fríggjadagur 5. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 25 - 5. februar 2010
Politiska skipanin virkar
illa. Men hon hevur tikið
sær øgiligt vald. Og hon
er dýr. Hvussu leingi tíma
fólk at rinda?
Í greinini "Góði veljari: Tú
hevur onga ávirkan á nak
að" umrøddi eg tann trupul
leikan, at føroyski veljarin
hvørki velur landsins stjórn,
landsins stjórnarleiðara ella
landsins politikk.
Nógv eru samd men
onkur hevur svarað, at
okkara skipan er góð, tí vit
í stóran mun velja persónar
heldur enn flokkar. At velja
ein flokk er at velja ein
"pakka" við innihaldi, sum
tú fyri ein part als ikki vilt
hava. Tí er tað betri og
meira demokratiskt at lata
ein persón, sum tú hevur
álit á, umboða teg á tingi.
Verður sagt.
Tað vil eg fegin svarað
uppá.
Tað er heilt náttúrligt, at
atkvøðurnar í Føroyum eru
tætt knýttar at persónum.
Vit eru jú eitt sera fáment
samfelag. Tað er heldur
einki galið við tí. Men
vandin er, at allur myndug
leiki verður máaður undan
flokkunum. Og so endar
skipanin í kaos. Tí tá hevur
tú ikki ánilsi av, hvat tú
fært fyri akvøðuna hóast
persónurin, tú setir títt álit
á, kemur inn.
Eingin persónur fær jú
meiriluta einsamallur. Og tú
veitst ikki, hvør annar fer at
umboða flokkin hjá viðkom
andi. Ella hvønn flokkurin
fer at samstarva við.
Ósjónlig navnaskelti
Henda skipanin elur eisini
fram eitt serligt slag av poli
tiskum atburði: Nevniliga
hetta at vera gávumildur
við pengunum hjá øðrum.
Vit hava ikki sterkar, væl
skipaðar flokkar, sum
samstarva um heildarætlan
ir. Fyri at yvirliva í skipan
ini fyri at sleppa at vera
sitandi í teirri fjálgu, polit
isku sósini royna politik
arar tí at arbeiða fyri fólk,
ið standa teimum nær.
Tann politikari, sum klárar
seg best, verður mangan
tann, sum er raskastur at
skava ein part av almennu
kakuni til sín privata
veljaraskarða hóast tað,
yvirskipað sæð, kanska
ikki er so skilagott.
Legg til merkis, at ávísar
íløgur og játtanir altíð
verða umrøddar sum
gávur: Vit góvu tykkum
handa vegin! Vit góvu
tykkum handa stovnin!
Feskasta dømi er Heilsu
trygd. Eins og í øllum land
inum eru veljarar í Klaks
vík ørkymlaðir av politiska
óskilinum. Men Aksel
Johannesen gav teimum
Heilsutrygd norður! Tað
sæst. Tað er ítøkiligt. Tað
gevur pengar í kommunu
kassan.
Er tað rationelt? Neyvan.
Men politiskt sæð er tað
rationelt, tí tað fer altíð at
hanga eitt ósjónligt, men
týðiligt navnaskelti uppi á
Heilsutrygd í Klaksvík við
áskriftini: "Aksel V.
Johannesen".
Og vit vita øll hvat fyri
navn hongur uppi á Strand
ferðsluni á Tvøroyri. Á
Skipaeftirlitinum í Mið
vági. Á Miðnámsskúlanum
í Hovi. Ja, sjálvt ferða
ætlanir hjá Strandferðsluni
bera nøvn hjá politikarum.
Summi slík mál eru helst
skilagóð. Men tey eru
tekin um eina skipan uttan
heildarætlanir, og har fólk,
fyri at yvirliva politiskt,
taka sær rættin at vera
gávumild við pengunum
hjá øðrum. Altso skatt
gjaldarunum.
Eingin flokkur er betur
enn nakar annar í hesum
spæli, tí allir eru fangaðir í
sama politiska logikki.
Alt endar sum politikkur
At politikkur í so stóran
mun snýr seg um at skava
til sínar veljarar ger eisini,
at politiska skipanin etur
seg longur og longur inn á
øki, har hon einki hevur at
gera.
Tí hvør má markera seg
við sínum. Hvør má finna
sína nisju.
Og veljarin sigur ja takk.
Tá fólk ikki fáa politikk, í
vanligari merking, frá
politikarunum, so krevja
tey í staðin onkrar serligar
ágóðar ella sømdir. Sjálv
andi. Hugsanin um at "tá
tey fingu, so skulu vit
eisini hava" verður rætti
liga stýrandi.
Og tí verða, frá øllum
síðum, krøv sett politisku
skipanini. Tað er ikki tað
ting, sum fólk ikki halda,
at politikarar skulu taka
sær av. Ein autoverja. Eitt
starvsfólkamál. Ein
útvarpsskrá. Eitt tekniskt
tól á einum sjúkrahúsi.
