Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2010 - Um ein politikari hevur eina millión, skal hann so keypa as falt ella føroyskt mál? Hugsa tær hvus- su nógv føroyskt mál og hvussu lítið asfalt hann hevði fingið fyri pengarnar, sigur Jon hard Mikkelsen, og minnir á, at um - støð ur nar at læra seg føroyska málið er og verður ein spurningur um politiska raðfesting Mál Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nú enn eitt skeið í før­ oyskari stavseting var liðugt í vikuni, er Johnard Mikkel sen, stigtakari og lærari, ikki í iva. Motiva­ tiónin hjá fólki at læra seg at stava føroyskt økist í takt við tørvin á at duga okkara mál væl. Og tørvurin hevur neyvan verið størri, nú ein al samt størri partur av sam­ skiftinum bæði í vinnu­ lívinum og privat fer fram skriv liga. Mangla føroyskar mál myndir ­ Tað sosatt ikki motiva­ tión ini ella viljanum hjá fólki, tað er galið við. Trupul leikin er heldur, at før oyska málið er ikki er ein nátúrligur partur av tí, sum vanlig fólk eru enga­ sjerað í dagliga. Tað eru ikki føroyskar málmyndir, tú sært og setir í samband við tað stuttliga og spenn­ andi í gerandisdegnum, sig­ ur Johard Mikkelsen. Hann minnir á, at alt, líka frá fartelefonum og teldu­ spølum til filmar og tíðarrit fyri tað allarmesta er á út lendskum máli, og tí verð ur føroyskt áhaldandi otað út í ein lítlan bás, har tað í besta føri bara er av markað til eina lærugrein skúla num. ­ Og tað skaðar føroyska málið, tí okkara mál menn­ ast bara, um tað slepp ur at súgva merg úr tí, sum fólk ganga upp í og eru upptikin av. So leingi tey impulsini í høvuðsheitum koma úr útlendskum, ja so verður menningin av føroyskum við skerdan lut. Johard Mikkelsen við­ gong ur, at hetta er hansara egna teori um, hví so nógvir føroy ingar hava trupulleikar við at stava føroyskt. ­ Vit raðfesta heldur ikki gransking í orsøkini til trupulleikarnar, so eg má bara gita meg til, hvør or søk in er, minnir hann á. ­ Ein onnur orsøk er uttan iva, at fólk halda at man ikki kann læra føroyska mál læru uttan at vera tristur og í ringum lag samstundis. Tað er soleiðis, alt ov nóg minn ast føroyskt í skúla­ num. Har kundu vit lært nógv av bretum, sum duga fantas tiska væl at brúka hum or sum brellbita, tá teir borð reiða við mállæru, sig­ ur Jonhard Mikklesen, og leggur afturat ­ Í síðsta enda er hetta ein spurn ingur um politiska rað festing. Tá asfalt og betong er á breddanum, sígg ja vit, at pengarnir eru til. So er spurningurin bara: Um ein politikari hevur eina millión, skal hann so keypa asfalt ella føroyskar tekst ir til filmar fyri hana? Hug sa tær hvussu nógv meira føroyskan tekst og hvus su lítið asfalt hann hevði fingið fyri pengarnar, sigur Jonhard Mikklesen. Sum støðan er í løtuni er tað soleiðis, at tú skalt berj­ ast fyri hvørji 10 krónu til málið. Men hetta er ein uppgevandi hug burður sum bara góð tekur støðuna sum hon er, heldur enn at vísa veruligan vilja broyta hana, staðfestir hann. Men eisini hetta er ein spurn ingur um raðfesting. At velja onki at gera og lata standa til er eisini ein poli t­ isk avgerð í síðsta enda, minnir Jonhard Mikkel sen á. Sjálvur hevur hann tó ong ar ætlanir um at gevast á hondum. Í næstum verður skeiðið í føroyskari stav­ seting tikið uppaftur. Hartil arbeiðir Jonhard Mikkelsen við eini