fríggjadagur 5. februar 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 5. februar 2010
Ongland, Danmark,
Írland, Norðurírland og
Liechtenstein. Tað eru
londini, sum Brian Kerr
helst vildi fingið úr UEFA-
pottinum, tá lutakast
verður sunnudagin
Tað er sjálvandi ikki upp til lands
liðsvenjaran sjálvan at gera av,
hvørji liðini eru, sum koma úr pott
inum. Og sum Brin Kerr staðfestir,
so tryggja reglurnar jú eisini, at
talan verður um javna spjaðing í
styrkini av mótstøðuliðnum.
Sjálvur vil Kerr tí ikki seta nakra
greining á, akkurát hvørji lond vildu
verið tey bestu hjá okkum at fingið,
men hann viðgongur, at eins og
føroyski áskoðarin, so hevur hann
eisini síni ynski.
– Av teimum sterkastu, er talan
um ítróttarliga risauppgávu,
líkamikið, hvørjum vit møta. Men
eg kundi ímyndað mær, at føroysku
áskoðaranir fegnir vildu havt
Ongland og Danmark. Og úr triðja
styrkislagnum vildi tað sjálvandi
verið stuttligt hjá mær, um vit fingu
Írland. Úr fjórðsterkasta pottinum
haldi eg, at Norðurírland vildi verið
spennandi – eisini tí vit áður hava
fingið góð úrslit móti teimum, og
so haldi eg, at Liechtenstein hevði
verið fínt at fingi úr bólki fimm.
Men hvør veit. Vit fáa neyvan øll av
hesum, og skuldu tey bæði Írlond
ini gloppið, kundi eg hugsað mær
Skotland og Wales, men vandin er
jú eisini, at vit ikki fáa nakað av
hesum liðum.
– Um hetta gjørdist lutakastið, so
var talan um ein bólk, sum var
fíggjarliga lokkandi. Sum hevði
ítróttarligar møguleikar. Og sum
eisini hevði sloppið okkum undan
alt ov drúgvum ferðum.
Avrikið er málið
Tá tosað verður um ítróttarligu
møguleikarnar, er ein spurningur,
um venjarin hevur sett sær nakran
ávísan málsetning. Men í mun til
Henrik Larsen, tá hann tók við, so vil
Brian Kerr ikki seta nakað tal á, hvør
føroyska úrtøkan skal verða.
– Tað er eingin orsøk at leggja
nakað trýst á liðið í so máta. Tað
týdningarmesta hjá okkum er, at vit
fremja góð avrik. At vit betra okkum
so nógv, sum vit á nakran hátt
kunnu. Sjálv úrtøkan veldst jú um
so nógv. Hvussu hópurin er fyri við
skaðum og líknandi. Hvørji mót
støðuliðini verða, og so hava vit
sjálvandi eisini hepni fyri neyðini.
– Hinvegin skulu vit sjálvandi ikki
smæðist burtur. Megna vit at hava
eins støðug avrik, sum vit høvdu í
seinastu kapping, og kunnu vit
fanga okkurt av hinum liðunum á
einum ikki so góðum degi. So hava
vit avgjørt møguleikan. Og so kann
tað jú verða, at vit tosa um bæði trý,
fýra og kanska fleiri stig, tá
kappingin er av. Men eg haldi, at vit
bíða við samanteljingini, til allir
dystirnir eru spældir. Fyrst og
fremst ræður um at taka ein dyst í
senn.
Svanga-
skarð
besta
boðið
Hóast tosað hevur verið
um dyst á graslíkinum
í Gundadali, so
heldur Brian Kerr, at
Svangaskarð framvegis
er besta staðið til
heimadystir
Beint undan ársskiftinum stóð
greitt, at FSF nú sjálvt kann
velja, um heimadystirnir hjá
Alandsliðnum skulu spælast á
grasi ella graslíki. Hetta tí
vøllurin í Gundadali nú hevur
allar neyðugar góðkenningar.
Landsliðsvenjarin ivast ikki í,
at tað er neyðugt hjá føroy
ingum at fáa í lag eitt orðaskifti
um evni, men sjálvur er hann
eitt sindur í iva um, hvussu
stórur fyrimunurin hevði verið
við graslíki.
– Nýggju graslíkisvøllirnir
sum tann í Gundadali eru jú
framúr góðir. Bólturin ferðast
skjótt, og tú verður ikki bilsin
um, hvussu hann støkkur í
vøllinum. Og tí ivist eg, um
hetta hevði verið nakar fyri
munur hjá okkum. Og so eru
tað eisini sitiplássini, sum jú eru
rættiliga avmarkað í tali.
– Og skal eg sjálvar taka
útgangsstøði í seinasta heima
dystinum, sum var móti Litava,
so eri eg sjálvandi ikki í iva.
Svangaskarð er vøllurin, har vit
hava fingið bestu úrslitini. Ikki
bara móti Litava, men eisini
móti eitt nú Skotlandi. Tað er
eitt stað, har mótstøðuliðini ikki
dámar at fara, og tað haldi eg,
at vit eiga at gera okkum dælt
av. Tað er jú tað sama, sum tá vit
spæla móti stóru tjóðunum, og
tey leggja dystin langt frá
megin økinum. Tað nervar
okkara fyrireikingunum, so eg
dugi ikki at síggja, hví vit ikki
skulu nýta somu snildir, tá vit
fyrireika okkara landslið, sigur
Brian Kerr.
mørk
Dreymabólkurin
hjá Kerr
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Ynskilistin hjá Kerr
Ongland
Danmark
Írland
Norðurírland
Liechtenstein
Føroyar