fríggjadagur 5. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
16
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Klokkan er 9.15, og Eyðgunn Samuelsen,
umboð fyri Javmaðarflokkin er júst
komin til Havnar. Vanliga fer hon við
Bygdaleiðum úr Klaksvík til Havnar,
men henda dagin er hon komin við
bili.
– Mær dámar so væl at fara við
buss inum, tí tá fái eg fyrireikað meg
og gjørt notatir á vegnum suður, sigur
Eyðgunn Samuelsen.
Henda dagin er hon komin so tíð
liga suður, tí hon skal á fund í fíggj ar
nevndini klokkan 9.30.
Hesin fundurin má vera liðugur
klokkan 11, tí tá er tingfundur.
– Í dag eru munnligir fyrispurningar
á skránni. Eg havi ein fyrispurning, og
tí má eg vera á fundinum, men tað eri
eg annars altíð, sigur Eyðgunn Sam
uelsen.
Hon hevur nógv um oyruni. Hon er
byráðslimur í Klaksvík, og ein miku
dagin um mánaðin kann hon ikki fara
á tingfund, tí tá er fundur í fíggjar
nevndini í Klaksvik, og har noyðist
hon at vera við.
Altíð til arbeiðis
– Eg møti annars altíð, tá ið tingfundur
er. Tað er jú mítt arbeiði, og sjálvt um
eg havi míni áhugamál, fylgi eg væl
við øðrum málum eisini. Tá ið eg
eri framsøgufólk, má eg sita inni á
tingfundinum alla tíðina, ella um eg
taki orðið.
Myndir tiknar í tingsalinum vísa
ofta, at har sita bara nøkur fá fólk. Men
tað merkir ikki, at hini øll skulka.
– Tá ið eg ikki havi nakran leiklut
á sjálvum tingfundinum, siti eg altíð
í flokshølum okkara og lurti. Har er
meira friður, og eg fái gjørt nógv annað,
samstundis sum eg lurti. Í tingsalinum
fái eg einki annað gjørt enn at lurta.
Fleiri tingfólk gera líka sum eg.
Eyðgunn Samuelsen er limur i bæði
fíggjarnevndini og í mentanarnevndini.
Fíggjarnevndarfundirnir eru ofta
drúgvir, og teir fundirnir eru sjáldan,
meðan tingfundur er.
Langir arbeiðsdagar
Nokkso ymist er, hvussu langir ting
fundirnir eru. Týsdagin vardi fund
urin til klokkan 18, og tað er heilt
van ligt.
Handa dagin skal hon á starvs
nevnd arfund í flokkinum kl. 15. Kanska
verður eisini fundur í tingbólkinum.
Eyðgunn Samuelsen hevur valt at
undirvísa eitt sindur, samstundis sum
hon er tingfólk.
– Eg havi seks undirvísingartímar
um vikuna, men tað kann standa á at
klára teir, tí knappliga kemur okkurt
politiskt arbeiði upp ímillum. Tað
eitur, at vit kunnu hava hálvt starv við
síðuna av tingarbeiðinum, men tað er
fyllkomiliga ógjørligt, um politiska
arbeiðið skal røkja til fulnar. Og tað
ber als ikki til, tá ið man sum eg ikki
búgvi í Havn.
Hon hevur valt at undirvísa eitt
sindur, bæði tí henni dámar tað, og tí
hon ikki vil missa sambandi við fakið
og við fólkini á skúlanum. Undir
vís ing hennara er manamorgun og
fríggja morgun, og vanliga fer hon teir
dagarnar beint til Havnar, tá ið hon er
liðug at undirvísa.
Nógv at lesa
Tá einki tingarbeiði er, brúkar Eyðgunn
Samuelsen alla sína tíð til at lesa og seta
seg inn í tingmál. Nógv er at lesa, men
tað fellur Eyðgnn Samuelsen lætt, tí
hon er so roynd í at lesa, men tað tekur
nógva tíð at seta seg inn í øll málini,
og hon leggur dent á altíð at vera væl
fyrireikað. Tað politiska arbeiðið er hjá
henni í fulltíðar arbeiði og meira enn
tað.
Ein skrá verður løgd eina viku fram
fyri, nær tingfundir eru, men ofta
kem ur broyting i skránna. Viðhvørt
verður við stuttum skotbrái kallað til
nevndarfundar, og tað hendir av og á,
at boð koma um kvøldið, atdagsskráin
fyri dagin eftir er broytt, og eitt annað
mál er á skránni. Tá er einki at gera
uttan at seta seg at lesa alt kvøldið,
sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon kundi hugsað sær, at ting ar
beiðið var betur lagt til rættis, sjálvt um
hon eftir at hava sitið í tinginum hevur
vant seg við knappligar broytingar.
Eyðgunn Samuelsen letur væl at
Løgtinginum sum arbeiðspláss, tí sjálvt
um fólk ikki altíð eru so samd, tosa tey
øll væl saman.
Hon heldur, at tingarbeiðið má vera
torført at røkja hjá fólki við smábørnum,
tí klokkan heldur ongantíð. Væntað
verður, at ein fundur verður liðugur
klokkan 16, men hann verður drúgvari
enn so.
– Vit vita ongantíð, nær vit hava frí,
og tí er ógjørligt at binda seg til nakað
annað um kvøldið.
Eyðgunn Samuelsen gremur seg
ikki, tí hon er uppvaksin í politiskum
um hvørvi, fór upp í javnaðarfelagið í
Klaksvik í 1987 og hevur sitið í Klaks
víkar býráð síðan 1998. Hon hevur
politikk í blóðinum.
Eyðgunn SamuElSEn trívist væl í arbeiðinum sum løgtingSfólk,
sjálvt um aRbEiðSdagaRniR mangan eru langir
Ofta óvænTað dagsskrá
mynd: jens kristian vang
til arbeIðIs
arbeiðspláss: Føroya Løgting
starv: Tingfólk
besta við starvinum: At vera við til at
taka avgerðir
ringasta við starvinum: Ov lítil
planlegging
starvsstíð: Tvey ár
fakta eyðgunn samuelsen