ætlan um at leggja skeiðið í út á netið, so fólk kunnu royna seg sjálvi, og tey sum longu hava verið á skeiði, kunnu halda tað við líka. Rættaður tekstur Í gjár bóðu vit lesarar finna feilirnar í einum tekstbroti, sum vit prentaðu í blaðnum. Nú ber til at kanna eftir, tí niðanfyri hava vit fingið Jonhard Mikkelsen at rætta tekstin fyri okkum Asfalt ella føroyskt mál? Tróndur Bogason Hansen, tónaskald, fær nú fasta mánað- ar løn úr Menta nar- grunni num í trý ár, so hann kann savna seg um sítt arbeiði við tónleiki Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo 34 ára gamla tónaskaldið Tróndur Bogason Hansen fær nú umstøður at arbeiða í fr iði og náðum við sínum tón leikaverkætlanum. Tað gjørd ist nevniliga hann, sum í gjár streyk av avstað við størstu starvslønini, sum Mentan ar grunnur Land sins letur, ið gevur um søkj ar a num fíggjarligt rás arúm at arbeiða við síni list burturav í trý ár. Tróndur Bogason Hansen byrjaði at lesa tónleik á universitetinum í Keyp­ mannahavn. Í 1999 skifti hann til Kongaliga Danska Musik konservatoriið, har hann gekk í einum serligum komponistaflokki og gjørd­ ist kandidatur í kompositión í 2005. Í fjør summar tók Tróndur Bogason Hansen enda ligt prógv sum tóna­ skald á Kongaliga Danska Musikkkonservatoriinum. Umsóknir fyri 35 milliónir Umframt trý ára starvs­ lønina til Trónd Bogason Hansen vórðu størru starvs­ lønirnar til listarligt og mentanarligt arbeiði latnar soleiðis í ár: Eyð Matras, sjónleikari, 1 ár, Marianna Mørkøre, listakvinna, 6 mánaðir, Rannvá Káradóttir, listakvinna, 6 mánaðir. Harumframt eru starvslønir latnar til 38 umsøkjarar. Tilsamans 137 mánað ar­ lønir fyri góðar 3,4 millión­ ir eru latnar til týðingar og listaligt og mentanarligt ar beiði. Tilsamans vóru 93 um søkjarar, ið søktu um starvs løn fyri góðar 35 millión ir krónur. Av teim­ um vóru 42 umsóknir játt­ að ar. Íverksetanarstudningur varð latin 3 umsøkjarum – kr. 225.000 tilsamans. Um søkj ar arnir vóru 11 í tali. Hesi fingu starvsløn í 2010: Agnar Artúvertin 1 mánað Andrias Justesen 1 mánað Arnbjørn Ó. Dalsgarð 2 mánaðir Astri Luihn 2 mánaðir Barbara Christophersen 1 mánað Bárður Persson 1 mánað Dánjal á Neystabø 3 mánaðir Eli Smith 3 mánaðir Elin Henriksen 2 mánaðir Eyð Matras 1 ár Guðrið Hansdóttir 2 mánaðir Gunnvá Zachariasen 1 mánað Hanni Julius Bjartalíð 3 mánaðir Hans E. Andreasen 3 mánaðir Hans P. í Brekkunum 1 mánað Heðin Ziska Davidsen 1 mánað Helle T. Johansen 2 mánaðir Høgni Lisberg 2 mánaðir Janus á Húsagarði 2 mánaðir Jógvan S. Biskopstø 2 mánaðir Johnny Thomsen 2 mánaðir Jóna Kristin Thomsen 2 mánaðir Kári Bæk 3 mánaðir Katrina í Geil 3 mánaðir Kinna Poulsen 1 mánað Knút Olsen 2 mánaðir Marianna Mørkøre 6 mánaðir Martin Joensen 3 mánaðir Meinhard Jensen 2 mánaðir Michael Paul Reveal 2 mánaðir Niclas Johannesen 3 mánaðir Olav Schneider 2 mánaðir Páll Holm Johannesen 2 mánaðir Rannvá Káradóttir 6 mánaðir Sakaris Fríði Stórá 1 mánað Sigrun Gunnarsdóttir 2 mánaðir Súsan í Jákupsstovu 2 mánaðir Súsanna Tórgarð 1 mánað Thomas A.U. Andersen 2 mánaðir Tóroddur Poulsen 4 mánaðir Tróndur B. Hansen 3 ár Uni Leitistein Hansen 3 mánaðir Mentanargrunnur Landsins Tónaskald fær arbeiðsnáðir 34 ára gamli Tróndur Bogason Hansen, tónaskald, fær nú fíggjarliga umstøður at savna seg um tónleikin næstu trý árini