Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2010 Ein av fremstu serfrøðingunum innan alduorku, Tom Thorpe frá Oxford Oceanic, kemur til Føroya at røða um alduorku týsdagin Tíðindaskriv Alduorkuserfrøðingurin, Tom Thorpe frá Oxford Oceanic, kemur nú til Føroya at røða um alduorku. Á kunningarfundinum, sum verður í Norðurlandahúsin­ um týsdagin, luttekur eisini menningarleiðarin George Laird frá amerikonsku fyri­ tøkuni Dresser­Rand, um­ framt Hákun Djurhuus, stjóri hjá SEV. Tom Thorpe fer á Føroya­ ferð síni at samanbera ymisk sløg av alduorku. Ætlaða alduorkuverkið hjá SeWave verður eisini um­ røtt. Hann hevur gjørt fleiri greiningar og frágreiðingar um aldu­ og streymorku, eitt nú fyri enska Carbon Trust, og júst nú ger hann eina støðumeting um alduorku fyri World Energy Council. Eisini fer George Laird, sum er menningarleiðari hjá amerikonsku stórfyritøkuni Dresser­Rand, at greiða frá tí turbinuloysn, sum ætlanin er at brúka í føroyska aldu­ orkuverkinum. Kanningar sunnan fyri Søltuvík Seinasta summar blivu nýggjar botnkanningar gjørdar út fyri bergið sunnan fyri Søltuvík. Tor­ finn S. Simonsen frá LBF fer at greiða frá um hesar, og um møguleikarnar fyri at gera royndarverkið á Sandoynni. Altjóða áhugi er sýndur føroysku alduorkuskipanini. Á fundinum verður mett um, hvar føroyskt menta­ orkuskipanin kann brúkast úti í heimi. Harumframt verður greitt frá, hvar verkætlanin stendur í løtuni, og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, fer at røða um leiklutin hjá SEV í framtíðar menningini av varandi orkukeldum í Føroyum. Teknað til luttøku SeWave skipar fyri kunn­ ingarfundinum, sum verður í Norðurlandahúsinum týs­ dagin 9. februar frá kl. 14 til 17. Fundarmálið er enskt, luttøkan ókeypis, men neyðugt er at tekna til á heimasíðuni www.sewave. fo. Har stendur eisini meira at lesa um tiltakið. Føroysk alduorka í altjóða høpi Starvsfólk til Føroya landsbókasavn Søkt verður eftir Avloysara fyri bókavørð í farloyvi frá 1. apríl 2010 til 31. mars 2011. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Umsóknarfreistin er 22. februar 2010 kl. 12.00. Les meira á www.flb.fo FØROYA LANDSBÓKASAVN Amerikanarar ákærdir Ákæruvaldið í Haiti hevur nú formliga ákært 10 ameri­ kanskar ríkisborgarar fyri at hava roynt at burturflyta børn, sum mistu foreldrini í jarðskjálvtanum í síðsta mánaði. Jean Ferge, vararíkisákæri, sigur við AP­ tíðindastovuna, at málið er latið einum dómstóli, sum skal gera av, um málið skal ígjøgnum rættarskipanina, ella um tey 10 skulu latast leys. Amerikanararnir vórðu tiknir í síðstu viku, tá tey vóru á veg um markið til Dominikanska Lýðveldið við 33 børnum. Amerikanar­ arnir siga, at tey ætlaðu bara at hjálpa børnunum. Prutlar í Ukraina Tað leikar hart á í valstríðnum upp undir seinna umfar av forsetavalinum í Ukraina, sum verður sunnudagin. Tey bæði valevnini, Julia Timosjenko og Viktor Janukovitj, leggja hvørt annað undir at hava ætlanir um valsvik, og Julia Timosjenko hevur sagt, at hon fer at skipa fyri stórum mótmælisgongum, um hin parturin fremur valsvik. Á fyrra valumfarinum fekk Janukovitj 10 prosent fleiri atkvøður enn Timosjenko. Hvussu seinna umfar endar, veit eingin, tí tað er ikki loyvt at gera meiningakanningar ímillum tey bæði valumførini, skrivar DPA úr Kijev. - Hetta er ein stórur møguleiki hjá mær, sigur 18 ára gamli Jóan Símun Edmundsson, sum næsta hálva árið skal spæla fyri enska stórfelagið Newcastle United. Føroyski venjarin hjá honum heldur, at hann er størsta talentið í Føroyum í løtuni Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hann telist millum evna­ ríkastu spælararnar í før­ oysku fótbóltskappingini, hevur longu spælt á a­lands­ liðnum, hóast hann bert er 18 ára gamal, og hann hevur skorað mál í altjóða dystum fyri U21 landsliðið. Og nú hendir nakað stórt hjá unga toftamanninum. Jóan Símun Edmundsson hevur gjørt avtalu við enska stórfelagið Newcastle United. Í heyst var Jóan Símun í Newcastle og vandi, og síðani tá hevur samband verið millum partarnar. Hjálparvenjarin í Newcastle, Colin Calder­ wood, hevur eisini sæð Jóan Símun í altjóða dysti í Føroyum, og tá skoraði Jóan Símun avgerandi málið í dystinum. ­ Í fyrstu syftu er avtalan, at Jóan Símun spælir í Newcastle fram til summar­ steðgin, men møguleiki verður tá at leingja avtaluna, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Jóan Símuni. Beint avstað Jóan Símun Edmundsson fer av landinum fyrsta dagin, og so skal hann brúka næstu mánaðirnar til at venja og spæla í New­ castle. ­ Eg eri blivin 18 ára gamal, og skal eg avstað, so skuldi tað verða nú. Hetta er ein stórur møguleiki hjá mær, og eg satsi upp á, at eg kann spæla meg til eina nýggja avtalu í summar, sig­ ur Jóan Símun Edmundsson. ­ Eg var haryviri og vandi í heyst, og hóast føroyska kappingin langt síðani var liðug, helt eg, at eg kundi verða við. Eg skal nú venja og spæla við eykaliðnum hjá Newcastle, sigur hann. Venjarin fegnast Bill McLeod Jacobsen er venjari hjá Jóan Símun Edmundsson – bæði í B68 og á U21 landsliðnum – og hann fegnast meira, enn hann harmast um at hava mist ein spælara. ­ Fyri føroyskan fótbólt er tað fantastiskt at fáa enn ein ungan spælara av landinum at spæla, og fyri Jóan Símun sjálvan er tað sera gott. Hann er helst størsta talentið, vit hava í Føroyum í løtuni, sigur Bill M. Jacobsen. ­ Men hetta er eisini ein smeitur fyri B68, tí nú havi eg mist diamantin, sum eg havi veri við til at slípa, men vit eru eisini glað og stolt av, at vit kunnu menna spælara, sum kann fara til eitt europ­ eiskt stórfelag at spæla, sigur Bill M. Jacobsen. Seldur til Newcastle