Einki er ov smátt til at vera
tikið upp á tingi.
Tann parturin av
føroyska samfelagnum,
sum politikarar ikki, so
ella so, hava fingrarnar í,
er eftirhondini ikki stórur.
Tey stóru málini liggja
tey smáu fara við
arbeiðstíðini. Tí tað er í
teimum smáu málunum, at
tú kanst markera teg
mótvegis tínum serliga
veljaraskarða.
Eftirlit oman á eftirlit
Og politikkurin steðgar
ikki við tinggáttina.
Har, sum politiska
skipanin ikki stýrir
beinleiðis, hevur hon eitt
ótal av stovnum og
nevndum, hvørs endamál
er at hava eftirlit við
teimum fólkum, fyritøkum
og virkjum, sum virka í
hesum lítla landi.
Vit hava politi og
dómsvaldið.
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna.
Brúkaraumboðið.
Kappingarráðið.
Umhvørvisstovuna.
Javnstøðunevndina.
Løgtingsins Umboðsmann.
Fjarskiftiseftirlitið.
Málnevndina.
Kanningarstjórar.
Dataeftirlitið.
Kærunevndir.
Filmseftirlitið.
Navnanevndina.
Kringvarpið.
Arbeiðseftirlitið.
Bileftirlitið. Tollvaldið.
Taks. Loyvisnevndir...
Og vit hava aðrar stovnar
og nevndir, hvørs endamál,
so ella so, er at hava eftirlit
við øðrum. Í fleiri førum er
talan um efirlit við øðrum
eftirlitsstovnum.
Vit hava fingið eitt
samfelag, har politiski
myndugleikin røkkur út í
hvønn krók, og har tú illa
fært vent tær uttan at vera
politiskt stýrdur og
reguleraður.
Tað mesta av hesum er
neyðugt, skulu vit hava eitt
trygt og skipað rættarsam
felag. Sjálvsagt. Men sumt
er óneyðugur formyndara
skapur. Og nógv kundi, t.d.
við samanleggingum, verið
gjørt nógv meira rationelt.
Politiska skipanin sjálv
løgting og landsstýri
kundi eisini verið rikin
nógv bíligari. Ið hvussu er
kundi mann fingið nógv
meira fyri somu pengar.
Hví skal skattgjaldarin
t.d. løna 33 tinglimum?
Tað er fullkomiliga óneyð
ugt. 25 høvdu ikki bara
gjørt arbeiði líka gott; teir
høvdu gjørt tað betri. Vóru
flokkarnir færri og sterkari,
kundu løgtingslimirnir
verið enn færri.
Men vit hava ikki sterkar
flokkar. Tí virkar politiska
skipanin so illa. Og júst tí
hon virkar so illa, hevur
hon tikið sær eitt øgiligt
vald í samfelagnum. Hon
er vaksin útum síni egnu,
náttúrligu mørk. Bæði í
virkisøki og í vavi.
Hvussu leingi tíma fólk
at rinda?
Vanligir løntakarar í
Føroyum abeiða hart fyri
at fáa alt at mala runt.
Mong hava dirvi til at
stovna egnar fyritøkur, og
berjast ein harðan kamp
fyri at fáa tað at bera til.
Skatturin er nógvur, men
eg havi aldrin møtt nøkr
um, sum ikki vil rinda
skatt. Grundhugsanin við
skatti, er sosialur solidarie
tur. Og solidaritetskenslan
er, tíbetur, ógvuliga sterk í
flestu føroyingum.
Men alt fleiri troyttast av
at rinda fyri ta tungu, dýru
politisku skipanina og ta
eftirlit og tann formynd
araskap, sum henda skipan
setur í verk.
At taka nógvan skatt frá
fólki er neyðugt, skal væl
ferðarsamfelagið hanga
saman. Men tað er eitt
álvarsamt inntriv í frælsi
hins einstaka. Og tað krev
ur, at tann, sum verður
tvingaður at rinda, hevur
álit á, at myndugleikin brúk
ar pengarnar ábyrgdarfult.
Hetta álit er í dag ikki er
so stórt, sum tað átti at
verið.
Mong tíma illa at rinda
kringvarpsgjald, tí tey
halda seg fáa ov lítið fyri
pengarnar. Vit eru tilvitað
um tað, sum vit rinda fyri
Kringvarpið, tí vit fáa
rokningina beinleiðis.
Hvat høvdu fólk sagt,
um tey hálva hvørt ár fingu
eina stóra rokning við
áskriftini: "Gjald fyri
politisku skipanina"?
Eg eri bangin fyri, at
fleiri høvdu rindað við
ringum tannabiti. Tí
upphæddin er ikki lítil!
Flokkarnir mugu
styrkjast
90% av føroyingum taka
lut, tá val er. Tað er helst
heimsmet. Tað merkir, at
fólk eru sera áhuga í sínum
samfelag. Men samstundis
er stór ónøgd við, hvussu
tað mandatið, fólk geva
politikarum, verður
umsitið.
