Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2010 Nógvi kuldin, sum hevur herjað í Dan­ mark seinastu tíðina hevur havt við sær, at ikki alt máliarbeiðið umborð á Tróndi í Gøtu er liðugt. Men í morgin verður skipið doypt, og so má máling vera máling, tí skipið fer til veiðu 18. februar NýbygNiNgur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Skagen: Tað er frost á dekkinum. Tað ber illa til at ganga í leytaranum umborð á skipið. Smáar glerpípur hanga úr fleiri rørum, og plettir í málingini eru at síggja, tí ikki alt málið ar­ beiðið er liðugt. Hetta var støðan umborð á nýggja Tróndi í Gøtu hós­ kvøldið 5. februar 2010, tveir dagar frammanundan, at hann skal doypast. Men hóast reiðariíð ikki kann gera nakað við kuldan, sum forðar máliarbeiðnum, so ber ikki til at bíða eftir at leggja seinastu hond á máli­ arbeiðið. – Í vetur hevur óvanligur kuldi verið. Vit hava ikki kunn að gjørt nakað við mál­ ing, tí alt hevur verið fryst. Vit hava bíðað eftir betri veðrið, men nú er ikki meira at gera. Hinvegin er alt ann­ að komið sera væl áleiðis, sigur Dávið Jacob sen, tekn­ iskur leiðari hjá Varðanum, sum eigur Trónd í Gøtu. Áðrenn allur kuldin kom vóru ferðaseðlar keyptir til tey, sum skuldu vera við til dópin av skipinum, og av tí, at tað hevur borið til at gera tað mesta av øðrum arbeiði, so varð gjørt av at halda fast við 6. februar til dóp in. – So kunnu vit fara at mála skipið liðugt seinni, tá veðrið verður betri, greiðir Dávið Jacobsen frá. Fýra ár til skip Nýggi Tróndur í Gøtu, sum er ein nýggjari og betri út gáva av Finni Fríða, sum varð bygdur í 2003 og kølir og landar pelagiskan fisk, varð upprunaliga ætlaður at vera liðugur fyri sjey mán­ aðum síðan, men fyri fýra árum síðan, tá ætlanin var gjørd klár, vísti tað seg at vera torført hjá reiðarínum at finna eina skipasmiðju, sum hevði tíð og orku, um ­ framt ein rímiligan prís at gera skipið fyri. Tí var ætlanin seinkað í byrjanini, men í 2007 gjørd­ ist greitt, at Karstensens Skibsværft í Skagen var til reiðar at gera skipið fyri 230 milliónir krónur. Hesum kundi reiðaríið í Gøtu liva við, og tí var farið í gongd við at byggja skrokk in í Gdynia í Pól­ landi, har skipasmiðjan í Skagen sá besta møguleikan at fáa skipið gjørt. Aftur har stungu trupul­ leikar seg upp. Póllend ing­ arnir høvdu tveir skrokkar at velja í og megnaði ikki at gera báðar samstundis. An n­ ar var tann á Tróndi í Gøtu, og eftir samráðingar gav hetta úrslitið, at Tróndur í Gøtu skuldi byggjast fyrst. – Men aftaná hetta hevur tíðarætlanin hildið hjá okk­ um, hóast nógv skip, sum vórðu sett í gongd tá, ikki enn eru liðug, smílist Dávið Jacobsen. 120 í gongd Og tað er ein orsøk til, at tíðarætlanin verður hildin. Umborð á skipinum eru 120 mans til arbeiðis um døgnið at fáa skipið hjá Gøtu monnum liðugt. Tað eru mest menn úr Eysturevropa, men eisini fólk úr Norðurlondum og aðrastaðni frá arbeiða við skipinum. Innanborðs sær framvegis ikki liðugt út, men so mikið lítið manglar, at tað mesta verður klárt í morgin, tá ný ­ bygningurin verður doypt ur. Meira fisk fyri olju Seinast í hesum mánaðinum Tróndur í Gøtu til dópin Skipaslag: Nótaskip og trolari Smíðiár: 2010 Longd: 81 metrar Breidd: 17 metrar BT: 2900 tons Byggikostnaður: 230 milliónir krónur Manning: 12 Maskinorka: 6000 + 1500 KW Eigari: P/F Hvamm FAKTA Nýggi Tróndur í Gøtu hevur ligið í Skagen síðan í august 2009, men í morgin verður hann doyptur, og áðrenn hesin mánaðurin er liðugur, fer hann til fiskiskap Risastórir vinningar Tá drigið verður til Onsdagslotto hjá Danske Spil næsta mikudag, er møguleiki hjá spælarum at vinna 58 milliónir krónur. Tá skulu tó nakrar treytir lúkast í sambandi við supertal og annað, men ljóðar hesin vinningur sum nógv, so er tað kortini einki aftur ímóti tí, ið vinnast kann á netinum. Til ber hjá øllum við interneti at spæla við í ymsu lottospølunum kring um í Europa og USA, og um vikuskiftið eru heili trý lottospøl, har vinningurin er risastórur. Í italska SuperEnalotto er vinningurin heilar 137,3 milliónir evrur (1.022 milliardir krónur), amerikanska PowerBall hevur ein jackpot á 140 milliónir dollarar (761 milliónir krónur), meðan europeiska EuroMillions hevur ein jackpot á 100 milliónir evrur, svarandi til 744 milliónir krónur. Tað eru bert fáar vikur síðani, at nógv varð skrivað og sagt um tveir bretskar vinnarar, sum fingu 340 milliónir krónur í part, tá teir vunnu í EuroMillions. Til ber at spæla á eitt nú www.wintrillions.com