Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 25 - 5. februar 2010 tíðindi RussaR Orð&myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Ánirnar: Tað er ógvuliga friðarligt her á havnalagnum um middagsleitið í gjár. Tað er í arbeiðstíð, men einki sæst til fólk, fæ ella før. Framman fyri “Kapitan Butrimov” er sama støðan. Ikki eitt menniskja at síggja. Leytarin hongur tó niður ímóti bryggjuni, og her er eingin sum forðar nøkrum í at sleppa umborð. Eg havi gjørt avtalu við skiparan, Victor, at práta við hann um middagsleitið. Tað er tó ikki vist, at samrøðan okkara millum verður til nakað. Tá eg spurdi meg fyri mikudagin, helti hann á bæði borð: - Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Eg veit heldur ikki, um tú fært nakað burtur úr. Eg veit ikki .... Sum ein treiskur tíðinda- maður góðtekur ein ongatíð eitt nei fyri eitt nei. So hví ikki royna. Ein fær so ikki annað enn eitt “njet”! “Kapitan Butrimov”, ið varð bygdur í 1990, er ein stórur verksmiðjutrolari, so tað er høgt av bryggjukant- inum og upp á dekkið. Held- ur ikki her er nakar sjómað- ur at síggja. Ein hurð stend- ur tó opin, og einastaðni har inni hoyrist mannamál. Á skottinum standa ymisk uppsløg á russiskum, men hetta er sum volapyk fyri tann ókenda. Inni í einum av kømrunum eru nakrir av manningini savnaðir. Prátið gongur so listiligt, og tað er líkt til at teir hugna sær. Teir hoyra, at her er fremmant fólk komið umborð. Teir skunda sær allir út, fyri at vita hvør hes- in fremmandi er sum er komin á gátt. Gott suppukjøt Inni á kamarinum er trong- ligt, men hvat sakar tað, tá ein er í sama báti: Allir bíða teir eftir at sleppa til fiskiskap aftur. Á borðinum stendur orsøkin, til at teir eru savnaðir her og til at lagið er so gott. - Police?!, vil ein teirra fyrst hava at vita. Teir óttast helst, at “lovens lange arm” vil hava eitt orð við teir. Nei, tá man vera frægari at tosa við eitt tíðindafólk. Onkur teirra hevur gjørt seg serliga góðan vin við kokkin, sum hevur sett ein tallerk við kókaðum kjøti fram fyri teir. Hetta dámar teimum, tí tað er ikki leingi, so er tallerkurin tómur. - Halt teg bara framat, sigur ein teirra á hampiligum enskum máli. - Fært tú tær ikki nú, so verður einki til tín um eina løtu. Hetta er tað besta eg veit! Tíð er bert til at hyggja eftir kjøtinum, tí nú kemur skiparin. Tað skilst á øllum brøgdum, at hann fegin vil hitta umboðið fyri tíðinda- tænastuna. - Kom við mær. Vit fara upp á skiparakamarið! Kona og børn Skiparakamarið er ikki prangandi á nakran hátt. Og tó - tað er helst ikki hvørjum skipara beskorið at hava tríggjar telefonir, teldu og fax á kamarinum. Aftanfyri hann hongur, sum myndin eisini vísir, russiska flaggið omanfyri eitt skipsróður. Á einum øðrum veggi hongur ein hitamálari, ein mynd av einumhvørjum russiskum halgimenni og ein seðil, ið skal minna hann á okkurt. Og á borðinum liggur ein fjarstýring, ein roknimask- ina og annað sum ein skip- ari bara skal hava, til tess at útinna starv sítt. - Eg tosi ofta við konuna, - einar tvær ferðir um vik- una. Nei, hon er ikki ótta- full, so leingi vit liggja við bryggju í Føroyum. Heima í Ruslandi eigur Victor eisini tveir synir - annar er 15 ár og gongur í ungdómsskúla, meðan tann 22 ára gamli og eldri bróð- urin, er í ferð við hægri lest- ur í Kalingrad. Síðst, men ikki minst er tað konan, Tatyana. Hon segði manninum farvæl í november, og fær hann, um rætt verður atborið, fyrst at síggja aftur 1. mai. Tá fer trolarin á sleipistøð annað- hvørt í Letlandi ella Polen. - Tatyana, hon bíðar eftir mær. Eg hopi, at eg skjótt sleppi heim, - ella til fiski- skap. Annað tað. At liggja bundin við bryggju, er einki lív. “Sad story” - Ja, var tú komin umborð í farnu viku, so høvdu vit ver- ið 22 mans. Nú eru vit bara 20 - men tað eru altso 20 góðir menn, vit hava umborð, sigur hann. Honum stendur greitt, at fólk í landi eisini hava hoyrt ta syrgiligu søguna um tveir av hansara skipsmonnum, sum fyrst endaðu í varðhald- inum og síðani vórðu vístir av landinum. Greinin í Sosialinum mikudagin við heitinum “Útvístir fyri at stjala mat”, segði greitt frá lagnuni hjá hesum báðum monnunum, ið høvdu ognað sær vørur og annað úr handlum í Klaksvík, og sum teir altso ikki høvdu goldið fyri. - “Sad story”, heldur skip- arin fram. Vanliga eru teir 64 mans umborð, tá teir eru til fiski- skap. Men síðani skipið varð noytt inn í føroyska havn, er manningin so líð- andi farin heimaftur. Teir 20, sum nú eru umborð royna, sum frægast at fáa gerandisdagin at ganga. Einki er sum ein góð sig - Do you have a cigarette?, er fyrsti spurningur frá russiska sjómanninum her umborð á “Kapitan Butrimov”. At liggja bundin við bryggju ímóti sínum vilja, er ikki stuttligt, tá einum dámar sjólívið. Eingin maður klagar kortini. Teir gleða seg bara at sleppa til fiskiskap aftur. Tað er helst so sum skiparin umborð, Victor Makarov sigur tað so rámandi: - Tá vit fiska er fortjenastan góð. Men tað eru eingir pengar í at liggja við bryggju! ” Onkur teirra hevur gjørt seg serliga góðan vin við kokkin, sum hevur sett ein tallerk við kókaðum kjøti fram fyri teir. Hetta dámar teimum, tí tað er ikki leingi, so er tallerkurin tómur Russiski trolarin hevur ligið bundin við bryggju í Ánunum í meiri enn ein mánað. - Vit ynskja bara at loysa frá bryggju og sleppa til fiskiskap!