fríggjadagur 5. februar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
2
VIKUSKIFTI
Thai-massaga á
Káta Horninum
Løtan er
lívið
Redaktørar: Inna Törnroos og Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Vetrarsvimjing í Hoyvík / Jens Kristian Vang
4 REPoRTaSJa: VeTrarsVimjing í HoyVíK
6 TIPS: FøsTuLáVinT
8 TEST: BesTa KaKao í HaVn
10 90 SEKund: armgarð arge
12 REPoRTaSJa: jens marni og jógVan á grand Prix-PaLLi
15 TIl aRbEIðIS: eyðgunn samueLsen
16 HEIlSuSíðan: eT oFTa og FjøLBroyTT
17 umafTuRafTuRumafTuR: Høgni djurHuus
18 SPyRST So lIVST: rigmor sVarar
19 mín bESTa uPPSKRIfT: KneKKBreyð
23 Tað HEnduR: KonserTir, BøKur, sendingar osFr
24 VIKumyndIn: BesTa myndin í ViKuni
Eg havi havt Eina øðrvísi uppliving. hon vardi
umlEið Ein tíma, mEn kenslan var lEingi í kroppinum.
Eg havi nEvniliga roynt nýggju thai massaguna á
viðgErðar stovuni sabai, ið Er latin upp í vikuni
nýggj tænasta
eydna skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Var, sum vera man, sera spent til at fáa
massagu. Men innkomin ivaðist eg í,
um eg mundi hava misskilt tað heila, tí
har var eingin massagubriks at síggja.
Ei heldur var neyðugt at lata meg úr
klæðunum. Men av tí, at eg hevði einar
strammar kovboybuksur, mátti eg skifta
í einar víðar, stuttar buksur úr Teilandi.
Tær mintu mest um fiskabuksurnar,
ið vóru modernaðar fyri nøkrum
árum síðani. Á gólvinum var ein stór
madrassa, og har varð eg løgd.
So byrjaði massagan. Tað vóru ikki
strúkandi rørslurnar, ið vit kenna frá
vanligari massagu, ístaðin trýsti Walai
á ymisk punkt á musklunum.
Walai er úr Teilandi og er útbúgvin
thai-massørur. Hon hevur starvast
við tílíkari massagu í 10 ár, men er
nú gift til Føroya og læt týsdagin upp
viðgerarstovu á Káta Horninum í mið-
býnum í Havn.
Hon byrjaði varliga við fótunum og
leggunum, men trýstið gjørdist harðari
og harðari, sum frá leið. Síðani blivu
lørini løgd undir trýst, meðan hon
bendi og snaraði fótum og knøum í
yms ar vinklar.
Hendur og armar fingu síðani sama
umgang, og serliga handmassagan var
ótrúlig!
So varð eg vend á búkin, og Walai
trýsti aftur á føtur, bein og armar, áðr-
enn ryggurin fekk ein túr. Hon nýtti
fyri tað mesa tumlarnar og hendurnar
annars, men hon fýrdi ikki fyri eisini at
nýta føtur, bein, knø og armar, fyri at
fáa mínar spentu vøddar at slappa av.
Av og kom ávaringin: »Don't be
afraid«, áðrenn hon snaraði, togaði og
bendi meg í støður, eg aldrin áður havi
verið í. Men tað var greitt, at hon visti
hvat hon gjørdi, og eg kendi, hvussu
tað loysnaði í vøddunum og brakaði í
ryggjageislunum.
Andlitið, skallin og nakkin vórðu
heldur ikki forsømd, og sjálvt búkurin
fekk ein umgang. Eftir eina thai-
massage uppá ein tíma, har Walai av-
spenti mær allan kroppin, kundi eg fara
útaftur í kavarokið. Eg havi bert eitt
ringt at siga um massaguna: eg hevði
viljað, at hon vardi longri :)
Umframt thai-massagu bjóðar
viðgerðarstovan Sabai fýra ymsar við-
gerðir, og hon hevur opið heilt til kl 21
á kvøldi, so til ber at fara, tá Dagur og
vika er liðug, og børnini løgd í song.
KlUmma
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ljóðið skróvar. Myndirnar bleiktra. Fokusið
er fokið. Og í rørandi rystingunum hómast
minnini um nakað, sum tú í grundini ikki
upplivdi.
Vit kenna tað øll. Stóra løtan er fyri
framman. Ja, faktiskt beint fyri nøsini á
okkum. Og so skal upplivingin goymast í
allar ævir. Summi taka fartelefonina fram,
onnur lítla digitala myndatólið, og so verður
avmyndað, upptikið og forevigað fyri hvørt
oyra – og eyga.
Vit eru á stóru konsertini ella til okkara
lívsins ítróttarkapping. Robbie Williams er
á pallinum. David Beckham er á vøllinum.
Tað er nú, at Robbie syngur Angels. Og
tað er nú, at Beckham sparkar frísparkið.
Fartelefonin er sjálvandi í lummanum og
kann brúkast til upptøkur. Vit syrgja fyri at
fylgja við á lítla skíggjanum á fartelefonini,
tá stóra hendingin skal fangast og goymast.
Og hyggja vit rundan um okkum, kunnu
vit staðfesta, at øll hini eisini vilja goyma
eygablikkið trygt á einum minniskorti. Og
so bleiktrar og blinkar í stríðum streymi.
Vit smílast og fegnast, tá ið vit halda okkum
hava fangað tað, sum alt snúði seg um.
Og vit fara væl nøgd heim. Men tað er
líkasum, at tað er tá, at tað gongur galið.
Tað skróvar, bleiktrar og rystir. Upp tøk-
ur nar kunnu í besta føri brúkast sum
ársins irritiatiónsmoment, og samstundis
sum tú syrgdi fyri at fáa minnini við tær
heim, gloymdi tú at savna teg um løtuna
og uppliva hana, soleiðis sum hon skuldi
upplivast.
Evnini at verða í hesari løtu eru ein
týðandi partur av sálarligari vælveru, sigur
Abraham Maslow. Og tað er nakað í tí. Men
vit duga bara so illa at savna okkum um
eygablikkið, vit hava droymt um at uppliva,
uttan at hugsa um, at vit vildu uppliva tað
einaferð afturat.
Men lívið er løtan – ikki minnini um
løtuna, vit ikki livdu...
Hóast tað kanska sær ógvusligt út, kendi eg
meg púra trygga, tí Walai visti hvat hon gjørdi.
innihalD
mynD: jens kristian vang