Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2010 27 tíðindi fer Tróndur í Gøtu til fiski­ skap, og sambært Dáviði Jacobsen er størsti fyrimun­ urin við Tróndi í Gøtu í mun til onnur líknandi skip, at minni fer út gjøgnum skorsteinarnar, sum enn eru klæddir við frosti. Skipið skal brúka minni olju fyri hvørt kilo av fiski. – Tað hevur ótrúliga nógv at siga, hvussu nógv verður brúkt í olju. Ofta sigur mann, at vit hava gjørt ein túr, og at vit hava fingið so og so nógv burturúr. Men hvussu nógv hevur túrurin kostað?, spyr Dávið Jacob­ sen. Hann vísir her til nýggja skipan, ið er umborð á Tróndi í Gøtu, sum alla tíð ina sigur, hvussu nógv olja er brúkt í mun til hvørt kilo av fiski. Manningin tann sama Í marsmánaði í fjør varð gamli Tróndur í Gøtu seld ur. Tá varð manningin á skip­ inum søgd upp, men fleiri av hesum fara nú aftur at hava kjans við Tróndi í Gøtu. Tað er nevniliga soleiðis, at ein stórur partur av teim­ um, sum vórðu uppsagdir, tá Tróndur í Gøtu varð seld­ ur, nú hava fingið í boði at koma við nýggja Tróndi í Gøtu. Køliskip Nýggi Tróndur í Gøtu er eitt sokallað køliskip. Køli­ skip veiða pelagiskan fisk við troli ella nót, og pumpar fiskin í tangar, har fiskurin verður køldur til hann verð­ ur skipaður upp og síðani verður viðgjørdur til lidna vøru uppi á landi. Í mun til Norðborg, sum er seinasti nýbygningurin av skipi, sum roynir eftir pelagiskum fiski, so hevur Norðborg fabrikk umborð, sum viðgerð fiskin, soleiðis at lidna vøran kann nýtast beinleiðis av keyparunum. 50 føroyingar til dópsveitslu Silvurið er pussað og skógvarnir bustaðir. Í gjár fóru eini 40 fólk úr Føroyum til Skagen, har tey skulu vera til staðar til dópin hjá Tróndi í Gøtu. Talan er um leiðsluna í Varðanum, starvsfólkini á varðanum, umboð fyri Eystur kommunu, fjølmiðlar og umboð fyri peningastovn og tryggingarfelag. Afturat hesum luttaka eisini tey, sum seinastu tíðina hava verið í Skagen og fylgt arbeiðinum, um framt teir føroysku undirveitararnar, sum hava starvast í Skagen seinastu tíðina. í morgin Umboð fyri reiðarí, fjølmiðlar og ávísar samstarvspartnarar vera við til dópin av Tróndi í Gøtu í morgin Tað hanga glerpípur úr tí mesta umborð á Tróndi í Gøtu. Hesar glerpípur og frostið annars hava havt við sær, at ein partur av máliarbeiðinum ikki er gjørdur Teir 120 handverkararnir, sum eru umborð á Tróndi í Gøtu, leggja seinastu hond á skipið innan Dansiskeið á Toftum Seinnapartin í dag, í kvøld og allan leygardagin verður alment dansiskeið í fimleikarhøllini í Tofta skúla. Tað verður Anna Kirstin Thomsen, sum fer at undirvísa, og skeiðini verða fyri bæði børnum, vaksnum, pørum og einstaklingum. Tey vaksnu fara at læra vanligu veitsludansirnar, foxtrot, quickstep, rock’n roll, vals og linedans – og børnini fara at læra dansispøl og rock’n roll. Dansiskeiðið, sum byrjar fríggja­ dagin, 5. februar klokkan 16 við børnum úr 3., 4. og 5. flokki, heldur fram klokkan 18 og 19.45 við ungum og eldri. Fríggjakvøldið verður dansað til klokkan 21.45. Leygardagin 6. februar verður lagt fyri klokkan 10 og hildið verður fram til klokkan 17, tá skeiðið endar. Dansiskeiðið er ætlað bæði nýbyrjarum og eisini fólki, sum duga at dansa. Skrá, kostnaður og tilmeldingarstøð kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Nes kommunu, www.nes.fo