Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2010 Stjórin á Suðuroyar Sjúkra­ húsið er sera væl nøgdur við semjuna, sum varð gjørdur við heilsumálaráðið í gjárkvøldið um lækna­ viðurskiftini í oynni. Tað staðfestir hann eftir fundirnar við Aksel V. Johannesen, landsstýris­ mann í heilsumálum í allan gjár um læknaligu støðuna í oynni. Hann sigur, at landsstýris­ maðurin gekk at kalla øllum ynskjum frá Suðuroyingum á møti. Hjálparlæknar lætta trýstið Semjan, sum varð gjørd í gjárkvøldið um heilsutæn­ astuna í Suðuroy í gjár­ kvøldið, ber í sær, at hjálparlæknaskipan verður sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Umframt at taka sær av hjálparlækna uppgávum á sjúkrahúsunum fyri at lætta um hjá serlæknunum, skulu teir eisini hava skaðastovuvakt eftir vanliga arbeiðstíð. Hetta er arbeiði, sum kommunulæknarnir í Suðuroy annars hava røkt. Harafturat skal Suður­ oyggin í vár knýtast upp í læknavaktina á meginøki­ num, men við kommunu­ læknunum sum bakvakt. ­ Alt hetta fer at lætta munandi um trýstið á kommunulæknarnar í Suðuroy, tí fyri tað fyrsta taka hjálparlæknarnir sær av skaðastovuvirkseminum og annars verða helvtin av øllumviðtalum uttanfyri vanliga viðtalutíð, av­ greiðast umvegis telefonina, sigur Aksel V. Johannesen. Fáa narkosulækna Aksel V. Johannesen hevur eisini bundið seg til at gera eina ætlan fyri, hvussu Suðuroyar Sjúkrahús eisini fær atgongd til ein narkosu­ lækna. Hendan ætlanin skal vera klár fyri 1. juni og hon skal vera eitt lið í sam­ starvsavtaluni, sum akkurát nú er gjørd ímillum tey trý sjúkrahúsini. Longu í hesum mánaðin­ um skulu stjórarnir á teimum trimum sjúkrahús­ unum hittast at tosa um málið og síðani skal heilsumálaráðið gera eina avtalu við narkosuøkið á landssjúkrahúsinum og aðrar avvarandi partar um, hvussu tað skal skipast og fíggjast. ­ Vit vænta, at tá ið heystið kemur hava vit sett allar tættirnar í ætlanini í verk, so at vit hava fram­ tíðartryggjað heilsutænast­ una í Suðuroy, sigur Aksel V. Johannesen. Hann leggur afturat, at hendan ætlanin er løgd í semju við læknarnar í Suðuroy og hetta er sostatt ein ætlan, sum teir taka undir við. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at tilsamans er hetta ein ætlan, sum kostar lands­ kassanum tvær milliónir um árið. Men ein partur av útreiðslunum skulu finnast við at spardum útreiðslum til kommunulæknarnar við tað, at teir fáa minni at gera. Aksel V. Johannesen sigur, at hetta er loysnin sum læknarnir í Suðuroy sóknaðist eftir. Og hann leggur afturat, at hann hevur fingið at vita, at hendan avtalan hevur eisini fingið læknar, sum hava himprast við at starvast í Suðuroy, til at umhugsa støðuna av nýggjum, tí teir eru rættiliga væl nøgdir. Lættir trýstið á læknar í Suðuroy Eisini tey minstu vóru í kravgongu fyri at tryggja teirra framtíðar heilsutænastu í Suðuroy Kravgongufólkið hevði eisini gjørt sær ómak at skriva skelti fyri at stuðla upp undir krøvini Suðuroyingar taka støðuna í fullum álvara og tað sást eisini aftur í kravgonguni Grýluklæði í Reyða Krossi Hetta fram til Føstulávint ber til at ogna sær grýluklæði, hattar, skortar og annað í Reyða Kross handlinum á Bryggjubakka. Har eru bæði liðugt seymað klæði og ein rúgva av stuttligum, brúktum klæðum, sum væl ber til at pynta seg í – ella fáa eina mammu ella ommu at seyma burturúr. Handilin er opin hósdagar og fríggjadagar klokkan 13.30 til 17.30 og leygardagar klokkan 11.00 til 14.00. So vilja tit ogna tykkum stuttlig og kaksna annaðleiðis grýluklæði, so er bert at fara oman á bryggjubakka. Samstundis hjálpa tit neyðstøddum um allan heim. Í handlinum er eisini bússa til innsavnan av peningi at hjálpa Haiti, sigur Reyði Krossur í tíðindaskrivi.