Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 245 - 19. desember 2001 Nr. 245 - 19. desember 2001 19 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3281 Navn: Sp/f Camelot Adressa: Spógvavegur 57, 100 Tórshvn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 28.11.2001 Viðtøkudato: 28.11.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Óla-Svenn Nolsøe, Blankagøta 11, 100 Tórshavn og Sp/f Baldur, Spógvavegur 57, 100 Tórshavn (Sp/f 2680). Nevnd: Johan Mortensen, Spógvavegur 57, 100 Tórshavn (formaður) og Óla-Svenn Nolsøe, Blankagøta 11, 100 Tórshavn. Stjórn: Óla-Svenn Nolsøe, Blankagøta 11, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av tveimum nevndarlimum. Grannskoðari: : P/F Grannskoðaravirkið Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 28.11.2001 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er at eiga partabrøv, handil og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 14. desember 2001 Kristin Balle _____________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3282 Navn: Sp/f Búhús Adressa: Smærugøta 15, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 13.12.2001 Viðtøkudato: 13.12.2001 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Kristian Michelsen, Smærugøta 15, 100 Tórshavn og Kristianna Michelsen, Garðstún 1, 160 Argjum. Nevnd: Kristianna Michelsen, Garðstún 1, 160 Argjum (formaður), Kristian Michelsen, Smærugøta 15, 100 Tórshavn og Ebbe Michelsen, Garðstún 1, 160 Argir. Stjórn: Kristian Michelsen, Smærugøta 15, 100 Tórshavn Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjórunum, nevndarformanninum ella av allari nevndini í felag. Grannskoðari: Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, J. Paturssonargøta, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 13.12.2001 - 31.12.2002 Endamál: Endamál felagsins er húsabygging, keyp, søla útleigan og annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 17. desember 2001 Kristin Balle _____________________ Seinasta freist at lata lýsingar inn til leygardags- blaðið 22/12 er hósdagin 20. desember kl.15.00 Freistin at bíleggja litlýsingar ella lýsingar, sum eyka-arbeiði stendst av, er kl. 14.00 veitst tú ikki tað? Vøruvognur til sølu VW Transporter TT 4 - koyrt 65.000 km. til sølu fyri 85.000 kr. Tlf. 315122/215122 Øllum okkara kundum og viðskiftafólki ynskja vit eini gleiðilig jól og eitt gott nýggjár. Við takk fyri gott samstarv í farna ári. ABS-Transport Vestmanna Timburhandil skiftir eigarar Undirritaðu vilja við hesum siga frá, at vit hava selt P/F Vestmanna Timburhandil. Nýggju eigararnir eru: Óli Hansen,Tórshavn Regin Joensen, Argir Vit ynskja Óla og Regin góða eydnu við rækstrinum framyvir. Somuleiðis takka vit øllum okkara trúgvu kundum og viðskiftafólki fyri góðan stuðul og gott vinarlag hesi 44 árini, sum vit hava rikið timburhandilin. Gleðilig jól og gott nýggjár. Jákup og Símun Hansen Laboratoriið á Landssjúkrahúsinum er stongt frá 21. des. til 2. januar 2002. Landssjúkrahúsið Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Vit ynskja øllum okkara viðskiftafólki eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár við tøkk fyri sam- starvið í brátt farna ári. Barnsburðar- avloysari til Menningarstovuna Vegna barnsburð verður søkt eftir bókhaldara /skrivstovufólki til Menningarstovuna. Uppgávur: 1. Bókhald sbrt. FSL-skipanina 2. Journal og postavgreiðsla 3. Móttøka og ymisk málsavgreiðsla 4. Aðrar skrivstovuuppgávur. Krøv: Vit hugsa okkum, at tú hevur skrivstovuútbúgv- ing og kunnleika til bókhald, best um tú hevur kunnleika til FSL - Fíggjarstýringsskipan Land- sins. Starvið krevur kunnleika til EDV á brúk- arastøði, ávísan málkunnleika og góð samstarvs- evni. Arbeiðsøkið hjá Menningarstovuni er rættiliga fjølbroytt við nógvum spennandi avbjóðingum. Setanartreytir: Setanarviðurskiftini eru sbrt. sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Umsóknir: Umsóknir verða at senda okkum í seinasta lagi 27. desember 2001. Starvið verður sett 