fríggjadagur 5. februar 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2010
31
tíðindi
arett aftaná suppuna
Men tað kann tykjast lang
ligt, tá ein liggur við bryggju
enn ein dag, og eisini skal
liggja næsta dagin.
Nei, hetta er ikki serliga
stuttligt. Høvdu vit bara
havt hetta vælsignaða fiski
loyvið. Okkum dámar nógv
betri at fiska, enn at liggja
við bryggju. TAÐ er lívið!,
greiðir Victor íðin frá.
Tann stóri og ósvaraði
spurningurin er, nær teir
aftur sleppa til tað, teir í
november mánaði í fjør
løgdu út til: At fylla lastina
sum skjótast og selja hana
fyri ein góðan prís.
Og síðani sleppa heim
aftur til síni kæru.
Ongar sigarettir
Victor Makarov og hansara
19 mans eru í stóran mun
klárir at fara til fiskiskap.
Líka so skjótt sum teir fáa
fiskiloyvið, og restin av
manningini er komin um
borð, verður lagt til brots
aftur í føroyskum sjógvi.
Tað er tað teir mest av
øllum leingjast eftir, men
okkurt skulu teir kortini
takast við, nú teir liggja við
bryggju. Teir fyrstu dagarnir
gjørdu teir reint umborð
eftir at hava fiskað í nakað
meiri enn ein mánað.
Tað var kortini skjótt at
hetta fekk ein enda. Okkurt
smávegis var at taka til, men
so við og við varð bert tað
allarmest neyðuga gjørt.
Í dag gera vit alt fyri at
tryggja skipið. Og tú skilir,
at tað tekur ikki langa tíð hjá
20 monnum at gera tað. Vit
hava jú ligið her so leingi,
slær hann brosandi fast.
Teir nýta ein stóran part
av tíðini til at práta, hugna
sær saman við sjónvarpi og
hava eisini gingið túrar inn
til Klaksvíkar ella norður
eftir móti byrgingini um
Haraldssund.
Ein maður kemur við
ferð inn á skiparakamarið.
Hetta er bátsmaðurin,
greiðir skiparin frá, sami
maður sum vildi vera blíður
við tann fremmanda og
bjóða honum burtur av kók
aða kjøtinum.
Hann vildi vita, um tann
fremmandi hevði tikið sigar
ettirnar við umborð.
Nei, sigur Victor. Eg
havi biðið um tær. Men tær
eru so ikki komnar enn. Og
tað er so í øllum førum ikki
hasin tíðindamaðurin, sum
skal taka tær við umborð!
Svangur??
Tað var ein søgan um russ
aran, sum helt vakt umborð
á einum báti við skipasmiðj
una á Skála. Sagt varð, at
hann hevði ongan mat
umborð, og at hann tí varð
noyddur at fiska oljudálkað
ar skrubbur til lívsins uppi
hald.
Tað vísti seg tó og sum
lýst varð her í blaðnum at
hann hevði nóg mikið av
øllum umborð. Hann leið
so onga neyð. Og tað gera
teir 20 menninir umborð á
“Kapitan Butrimov” heldur
ikki.
Ert tú ikki svangur?
Klokkan er enn bara 15
minuttir yvir 12. Vit eta um
45 minuttir. Tú ert vælkomin
at eta við okkum. Kokkurin
er góður, skal eg siga tær.
Skiparin tekur meg við
sær inn í kabússuna. Kokk
urin kemur úr messuni.
Hann er í ferð við at leggja
seinastu hondina á dagsins
rætt suppu, á øðrum sinni
í dag og tryggjar sær nú,
at borðini eru rein, nú skaff
ast skal hvørja løtu.
Kokkurin dugir sera væl
at gera suppu. Vit fáa eina
nýggju suppu hvønn einasta
dag í viku. Hann ger góða
suppu á morgni, góða suppu
á middegi og góða suppu
aftur á kvøldi. Einki er sum
góð suppa við kjøti afturvið,
sigur sigur skiparin og gev
ur kokkinum eitt ordiligt
herðaklapp.
Nú teir liggja við bryggju
sleppur kokkurin eitt sindur
lættari: Undir fiskiskapi
verður borðreitt fýra ferðir
um dagin við góðum mati.
Nú teir liggja við bryggju,
og menn bert gera tað mest
neyðturviliga, verður bara
borðreitt tríggjar ferðir.
Høvdu vit nú bara fingið
sigarettirnar. Tað hevði ver
ið gott omaná suppuna, sig
ur kokkurin.
”
Tatyana, hon bíðar eftir mær. Eg hopi, at
eg skjótt sleppi heim, - ella til fiskiskap.
Annað tað. At liggja bundin við bryggju,
er einki lív
”
Nei, hetta er ikki serliga stuttligt. Høvdu
vit bara havt hetta vælsignaða fiskiloyvið.
Okkum dámar nógv betri at fiska, enn at
liggja við bryggju. TAÐ er lívið!
- Hetta er ein keðilig støða, sum vit eru komnir í. Vit
vilja so fegnir fiska, men sleppa tað ikki, sigur 44 ára
gamli skiparin, Victor Butrimov
- Vit fortjena væl, tá vit eru til fiskiskap. Men at liggja við bryggju, gevur ongar pengar, sigur
Victor Butrimov