fríggjadagur 5. februar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
15
VIKUSKIFTI
Et ofta og fjølbroytt
Jórun Klein, dietistur
heIlsU
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
síðan
Um morgunin
Um morgunin er blóðsukrið lágt og tað
merkir, at tú hevur minni orku. Etur tú ikki,
verður tað torført hjá tær at samla teg og
vera væl fyri. Harumframt verður tú lættari
freistaður til at eta ósunt fyrrapartin, um tú
ikki hevur etið morgunmat.
Sunnur morgunmatur gevur orku til at
arbeiða, læra og spæla, og kann t.d. vera:
• Havragreytur við kanel og rosinum, eitt
lítið glas við djús
• Havragrýn við mjólk, eitt sindur av
turkaðari frukt og nøtum
• Solti reint jogurt ella A38 við mûsli og
frískari frukt
• Rugbreyð ella groft breyð við osti,
kjøtviðskera, piparfrukt og frískari frukt
Prei til sunnari morgunmatarvanar:
• Ger pláss til svongd um morgunin við at
eta minni um kvøldi
• Vel sunnan morgunmat við at kombinera
fullkorn, frukt og soltnar mjólkarvørur
• Minka um ljóst breyð, smør, feitan ost og
wienarbreyð
• Et ikki ov nógvan morgunmat, um tú skal
íðka ítrótt stutt aftaná
• Rør teg gjarna áðrenn morgunmatin
• Tú kann ikki lætna við at leypa morgun
matin um
Á middegi
Maturin á middegi skal geva orku til seinna
partin. Ein sunn máltíð gevur orku, vælveru
og gagnar heilsuni. Eisini fær tú betri samla
teg.
Ein sunn máltíð/sunnur matpakki
skal innihalda:
• Breyð – helst rugbreyð ella groft breyð
• Viðskera – kjøt, ost ella egg
• Fisk – minst eitt slag av fiskaviðskera
• Grønmeti – grønt at gnaga, salat ella
viðskera
• Frukt – tað fríska og søta
Um tú etur í matarhøll, kann tú samanseta
máltíðina eftir Ytallerkinum:
• Být matin sum eitt Y á tallerkinum
• Kjøt, flogfenað, egg, fisk,ost og sós (1/5
ovast á tallerkinum)
• Breyð, eplir, rís ella pasta, gjarna groft
breyð, brún rís ella fullkornspasta (2/5 til
vinstru á tallerkinum)
• Grønmeti og frukt (2/5 til høgru á
tallerkinum)
Prei til tann kalda matin:
• Lat vera við ella skava feittevni á breyð ið
• Et soltnan viðskera við í mesta lagi 10
gram av feitti pr. 100 gram
• Et grønmeti sum viðskera, t.d. eplir,
tomat ella agurk
• Et fisk ella fiskaviðskera fleiri ferðir um
vikuna
• Et frukt omaná
• Ger ríkiligt av rákosti ella salat um kvøldi
og brúka tað í matpakkanum dagin eftir
• Rugbreyð um kvøldi kann vera eitt gott
alternativ til skundverðir
Millummáltíðir
Tað verður tilrátt at bæði børn og vaksin
eta tríggjar høvuðsmáltíðir og 23
millummáltíðir um dagin. Serliga hjá
minni børnum kann tað vera langt ímillum
høvuðsmáltíðirnar, um matarlysturin
er avmarkaður. Tú kann samanseta
millummáltíðirnar á sama hátt sum
máltiðina á middegi. Bert í minni nøgd.
Forsløg til millummáltíðir:
• Rugbreyð við soltnum viðskera
• Grovbollar við soltnum osti ella súltitoy
• Frukt og grønmeti skori smátt
• Ein skál havragrýn við mjólk
• T.d. ymisk sløg av frugtgreyti til børnini
Um kvøldið
Heitur matur eina fer um dagin er gott, av
tí at tað gevur møguleika fyri fjølbroytni.
Tað er gott at eta ymisk sløg av døgurða
frá degi til dag, soleiðis at tú skiftir ímillum
fisk, flogfenað og kjøt. Eisini er gott við
døgverðum við bert vegetarrætti ella greyti.
Prei til ein sunnan døgurða:
• Et fisk til døgurða minst eina fer um
vikuna
• Brúka soltið kjøt, í mesta lagi 10g
feitt/100g
• Sker sjónligt feitt av kotelettum og
øðrum heilum kjøti
• Brúka ikki róma ella súrróma í størri
nøgdum
• Grýturættir geva góðan møguleika til at
brúka nógv grønmeti. Ein góð meginregla
er at brúka dupult so nógv grønmeti sum
kjøt í einum grýturætti
• Koyr feittið á pannuni burtur í staðin fyri í
sósina
• Et altíð grønmeti til døgurðan. Antin
kókað, sum rákost ella salat.
• Kóka ella dampa eplir og grønmeti í
staðin fyri at steikja
• Nýt soltna kryddsós og sós
• Et frukt, fruktsalat ella fruktgreyt omaná
Tað eru nógvir óskjalprógvaðir pástandir um,
at sukur er ónatúrligt og skaðiligt fyri alt
møguligt. Teir flestu av hesum pástandum
eru skeivir. Formurin av tilsettum sukri sum vit
oftast brúka, er sukrosa, íð er eitt sukur evni,
íð er til í stórum nøgdum í náttúruni, og sum
undir sodningini verður niðurbroti til glukosu
(fruktsukur) og fruktosu (drúvu sukur). Tað
virkar sum orkukelda í kroppinum. Sukur er tí
heilt natúrligt.
Trupulleikin við sukri er, at tað ofta er í
mat- og drykkjuvørum, íð ikki metta so væl
pr. kaloriu, og sum ikki samstundis innihalda
vitaminir, mineralir og tægrir (fibur.
Tað eru nógvar góðar grundir til at minka
um sukurnýtsluna, um hon er høg, men tað
er eingin grund til at blíva fanatiskur og
heilt at skýggja sukur. Tað kann tvørturímóti
vera óhent, av tí, at tá íð vit forbjóða okkum
sjálvum nakað, sum vit hava hug til, so veks ur
trongdin til tað ofta.
Tað hevur eisini verið nógv frammi, at ein
kann gerast bundin at sukri, eftir at ein kann-
ing vísti, at mýs heldur vildu hava sukurvatn
enn kokain. Men kanska vildu tær heldur
hava nakað, íð innihelt føðsluevni, framum
nakað í ikki innihelt nakað? Um tú hevur eina
stóra nýtslu av søtmeti, kaku, sodavatni ella
sjokolátu, kann tað eisini vera talan um ein
ringan vana, íð tú kann arbeiða við at broyta.
Góðar grundir til at lata vera við
at eta ov nógv sukur:
• Tað eru tómar kaloriur. Tilsett sukur er
í mat- og drykkjuvørum (t.d. søtmeti og
sodavatn), íð ikki innihalda onnur føðsluevni
enn kolhydratir sum sukur
• Tað fitar. Sukur er ofta í orkutøttum
matvørum (t.d. søtmeti og sjokolátu) ella
flótandi (t.d. sodavatn) og bæði metta ikki
væl pr. kaloriu (tvs. tað virkar fitandi)
• Tað hevur við sær æðrakálking. Sukur økir
serliga um triglyceridini, men tað kann eisini
økja um tað ”ónda” LDL-kolesterolið, og
bæði økja um vandan fyri æðrakálking
Tú kann gott njóta sukur í hóskandi nøgdum
viðhvørt uttan at taka skaða av tí. Tað er
ein spurningur um javnvág. Ov nógv tilsett
sukur er skilgreinað sum meiri enn 10% av
tí samlaða orkutørvinum. Um tín orkutørvur
t.d. er 2.200 kcal pr. dag, so eiga í mesta lagi
220 kcal at koma frá tilsettum sukri. Sukur
inniheldur 4 kcal pr. gram. Tað svarar til 55 g
av sukri um dagin.
Grundin undir Góðum matvanum er, at eta tríGGjar máltíðir oG
líka nóGvar millummáltíðir. dietisturin JóRuN KLEiN Gevur Góð
ráð til hvussu máltíðirnar Gerast fjølbroyttar oG sunnar.
SUkUr
– við MáTa
Tey flestu av okkum fáa í dag ov nógv feitt í
matinum og skulu eta minni feitt og ikki meiri.
Til dagligt skal tú leggja dent á at halda aftur
við feitti, serliga tí mettaða feittinum, ið er í
kjøti, mjólkarvørum og herdum plantufita.
Halt aftur við feitti:
• Halt aftur við teimum vørunum, íð
blíva harðar í køliskápinum, tvs. smør,
steikimargarin, bakimargarin og bland-
ingsvørur sum t.d. Bakkedal og kærgården
• Drekk solti-, mini- ella kirnumjólk
• Et ost við í mesta lagi 17% av feitti (30+)
• Vel soltnar súrgaðar mjólkarvørur við í
mesta lagi 0,7g/100g
• Vel solti kjøt, t.d. høsnarunga, ella soltin
stykkir sum rygglundir og kjøtsneiðir
og soltnan viðskera (í mesta lagi 10g
feitt/100g)
• Sker tað sjónliga feittið burtur av kjøtinum
• Lat vera við ella skava feittevni á breyðinum
• Koyr steikifeitti burtur
Soleiðis fær tú tær sunnu/sunnaru
feittsýrurnar:
• Et fisk og fiskaviðskera
• Et nøtur við hvørt
• Et avokadu
• Nýt ymiskar plantuoljur til at steikja í
• Nýt plantuolju ella bleytt plantumargarin
tá íð tú bakar. 100g fast feittevni kann ofta
býtast við ¾ dl olju
MiNKa uM fEiTTið,
SuM gErS HarT
í KøLiSKápiNuM
Fleiri góð ráð frá Jórun
í komandi Vikuskfti
mynd: iSTOCKpHOTO