1. januar 2002 við væntaðari starvstíð upp á 8 mánaðir. Umsóknir skulu sendast til: Menningarstovan Faroe Islands Trade Council Bryggjubakki 12 Postrúm 259 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kjartan Kristiansen, tlf. 31 30 28. Sosialinum tørvar blaðfólk Hevur tú hug at royna teg á einum arbeiðs- plássi, har tað er ferð á allan dagin, har ein deadline er partur av hvørjum einasta arbeiðs- degi, og har tú allatíðina fært nýggjar og spennandi uppgávur, so er hetta kanska møgu- leikin hjá tær. Okkum tørvar blaðfólk, og vit bjóða eitt hend- ingaríkt og fjølbroytt starv, har tú verður partur av eini vælvirkandi redaktión og sleppur at royna teg við alskyns uppgávum. Seinastu tíðina hava vit økt um virksemi við at skriva tíðindi til www.portal.fo. Hetta hevur eisini ført til økt krøv til redaktiónina, men er eisini við til at menna tíðindaflutningin, sum støðugt verður dagførdur á internetinum. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella jour- nalistiskum royndum hava fyrimun. Tað er ein treyt, at tú dugir at orða teg lætt og neyvt á før- oyskum, og at tú fylgir væl við í tí, sum hendir og rørist í samfelagnum. Sosialurin er eitt blað, har tað hendir nakað. Vit eru alla tíðina úti um okkum, og fimm ferðir um vikuna koma vit á gøtuna, umframt støðugu tíð- indi á internetinum. Umsóknir við møguligum prógvum og við- mælum skulu sendast okkum innan mánadagin 8. januar 2002. Starvið verður sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Sosialurin Postsmoga 76 110 Tórshavn Viðmerkjast skal »umsókn« Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóra, á telefon 211820 ella Eirik Lindenskov, blaðstjóra, á telefon 216409 Sosialurin er eitt livandi og spennandi arbeiðspláss. Her starvast umleið 25 fólk. Uppgávurnar eru bæði áhugaverdar og fjølbroyttar. Blaðið kemur út fimm ferðir um vikuna. (GG: Hetta er sama starv, sum varð lýst leyst síðstu viku í november. Eftir áheitan er freistin longd) Avgreiðslutíðir á Almannastovuni um jólini Dagarnar 27. og 28. desember 2001 eru allar deildir hjá Almannastovuni og Hjálpartólamið- støðini stongdar. Tó kann bráðfeingishjálp fáast um telefonina báðar dagar millum kl. 10.00 og 12.00. Almannastovan og Hjálpartólamiðstøðin Almennir fundir hjá Leirvíkar Bygdarráð í 2002 Fundirnir eru kl.19.30 í bygdarráðshúsinum mánadagin 14. januar mánadagin 11. februar mánadagin 11. mars mánadagin 8. apríl mánadagin 6. mai mánadagin 3. juni mánadagin 1. juli mánadagin 2. september týsdagin 1. oktober mánadagin 28. oktober mánadagin 25. november mánadagin 16. december Mál,sum skulu verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, skulu vera kommununi í hendi 14 dagar áðrenn fundin. Kommunuskrivstovan er opin: Mánadag kl. 9 - 12 Týsdag kl. 9 - 12 Mikudag kl. 9 - 12 Hósdag kl. 9 - 12 og kl. 15 - 17 Borgarstjórin er at hitta á kommunuskrivstovuni hvønn mánadag og annars eftir avtalu á tlf. 443006. Leirvíkar Bygdarráð Um Gud vil verður Bíbliugransking í Zarepta á nýggjárinum Evnir: Galatiabrævið Filippibrævið Estersbók Krossurin Dávid Tíð: Skeiðið byrjar hóskvøldið 27.12.2001 og endar týsdagin 1.1.2002 Aldursmark: 17 ár og eldri. Tilmelding: Áhugað verða biðin um at tekna seg í góðari tíð á tlf. 312370 - 316519 - 315062 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in 2 lærarastørv við Tofta skúla Vegna farloyvir, verður søkt eftir 2 lærarum til Tofta skúla. Bæði størvini eru tíðaravmarkað: – frá 7/1-2002 til 28/2-2002 (uml. 2 mðr.) – frá 7/1-2002 til 30/6-2002 (uml. 6 mðr.) Bæði størvini eru til fulla tímatalvu. Tann, ið settur verður til starvið fyri 2 mðr., skal hava royndir í svimjiundirvísing, meðan hin skal kunna undirvísa í føroyskum og enskum. Størvini verða lønt sambæt sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Umsóknirnar skulu verða skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 3. januar 2002. Leggið vði ljósrit av prógvi og møguligum viðmæl- um. Skúlastýrið fyri Tofta skúla v/ Jóhannus Danielsen 650 Toftir C M Y K 19 18