fríggjadagur 5. februar 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 5. februar 2010 – Nr. 25
Svimjisamband
Føroya fer í summar at
luttaka á "Swimming
Championships of
the Small States of
Europe", ið er evropeiska
meistarastevnan fyri
svimjitjóðir við færri enn 1
millión íbúgvum
Svimjing
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Evropeiska meistarastevnan fyri
smátjóðir er eitt tilboð til tær
smærru svimjitjóðirnar í Evropa at
kappast sínámillum. Eisini líka ár,
har teir evropeisku leikirnir fyri
smátjóðir eru ólíka ár. Føroyar
kunnu ikki enn luttaka á hesum
síðst nevndu "Games of the Small
States of Europe", sum umframt
svimjingina umfatar flestu
ítróttargreinarnar, ið vit kenna frá
Oyggjaleikum. Hetta tí luttøkan
krevur olympiskan limaskap.
Tey svimjisambond, ið luttaka í
"Games of the Small States of
Europe" annaðhvørt ár hava tí
avgjørt at hava eina svimjistevnu
fyri allar smátjóðirnar í Evropa í
millumárunum. Hetta merkir, at
Svimjisamband Føroya, ið er
fullgildigur limur í bæði evropeiska
og altjóða svimjisambandinum,
verður boðið við. Eitt tilboð, ið
sjálvsagt hóvar Svimjisam bandin
um væl, tá tað betrar um okkara
grundgeving fyri olympiskum
limaskapi, og hartil fellur á júst tey
ár, tá ið Oyggjaleikir ikki eru.
Sostatt fær Svimjisambandið nú
ein gyltan møguleika at minka um
sveiggini millum ár við og uttan
Oyggjaleikir, ið annars ávirkar
svimjingina nógv, eins væl og so
nógvan annan føroyskan ítrótt.
Tí hóast tað við evropameistara
stevnu og líknandi finnast ríkiligar
og harðar avbjóðingar til úrmæl
ingarnar, umframt nógvar altjóða
stevnur til eisini tann meira breiða
hópin, so hevur okkurt millumstig
av eini meistarastevnu vantað til
sonevnda Oyggjaleikahópin at
venja miðvíst fram til tey ár, tá ið
Oyggjaleikir ikki eru. Og tað má
man siga, at tað verður nú, tá ið tey
fáa møguleika fyri at vinna sær heiti
sum bæði "Champion of the Small
States of Europe", og "Junior
Champion of the Small States of
Europe".
Luttakarar á smátjóðaleikunum
eru í løtuni: Andorra, Kýpros, Ísland,
Liktinstein, Luksemborg, Malta,
Monako, Montenegro og San
Marino. Av hesum hava serliga
Ísland, Kýpros og Luksemborg
vunnið heiðursmerki á leikunum.
Ítróttagreinarnar eru til dømis:
frælsur ítróttur, fimleikur, judo,
skjóting, borðtennis, flogbóltur og
svimjing. Smátjóðaleikirnir hava
verið annaðhvørt ár síðani 1985,
undir leiðslu av Olympisku
nevndunum hjá hesum londum.
Evropeiska svimjistevnan fyri
smátjóðir var fyri fyrstu ferð í
Luksemborg í 2008, sum partur av
Open Luxembourg Championships.
Vertstjóðin Luksemborg vann flest
heiðursmerki og steypið fyri lið,
frammanfyri Malta, San Marino,
Kýpros, Andorra, Gibraltar og
Montenegro. Ísland luttók ikki á
fyrstu stevnuni, men verður
vertstjóð nú á næstu stevnuni, sum
verður í Hafnarfirði hin 12. til 13.
juni 2010. Svimjistevnan er undir
leiðslu av teimum luttakandi
limalondunum, íroknað Gibraltar
og nú framyvir Føroyar.
