fríggjadagur 5. februar 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2010
Vitjanin hjá lands
stýrismanninum
í heilsumálum í
Suðuroy í gjár var
óvanlig í allar mátar
Heilsuverk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Aksel V. Johannesen hevur
fingið stórt pluss í karak
terbókina frá suðuroyingum.
Tað er greitt eftir eina
fundarrøð, sum landsstýris
maðurin
í
heilsumálum
hevði í Suðuroy í gjár um
læknaligu støðuna í oynni.
Og sigast má, at væl
eydaðist væl, tí tá ið lands
stýrismaðurin fór norður
aftur, var tað í besta for
stáilsi við kommunulæknar
nar, serlæknarnar og leiðsl
una á Suðuroyar sjúkrahúsi
og eini avtalu í skjáttini um,
hvussu trupulleikin skal
loysast.
Í hesum sambandi heldur
hon, at tað var ein stórur
fyrimunur, at landsstýris
maðurin er sjálvur úr einum
útjaðaraøki.
Tað sær út til, at tað skuldi
ein patriotur í Klaksvík til at
loysa trupulleikan í Suðuroy,
sigur Marjun Olsen, sum var
ein av teimum, sum fyrireik
aði kravgongu í sambandi
við vitjanina hjá landsstýris
manninum.
Hon hevur varhugan av,
at av tí, at landsstýrismað
urin sjálvur kemur úr einum
lokaløki, sum eisini merkir
trupulleikar, hevur hann
størri forstáilisi fyri trupul
leikanum.
Og hon heldur eisini, at
tað sást aftur í øllum mátan
um, sum landsstýrismaðurin
takklaði støðuna upp á.
Vitjanin hjá Aksel V.
Johannesen í Suðuroy var
óvanlig í allar mátar, sigur
Marjun Olsen.
Hon sigur, at tá ið embætis
fólk og politikarar koma til
Suðuroyar, er tað vanliga, at
alt verður hurlað ígjøgnum,
tí tað, sum alt snýr seg um, er
fyri alt í verðini at lukkast
norður aftur við Smyrli
seinnapartin.
Men so var ikki hesu
ferð, tí landsstýrismaðurin
og embætisfólkini tóku sær
ta tíð, sum kravdust til finan
eina loysn og tað merkti, at
fundur var eisini í alt gjár
kvøldið fyri at finna eina
loysn og tískil fór lands
stýrismaðurin heldur ikki
norður
aftur
fyrrenn
í
morgun.
Hon leggur afturat, at hon
er sera væl nøgd við úrslitið,
tí landsstýrismaðurin og
læknar og leiðsla á Suður
oyar Sjúkrahúsi, samdust
um eina avtalu, sum fram
tíðartryggjar heilsuverkið í
Suðuroy.
Tað var tað vit vildu
hava og tað fingu vit, so tær
fær ikki verið betri, heldur
hon.
Suðuroyingar hava verið
undir stórum trýsti seinastu
tíðina, tí teir hava stúrt fyri,
at øll læknaskipanin í oynni
skal detta sundur.
Kommunulæknarnir hava
boðað frá, at arbeiðsbyrðan
er
so
stór,
at
ongin
kommunulækni fer at tíma
at arbeiða í Suðuroy.
Helt ítøkiliga hevur hetta
ført við sær, at ein av yngru
kommunulæknunum hevur
biðið um farloyvi og ein
annar ungur kommunu
lækni, sum ætlaði at søkja
starv í Suðuroy, hevur trekt
følihornini aftur og hevur
boðað frá, at sum umstøð
urnar eru nú, hevur hann
ikki hug at verða kommunu
lækni í Suðuroy.
Somuleiðis eru tað ser
læknar á sjúkrahúsinum,
sum hava umhugsað sína
støðu, tí teir fáa ov lítlar
møguleikar at virka sum
serlæknar, tí teir í ov stóran
mun mugu taka sær av
uppgávum, sum hjálpar
læknar vanliga fáast við.
Tí var ovurstórur vandi
fyri, at alt heilsuverkið í
Suðuroy skramblaði saman.
Hetta var eisini orsøkin
til, at landsstýrismaðurin í
heilsumálum og toppem
bætisfólk
í
heilsumála
ráðnum, komu til Suðuroyar
í gjár at royna at finna eina
loysn.
At
suðuroyingar
taka
støðuna í fullum álvara,
sást av, at tá ið landsstýris
maðurin kom á Sjúkrahúsið,
varð hann møttur av einum
300 fólkum í kravgongu.
Og kravið varð, at heilsu
verkið í Suðuroy fær tað
játtan, sum er neyðug fyri
at framtíðartryggjað tað.
Og sigast má, at væl
eydnaðist væl, tí tá ið
landsstýrismaðurin
fór
norður aftur, var tað í besta
forstáilsi við kommunu
læknarnar, serlæknarnar og
leiðsluna
á
Suðuroyar
sjúkrahúsi og eini avtalu í
skjáttini um, hvussu trupul
leikin skal loysast.
Greiður boðskapur
Men boðskapurin frá krav
gongufólkinum til lands
stýrismannin
vóru
púra
greið.
Vit eru ein javngóður
partur av føroyska sam
felagnum, og vit finna
okkum ikki í, at verða sett
lægri enn onnur, segði
Marjun Olsen í eini stuttari
røðu, hon helt fyri Aksel V.
Johannesen, tá ið hann kom
á sjúkrahúsið.
Tað er tykkara einfalda
skylda at syrgja fyri, at tað
eisini verður trygt og liviligt
her um okkara leiðir.
Nú tað tekur at rapa,
vóna vit, at tú krevur at eis
ini vit í syðra heilsuøkinum
hava eitt rættvíst krav um
trygd og trivna fyri børn,
gomul, sjúk og veik, okkara
millum.
Hava tit ráð til dupultar
skipanir fyri norðan, so
vilja vit eisini vera við í
býtinum fyri sunnan.
Tað skal ikki at bera til
longur ár um ár, at javna
tveir stórar ein vegin og ein
lítlan hin vegin, segði
Marjun Olsen.
Patriotur úr Klaksvík loysti
stóran trupulleika í Suðuroy
Undir stórum trýsti
Betri umstøður til teknisku deild
Nú kann arbeiði betri tilrættaleggjast, og umstøður eru at gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiði
innandura. Høllin er útgjørd við stórari bilhurð, so bilar og maskinur fáast inn. Eisini er
møguligt at keypa inn í størri nøgdum, nú høllin eisini kann nýtast sum goymslupláss. Tað
siga tekniski leiðarin hjá Nes kommunu, Aksel Højgaard og arbeiðsformaðurin, Jan Petersen.
Upprunaliga var tað byggimeistarin á Toftum, Haldur Vang, sum bygdi høllina í samband við
nógva virksemið, sum hansara felag hevði upp gjøgnum áttatiog nítiárini. Høllin, sum Nes
kommuna nú eigur á Heygunum, er útgjørd við verkstaði, kantinu til arbeiðsfólkið og wc.
Tað er Nes kommuna, sum ber hesi tíðindi á síni heimasíðu.
Aksel V. Johannesen lurtar eftir krøvunum frá suðuroyingum og hann sissaði kravgongufólki, tí
hann vissaði tey um, at vit eisini í framtíðini hava eina vælvirkandi heilsutænastu í Suðuroy
Aksel V. johannesen, landsstýrismaður, og embætisfólk hansaera,
vórðu møtt av kravgongu, tá ið tey komu til Suðuroyar