isfeldt
hevði steinsvímað, hevði
hann hoyrt ella sæð orða
lagið á tingi og í bløð um.
So ein penan dag í ting
inum varnast formaðurin,
at tað er parlamentariskur
paritetur, tí ein javnaðar
tingmaður manglar. Tað
stendur nú á jøvnum, 12 til
12.
Hvat var hent og hví? Jú,
fýra vælkendir havnar
menn úr fullveldisgonguni
– eg skal ikki nevna teir
her – høvdu kidnappað ein
av okkara parlamen tarik
arum við bili og síðani
koyrt hann út í ein summ
ar residens í Havnardali,
har hann varð drukkin
dýrandi fullur og læstur
inni í einum kjallara í full
trý samdøgur. Hetta førdi
við sær, at fleiri tingmál
ikki kundu avgreiðast, tí
tað stóð á jøvnum. Hetta er
eitt kalt kyniskt søguligt
faktum, sum vit høvdu
ógvast um, hvis tað var í
Suðuramerika.
At hindra einum parla
men tarik ara í sínum
arbeiði, er ikki bara ússa
liga feikt og ódemo krat
iskt, men verður í flestu
londum takserað til fleiri
ára fongsul. Allan mín
ungdóm varð nógv tosað
um hesa hending, og fólk
roknaðu við, at hetta fór at
standa í øllum komandi
søgubókum, men gakk, tær
vesæligu føroysku skúla
bøkurnar nevna ikki henda
tilburð við einum orði. Ein
slík søgulig fortronging
hevði ikki gingið í nøkrum
øðrum landi, frú Oddvør
og harrarnir Isfeldt. Var
henda hending ikki
politiskur terror?
Louis Zachariassen fekk
húsini útmeiggjað við
fólkalorti og grafitti næst
an hvørja nátt í mánaðarvís
av loysingum. Skaldið,
Martin Joensen varð yvir
fallin og smurdur av við
runubløkum, bara tí hann
var blaðstjóri á javnaðar
blaðnum, Sosial inum.
Fleiri Dimma lætt ingar
menn máttu javnliga gista
á prentsmiðjuni, tí politiið
í Havn ikki sá seg ført fyri
at verja teir á heimvegnum
móti yvir gangi. Er slíkt
ikki terror, harra Isfeldt?
Men tað kemur valla í
søgu bøkurnar fyribils, og
inntil tá, mugu útisetar ella
onnur óargadýr minna
fólk aftur á tað, so tað ikki
verður súltað ella krógvað
heilt burtur.
Ikki langa tíð eftir hetta
stóð ein leiðandi nationalur
føroyskur politikari og
segði týðuliga á almennum
fundi, at fremsta endamál
teirra var ”at reka allar
sambandsmenn úr øllum
politiskum álitisstørvum
her á landi”. Hvørja
eufemismu vil tann hyster
iskt omomatofobiski David
Isfeldt brúka um slíkan
ódemokratiskan orðahetz?
Í mínum ver bala huga
heimi er slíkt analogt við
politiskan terror. Men hetta
fer tíverri heldur ikki at
standa í søgu bókunum hjá
nationalistunum.
Í nýggjari tíð fekk Atli
Dam javnliga øll fýra bil
dekk uppskorin ymsastadni
í Havn – tað var kanska
”bara” herverk, men níð
ings verk var tað!. Kemur
hetta faktum í ta eufemist
isku søgubókina hjá
puritanaranum í Hósvík?
Hvat verður fyrst passé:
Søgan ella nationalisman?
Bæði frúgvin og feðgarnir
royna seg sum serføroysk
apollinsk orakul og spáa, at
vit útisetar og øll ”tvørlig”
søguskriving er passé.
Hetta er eitt forfeingiligt
hop, sum frúgvin og feðg
arnir væl kunnu ugga seg
við, tí Rolf og eg eru so
mikið gamlir, at kalendarin
setir skjótt mark fyri,
hvussu leingi vit halda á!
Men ein djørv, avdúkandi
og álítandi søga verður
kortini aldrin passé, frú
Oddvør!
Kann henda, at bæði
Isfeldtarnir og frúgvin
Johansen kunnu koma at
vakna við glerkaldan
dreym, tá ið tey síggja,
hvussu nógv ungfólk og
eisini tilkomin fegin vilja
hava nógv meira eksakta
vitan um, hvussu loysing
ar menn leikaðu í, serliga í
30´unum og 40´unum. Og
tey ungu hava allan rætt til
at fáa hesa vitan: Ella tolir
tann nationala rørslan
ikki, at hennara søga
verður avdúkað?.
Tað er ein ófyrigevilig
eufemisma, tá ið frúgvin
kallar terrorin frá national
istunum fyri ”dáragerðir”,
gjørdar av ovurhuga, –
nei, frúgvin Johansen, ill
gerðirnar vóru ikki meina
leysar dáragerðir, tað var
terror, intimidering og
morðroyndir. Og tað er
láturliga primitivt, tá ið
arkitekturin, Albert byggir
sína spinklu argumentatión
uppá at samanbera krimi
nellan atburð sum attentat
royndir og korporlig álop
við friðar ligar demonstra
tiónir í Kjøpinhavn.
Tann prúði havnarmað
urin, Robert Mohr Poulsen,
sum í nógv ár var body
guard hjá Petur Mohr
Dam, kundi fortelja um
ørgrynni av episodum, har
Dam ikki hevði rósað av
ferðini, hvis Robert ikki
hevði verið hjástaddur. Teir
loysingar, sum trokaðu seg
fram, vóru ikki ovurvið
kvæmir hampamenn sum
Isfeldt ella stílreinar
mimosur sum Oddvør –
nei, tað vóru hatifullir og
eirindaleysir ótangar. Hetta
kundu politistar í Havn
vátta.
Eg fari at gevast skjótt
(poetin Jóannes vendi eg
aftur til), men lat meg enda
við eini metaforu hjá
frúnni:
Oddvør heldur fyri í síni
grein, at ketan hjá mær og
Rolf er farin av! – Gaman
í, men vit duga skjótt at fáa
hana uppáaftur.
Harafturímóti tykist
mær, at frúgvin ongantíð
hevur fingið sína ketu
uppá, og tí koyrir hon í
konstantari andiligari tóm
gongd, uttan at koma av
fetinum. Eg skal ikki vera
so ógalantur, at eg fari at
pástanda, at hon er útbrend
ella passé, men sum flestu
nationalistar er hon tó upp
steðgað og stendur mest í
stað. Tað er jú intellektuel
stagnatión, tá ið man fer at
kalla, í staðin fyri at argu
men tera.
Lat meg til allarsíðst enda
við einum citati hjá tí fyrr
nevnda franska útisetanum,
Voltaire:
”Eg eri fulkomuliga
ósamdur vid tygum, og
mær dámar ikki tygara
sjónarmið, men eg fari at
stríðast fyri, at tygum fáa
lov til at behalda tey.” Slíkt
stórsinni hevði klætt øllum
debattørum!
Um debattkultur og søguligt erkennilsi
Virgar T.
DalsgaarD