Ætlanin hjá Svimjisambandinum
er at senda ein hóp til Íslands, sum
minnir um hópin, ið vanliga verður
sendur til Oyggjaleikir. Tað vil siga,
at krøvini verða rættiliga hørð til at
sleppa á liðið, um enn ikki heilt so
hørð sum til evropeisku meistara
stevnu og heimsmeistarastevnu.
Evstamark fyri úttøku verður á
føroysku meistarastevnuni hin 14.
til 16. mai 2010, umleið ein mánað
fyri "Small States" stevnuna.
Rógvi vann Kjølur Open
17 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen vann talvkappingina Kjølur
Open, sum varð telvað í Ósaskúlanum farna vikuskiftið. Hetta
gjørdi hann við millum annað at sigra á Hans Kristian Simonsen
og javnleiki móti John Rødgaard. Tað var tó ikki uttan kapping, at
Rógvi Egilstoft Nielsen ognaði sær fremsta sessin. Bæði John
Rødgaard, Heini Olsen og Herluf Hansen endaðu allir hálvt stig
aftanfyri Rógva Egilstoft Nielsen, sum fekk fýra og eitt hálvt stig.
Sambært heimasíðuni hjá Talvsambandinum luttóku 24 telvarar í
Kjølur Open, har fyrsti leikur varð fluttur fríggjakvøldið og fimta
og seinasta umfar varð telvað seinnapartin sunnudagin.
Hargreaves ikki við
í Champions League
Hargreaves hevur ikki spælt fyri Manchester United síðan september 2008, orsakað av
einum afturvendandi trupulleika við knøðunum. Hann hevur verið í endurvenjing og
byrjaði kortsíðan aftur við lættari venjing. Sir Alex Ferguson, sum í september segði, at
hann nærkaðist fullari venjing, segði fyrr í vikuni at hann vónaði at Hargreaves fór at
vera klárur tá United taka móti AC Milan henda mánaðin. Men nú tykist tað sum, at
hann aftur hevur rent seg í onkran trupulleika, eftir at UEFA staðfesti, at United hava
biðið um at Ritchie Da Laet kemur inn í hópin ístaðin fyri Owen Hargreaves. Owen
Hargreaves skifti úr Bayern München til United í maj 2007 fyri 19 milliónir bretsk pund.
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 SÍ
13
12 -
1
37
7
30
13
2 Mjølnir
13
9
-
4
31
18
13
10
3 TB
12
9
-
3
30
15
15
9
4 Fleyr
13
7
-
6
25
22
3
7
5 Dráttur
13
6
-
7
25
22
3
7
6 ÍF
13
2
- 11
7
34
-27
2
7 KÍF
13
0
- 13
2
39
-37
0
Eik-ligan, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1 Mjølnir
14
11 -
3
35
15
20
15
2 SÍ
13
9
-
4
31
19
12
12
3 Fleyr
14
6
-
8
30
29
1
8
4 ÍF
13
0
- 13
3
36
-33
0
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
14
12
-
1
-
1
403
281
122
25
2 Tjaldur
13
11
-
1
-
1
391
287
104
23
3 Neistin
14
7
-
0
-
7
360
348
12
14
4 VÍF
14
4
-
0
-
10
332
393
-61
8
5 StÍF
14
4
-
0
-
10
333
412
-79
8
6 VB
13
2
-
0
-
11
281
379
-98
4
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Neistin
13
11
-
0
-
2
424
341
83
22
2 H71
14
5
-
3
-
6
375
381
-6
13
3 Kyndil
14
6
-
1
-
7
342
381
-39
13
4 StÍF
13
5
-
1
-
7
351
365
-14
11
5 KÍF
13
5
-
1
-
7
323
354
-31
11
6 VÍF
13
5
-
0
-
8
380
373
7
10
Vilja tetta holið millum
Oyggjaleikir
Á Álandi gjørdi føroyska
svimjilandsliðið bart, og
átti sín stóra lut í samlaða
oddasessinum, sum Føroyar fyri
fyrstu ferð vunnu á leikunum