fríggjadagur 5. februar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
LokaLbrak í
LiverpooL
Liverpool er komið aftur á sporið í premier League,
og everton, sum var í botninum í fleiri vikur, hevur
arbeitt seg nakað upp eftir stigatalvuni. Leygar
dagin bresta tey bæði fótbóltsliðini í Liverpool
saman til eitt ordans lokalbrak.
LIVERPOOL-EVERTON
PREMIER LEAGUE
Leygardagin 6/2 kl. 12.45
annika aakjær
við trúboðara
við sínum eyðkenda reyða hári, sermerktu
klæðum og frálíku rødd er hon eitt bland
av eini discodrotning og einum hippie.
Songkvinnan annika aakjær, sum hevur
føroysk ættarbond, er klár við nýggjari
fløgu, sum hon kallar Missionær. í fjør
fekk hon gjøgnumbrot í danmark við
fløguni Lille Filantrop, og hon var tilnevnd
sum ársins talent á p3 Gull í ár.
ANNIKA AAKJÆR
Missionær
Mánadagin 8/2
hanuS í havn
hanus G. johansen hevur havt framførslur til alskyns tiltøk í Føroyum
og uttanlands. hann hevur spælt á stórum konsertum, festivalum
og á minni spælistøðum, og mikukvøldið kann hann upplivast í
Sjónleikahúsinum í havn. hann hevur Magnus johannesen og Mikael
blak afturat sær.
hanus G. johansen
SJÓNLEIKARAHÚSIÐ Í HAVN
Mikukvøldið 10/2 kl. 20.00
koMið So, jenS Marni oG jóGvan!
í kvøld skulu bæði klaksvíkingurin jógvan hansen og kollfirðingurin jens Marni hansen taka lut
í Grand prix finalum í okkara grannalondum. jógvan syngur í íslandi og jens Marni í danmark.
Spurningurin er so, um føroyingar fyri fyrstu ferð fáa ein luttakara við í europeisku kappingina
DANSKT GRAND PRIX
dr1 leygarkvøldið 6/2 kl. 19.00
ÍSLENDSKT GRAND PRIX
SvF leygarkvøldið 6/2 kl. 21.10
MarkLund við
nýGGjari bók
Svenska krimidrotningin Liza Marklund hevur
skriv að nýggja krimisøgu, og hesaferð hevur hon
skrivað saman við kenda amerikanska rit høv und
anum jam es patterson. teirra felags søga snýr seg
um, at ung pør verða dripin á fríggjaraferðum til
europe iskar stórbýir. ein svensk blaðkvinna og ein
amerikanskur løgreglumaður hittast í Stockholm,
hagar drápsmaðurin eftir øllum at døma fer at
gera um seg.
Liza Marklund og james patterson
OSTKORTMORDENE
rosinante
FóTbólTur
FríggjaKvøld
Fótbóltur er at síggja í sjónvarpi
mest sum alla vikuna. Men
fríggjadagur er vanliga ein friðarligur
fótbóltsdagur, men onkrir dystir
verða nú spældir fríggjakvøld. Millum
annað spæla týsk lið fríggjakvøld, og
í næstbestu ensku fótbóltsdeildini
eru onkrir dystir. í kvøld er møguleiki
at síggja oddaliðið í Championship,
Newcastle, spæla ímóti Cardiff.
NEWCASTLE-CARDIFF
FÓTBÓLTUR
Fríggjakvøldið 5/2 kl. 19.45
avgEraNdI
løTa hjá aNNu
í kvøld verður gjørt av, hvørjir luttakarar
sleppa í stóru live-sendingarnar hjá donsku
X Factor kappingini. anna Nygaard er
ein av yngru luttakarunum, sum er eftir
í kappingini. Fimm eru eftir í hennara
bólki, og remee skal velja trý til live-
sendingarnar. Tað verður eitt trupult val,
og spennandi verður at vita, um anna kann
sleppa við í stóruslignu live-sendingarnar.
X FACTOR
dr1 fríggjakvøldið 5/2 kl. 19.00