Tann ónøgdin má takast í
álvara. Eg haldi røttu
leiðina vera, at vit styrkja
flokkarnar og styrkja
beinleiðis ávirkanin hjá
veljarunum.
Ein máti er at brúka
læstar listar, tá val er. Ein
er beinleiðis løgmansval.
Ein er hægri sperrumark.
Ein er fleiri fólkaatkvøður.
Og ein er at vit seta mark
fyri, hvat politiska skipanin
skal blanda seg uppí.
Meira um tað
í næstu grein.
Fíggjarliga støðan í sam
felag okkara er vánalig. Vit
hava sett livikostnaðin í
mun til bestu inntøkuár í
landinum. Tá nógvir peng
ar streyma inn, kunnu vit
"hygga" okkum, men sam
stundis gera vit okkum ikki
greitt, hvat hendir, um inn
tøkustreymurin skiftir kós!
Inntøkumongdin verður
staðfest av teimum, ið
vinna til landsins virki!
Hetta er galdandi viðvíkj
andi okkara fiskivinnu,
okkara vinnuvirkjum
innanlands, okkara inntøku
av arbeiði uttanlands og
"blokkstuðlinum"!
Vit sjálvstýrisfólk ynskja
ikki, at okkara tilvera skal
verða tryggjað av bein
leiðis stuðli uttanífrá! Tí
tað elvir til armóð í okkara
virðiliga stoltleika!
Skal nevna, at tá eg sum
ábyrgdarhavandi atkvøddi
fyri, at danski stuðulin til
føroyska húsarhaldið
skuldi minka við góðum
300 míó kr. Tá segði eg við
Høgna Hoydal, at hetta var
sjálvandi treytað av, at eg
ikki vildi vera olmussunjót
ari, og at fylgjan mátti
vera, at vit førdu ein poli
tikk, ið nøktaði mín "fíggj
arliga olmussutørv",og
kom í staðin fyri hann og
samstundis gav okkara
vinnulívi neyðugu fyri
treytirnar! Vóru samdir.
Mínar royndir á politiska
økinum í dag vísa mær, at
Høgni onki meinti við orð
síni! Í hesum "neyðar
tíðum" reikar tjóðveldið
runt millum ræini, ið liggja
sambært vána inntjeningina
í samfelagnum. Tú kanst
altíð finna feilir í arbeiðin
um hjá øðrum politikarum.
Tað er ikki ókent.
MEN!!
Í løtuni tykir mær tjóðveldi
reika runt í avfallsdungum
og geva teimum "svongu"
mat, meðan tey sjálvi liva í
marglæti!
Vit eru øll góð við hetta
land og fólk tess. Vit hava
eina politiska skipan, har
ein meiriluti á løgtingi eftir
hvørt val finnur saman um
eina skipan komandi
valskeið. Altíð verður ein
partur í minniluta. Skal
yvirliva og menna seg til
næsta val.
Mín sannføring er, at í
hesum vána fíggjarligu
tíðum havi eg onga tíð sæð
so vánaliga fráboðan frá
alternativum politiskum
fólkum, sum hesaferð! Veit
væl, at verandi meiriluti
tekur skeivar avgerðir í
førum eftir mínum tykki!
Ein veikleiki er, at har er
"ongin" leiðsla. Men vit
skulu koma víðari!
Vit kenna øll, at í løtuni
stendur tjóðveldið til
størstu umboðan á løgtingi
sambært veljarakanning
um, men eg stúri fyri
politisku fylgjunum, um
hetta gerst veruleiki!
Størsti trupulleiki ímóti
hesum er, at føroyskir
útlendingar í danmark reka
ikki hugsandi landsmenn í
føvningin á tjóðveldinum!
Eg havi sjálvur livað við
skiftandi fíggjarligum
umstøðum hjá landskassan
um, men havi altíð verið
greiður yvir, hvør ideolog
iskt hevur førleika at loysa
trupulleikarnar, tá vinnu
lívið hevur gjørt sítt!!
Eisini í mun til sosialar
umstøður. Óroyndar sosial
ar umstøður vórðu gjørdar
kunnar, og eitt vælvirkandi
góðkent vinnulív skapaði
hóskandi fíggjarligar
fyritreytir!
Mær tykir í dag, at hesir
"ideologar" ynskja, at
vinnulig virki verða sett á
stovn og geva avkast til
samfelagið, men um hesi
geva yvirskot, so skal hetta
krevjast inn og fíggja
undirskot hjá landskassan
um! Hvør tímir at gera ein
innsats undir hesum
tjóðveldistreytum?
At vera gávumildur við pengunum hjá øðrum
Sjúrður
Skaale
Ravnur livir best fellisár!
eyðun Mohr
Viderø
viðmerkingar