fríggjadagur 5. februar 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 5. februar 2010 – Nr. 25 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 33
Woods aftur á vøllin
Besti golfspælarin í 21. øld hevur havt eina rættiliga turbulenta tilveru á
privata hermótinum seinastu vikurnar, og hevur hann tí givið avboð til
golfkappingar seinastu tíðina. Men nú fer tann stóri golfsnillingurin aftur á
vøllin. Fyrsta kappingin Tiger Woods fer at taka lut í, verður ein golfkapping
í amerikanska deilríkinum, Arizona, sum nevnist Accenture Match Play
Championship. Accenture var annars ein av sponsorunum, sum breyt
sponsorsamstarvið við Tiger Woods, tá tað kom fram, at Tiger Woods hevði
havt fleiri síðuspring. Ivi var annars sáddur um Tiger Woods nakrantíð aftur
fór at spæla golf aftur á høgum kappingarstøði. Men nú er heimsins besti
golfspælari so klárur til at taka kappingina upp við heimselituna aftur.
Undan teimum báðum
dystunum um vikuskiftið
eru trý stig á muni millum
nummar tvey og nummar
seks. Tann munurin kann
saktans minka aftur
niður í tvey stig, so tøtt er
kappingin
Enn er støðan í Atlantic Airways-
kappingini so tøtt sum sjáldan fyrr,
og framvegis eru í veruleikanum
fimm lið við í kappingini um at
spæla FM-finalur ímóti Neistanum,
samstundis sum tey royna at
sleppa undan niðurflyting. Av tí at
Team Klaksvík er klárt á odda í
næstbestu deildini, er greitt, at eitt
av teimum fimm liðunum fer at
flyta niður, sum reglurnar eru nú.
Mikukvøldið spældu Kyndil og
H71 javnt, so tí eydnaðist hvørgum
teirra at sleppa stórvegis frá hinum.
Sunnudagin skulu so hini fýra liðini
spæla, og alt eftir, hvussu úrslitini
laga seg, kann munurin millum tey
fimm tøttu minka úr trimum niður í
tvey stig.
KÍF og VÍF, sum spæla í Kollafirði,
eru í løtuni tey bæði niðastu, við
ávikavist 11 og 10 stigum. Vinna
kollfirðingar, koma teir ájavnt H71
og Kyndli í stigum, men vinna
vestmenningar, koma teir upp á 12
stig og allarhelst eitt fjórðapláss.
Í hinum dystinum tekur StÍF
ímóti Neistanum, sum kemur inn á
Skála við einum donskum lands-
liðs málverja, sum eisini skal spæla
steypafinaluna fyri Neistan. StÍF
hevur ikki havt sítt besta
kappingarár, og javnleikurin ímóti
H71 fyri viku síðani var fyrsta stigið
hjá strandingum síðani hálvan
november! Hinvegin er Neistin
favorittur hvørja ferð, og so verður
eisini sunnudagin.
VB heldur við
Neistanum
Vágskvinnur hava eina
av meira ómøguligu
uppgávunum í Klaksvík
sunnudagin, men
samstundis verður
helst hugsað um, at StÍF
ikki má fáa stig ímóti
Neistanum
Tað er ikki vanligt, at nakar
tekur Stjørnuna á heimavølli í
Klaksvík, so tí eru útlitini
neyvan tey bjartastu hjá VB,
sum stríðist fyri lívinum á
aftasta plássi í Sunset-
kappingini. Fær VB stig frá
Stjørnuni, er tað ein sensatión.
Men samstundis ræður um
hjá VB, at hini bæði liðini, VÍF og
StÍF, ið liggja fýra stig framman
fyri á stigatalvuni, heldur ikki
fáa nakað burturúr. VÍF skal á
útivølli spæla ímóti Tjaldri, sum
neyvan ætlar at tveita nøkur
stig burtur í Runavík, so
Stjørnan skal eiga oddasessin
púra ókeypis.
Hinvegin tekur StÍF á heima-
vølli ímóti Neistanum, ið kanska
ikki hevur ta stóru
motivatiónina, tí liðið kundi
næstan longu nú fingið
bronsuheiðursmerkini. Tí kann
StÍF gera ein vørr her, so ikki er
ringt at hugsa sær, hvørjum
VB-fólkini munnu halda við í
hesum dystinum…
hil
Tvey av fremstu liðunum
møta teimum aftastu, so
neyvan henda stórvegis
broytingar í Eik-liguni hjá
kvinnum. Hjá monnum er
somuleiðis dystur millum
tvey lið, sum eru 12 stig frá
hvørjumøðrum
Einki talar fyri, at nakað merkis vert
úrslit verður at síggja í flog-
bóltskappingini um vikuskiftið, tí av
teimum tilsamans fýra dystunum,
sum eru á skránni, er tað bert
kvinnudysturin millum Fleyr og
Drátt, ið má metast at vera dystur
millum tvey jøvn lið.
Hinvegin er tann dysturin ikki
meira spennandi enn so, at hann er
millum nummar fýra og fimm á
stigatalvuni í Eik-liguni hjá
kvinnum. Vinnarin kemur ikki hægri
enn fjórðaplássið, men hevur so
tvey stig niður til fimtaplássið.
Dráttur vann herfyri tvær ferðir á
rað á Fleyr, sum síðani ikki hevur
víst nakra beinleiðis orsøk til, at
liðið skal roknast sum favorittur
sunnudagin.
Í hinum báðum kvinnudystunum
skulu SÍ og TB á útivølli spæla ímóti
teimum báðum niðastu liðunum,
ávikavist ÍF og KÍF. TB kann ikki
vænta sær trupulleikar í Kollafirði,
og tað kann SÍ neyvan heldur
vænta sær á Kambsdali, hóast ÍF í
vikuni tók eitt sett frá Mjølnir. Við
øðrum orðum fer TB at yvirhála
Mjølnir, samstundis sum SÍ fram-
vegis verður fýra stig á odda.
Fjórði dysturin er í Eik-liguni hjá
monnum, har ÍF á Kambsdali tekur
ímóti SÍ. Síðstu dystirnar hevur sæð
út til, at sørvingar eru vorðnir
munandi stinnari, meðan ÍF enn
haltar langt aftanfyri og nokk mest
hugsar um at spæla ungar menn
inn á liðið, sum framtíðin kann
byggja á. Her er SÍ stórfavoritturin,
ið hevur beina kós í FM-finaluna
ímóti Mjølnir.
Hondbóltur
Sunset-kappingin
07/02
14.30
StÍF-Neistin
07/02
15.00
Stjørnan-VB
07/02
15.00
Tjaldur-VÍF
Atlantic Airways-kappingin
07/02
16.00
StÍF-Neistin
07/02
16.00
KÍF-VÍF
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
07/02
13.30
KÍF-TB
07/02
14.00
ÍF-SÍ
07/02
16.00
Fleyr-Dráttur
Eik-ligan, menn
07/02
16.00
ÍF-SÍ
Dystir um vikuskiftið
SÍ og TB fara avstað
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Framvegis trongligt
Grannauppgerðin í Norður streymoy inni
heldur nógvar dimensiónir hesa ferð. Ikki
minst ein fyri vestmenningar óhugnaligan
møguleika fyri isolatión í botninum
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen