mikudagur 19. desember 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 245 - 19. desember 2001
Nr. 245 - 19. desember 2001
17
Nú eru jólini við at vera í nánd og ringt er at skilja pápi,
at tú ikki skalt vera ímillum okkum í ár, nú vit koma
heim at halda jól. Tað er ikki ein dagur, hvar tú ikki ert
í mínum tonkum. Tú hevur og vilt altíð hava eitt stórt
pláss í mínum hjarta.
Tú bleivst borin í heim 9. oktober 1934 á Oyrarbakka,
tit vóru 6 systkin har tú var nr. 4 í røðini. Bert 11 ára
gamal misti tú tína mammu, Elin Mariu Andreasen, og
komst tú at vaksa upp i Tjørnuvík hjá tíni mostur Dinnu
og Per. Tey tóku teg til sín sum sín egna son, og sum tú
sjálvur greiddi frá, so bleivst tú borin á lógvum alt tað,
tú kundi minnast. Tú fórst út at sigla bert 15 ára gamal.
23 ára gamal blivu tú og mamma so gift og tit fingu 7
børn saman – ein stóran barnaflokk – men vit manglaðu
ongantíð nakað.
Eg kann minnast, tá tú komst aftur av skipi – og tað
var sum oftast tá eg var farin í song – og tá eg so vaknaði
um morgunin, og sá at tú vart komin aftur, skundaði eg
mær upp til tín – og so skuldi tað forteljast søgur – tær
fanst tú altíð uppá sjálvur, men spennandi vóru tær.
Eftir at hava siglt øll hesi árini, fekst tú tær arbeiði á
landi í 1981 – tú bleivst sveisari og arbeiddi á Skála
Skipasmiðju til september 1996, tá tú valdi at vera
heima fyri at passa tína sjúku mostur. Hana passaði tú
inntil hon í apríl 1999 doyði 90 ára gomul – jú tú hevði
eitt stórt hjarta – eitt hjarta, sum hevði eitt stórt innihald
av kærleika.
Tað stendur so klárt fyri mær, tá ið eg og børnini komu
heim at halda feriu – tínir útstraktu armar í Kolla-
fjarðardali, tá ið vit komu úr bussinum. Børnini hava
altíð staðið tær nær, serstakliga Casper sum var og er ein
ordiligur abbadrongur, og tað var bara tað besta at
sleppa heim til abba og ommu – vit vóru ikki meir enn
komin úr bilinum, ja so skuldu tú og Casper út til
seyðirnar og hønurnar.
Eg minnist ta einu ferðina, tá ið vit komu heim, tá
hevði tú nýliga fingið hønur, og tær vóru ikki byrjaðar
at verpa. So fyri at Casper ikki skuldi blíva skuffadur,
hevði tú lagt 3 keypt egg út til hønurnar, so hann kundi
fáa tey við í sína lítlu spann, sum tú hevði keypt honum
til sama endamálið. Ja, tað var so týðuligt, at kærleikin
millum tykkum báðar var rættuliga stórur. Heimalamb –
ja tað mátti hann eisini hava, sjálvt um hann fyri tað
mesta var í Danmark.
Allar telefonsamtalurnar vit høvdu saman. Eg minnist
tey árini, tú passaði ommusysti, tá ringdu vit so gott sum
hvønn morgun til hvønn annan fyri at siga góðanmorgun
– og var tað nakað tú hevði brúk fyri ella ivaðist í – ja so
ringdi tú altíð til mín.
Altíð vart tú so glaður, tá beiggjarnir komu at vitja.
Kaffi bleiv sett yvir og so skuldi tosast um seyð – hvør
bráðari enn annar – eg minnist tíðina tá ærnar skuldu
lemba – ja tá svavst tú næstan ikki – tú mátti út at
hyggja, um alt nú gekk sum tað skuldi – ja alt tað tú
fekst við her í lívinum, gekst tú upp í við lív og sál.
Tað er nú skjótt 1 ár síðani, at tú komst til Danmarkar
vegna sjúku – eg minnist tá eg kom inn á
Ríkissjúkrahúsið til tín og mammu hvussu glaður tú vart
fyri at síggja meg – og tú tók um meg og segði: ”og
vælsignaða hjá mær, tað var gott at tú komst”, ja soleiðis
vart tú altíð – altíð so glaður fyri at síggja ein, og altíð
so nógv at geva av til okkum systkin.
Ikki grunaði eg, pápi, at tú hevði eina so álvarsliga
sjúku – eg var saman við tær hvønn dag á Ríkis-
sjúkrahúsinum, tá tú skuldi ígjøgnum operatiónir og
nógvar kanningar, men tú vart so fantastiska sterkur og
tolin, og tú trúði so fult og fast uppá, at tú nokk skuldi
blíva frískur. – Eg veit, at tú legði alt í Harrans hond -
hann sum hevði so stóran týdning í tínum lívi, og hann
tú so stoltur boðaði gleðiboðskapin um.
Eftir at hava verið niðri í 3 mdr. fekst tú at vita, at
læknarnir einki kundu gera fyri teg meira. Hóast tey
ringu boð tú fekst, sló tað teg ikki út, tú útstrálaði so
nógva gleði, tá ið eg fríggjadagin 23. februar koyrdi teg
og mammu út á flogvøllin – gleðin at síggja Tjørnuvík
og alla tína familju – børn, abbabørn og svigarbørn
aftur, sum tú ikki hevði sæð í so langa tíð - og tú segði
vid meg: ”Eg komi aftur í november til føðingardagin
hjá Casper – tað havi eg lovað og tað ætli eg mær at
halda”! Ja so gott mót hevði tú – líka til tú legði tíni
eygu aftur fyri síðstu ferð.
Eg eri so glað fyri, at eg náddi at koma heim og vera
saman við tær teir síðstu dagarnar – tú vart klárur líka til
tað síðsta, og sjálvt ta álvarsligu sjúku tú hevði, so hevði
tú ongantíð merkt nakað til pínu - men bæði tú, eg og vit
øll vistu, hvør ið helt sína hond yvir tær – hann sum var
klárur at taka ímóti tær hinumegin ánna.
Sangurin, vit sungu uppi yvir tær fyri síðstu ferð ið
sigur:
Mær er sagt um ein stað í tí høga
Har ei sjógvarnir bróta um strendur
Har ei vandar um pínslur meg møða
Um eitt bil ja so eri eg har
Eg má undrandi lovsangir syngja
Tá eg hugsi um himmalska heimið
Um enn mangt man meg møða og tyngja
Tó eitt bil ja so eri eg har
Í tí landi ei tár skulu renna
Eingin pína og sjúka skal níva
Har ei særandi sorg er at kenna
Um eitt bil ja so eri eg har
Ei skal gleðinnar dagur har halla
Ei skal ivin tá tyngja mítt sinni
Aldri meira vit snáva og falla
Tí tá eru vit heima o Gud
Har hvørt guds barn skal standa so fegið
Skrýtt í snjóhvítum búna á himni
Mær er sagt um ta ævigu gleði
Og eg hugsi: O, var eg bert har!
Ta tann frelsti lovsyngjandi skari
Leikar gullhørpum á við Guds trónu
Hoyrist syngjandi samfelda svarið:
Tú vár kongur vár Harri og Gud!
hevur verið ein stór troyst fyri meg, tað var so týðuligt,
at tú bleivst tikin heim til tann staðin sangurin fortelur
um – heim til tað æviga lívið, sum tú trúði so fult og fast
uppá.
Ja, tað er so nógv eg kundi skrivað, men alt tað eg havi
upplivað saman við tær pápi, lati eg vera eitt minni, og
minnini kann eingin taka frá mær - tey eru væl goymd í
mínum hjarta, og sum eg altíð vil hava hjá mær, til vit
ein dag skulu møtast aftur.
Til tín góða mamma – mínir tankar eru altíð hjá tær -
alt tað eg kann minnast høvdu tit tað gott og studlaðu
hvørjum øðrum, eisini tá id á stóð – eftir at pápi var
vorðin sjúkur, vart tú um hann dag sum nátt líka til tað
seinasta – og sum hann sjálvur segði, meðan hann var
seingjarliggjandi: ”Hvat tað er gott at hava eina góða
konu, sum kann taka sær av mær”! – Tad kanst tú vera
stolt yvir. Góða mamma, Elmar, Dagbjart, Jónley,
Hallgunn, William og Reidunn við familju. – Vit hava
mist ein góðan mann, pápa, verpápa og abba, men tað er
gott at eiga vónina um, at vit ein dag skulu møtast aftur
– ta trúgv sum mamma og pápi altíð hava lært okkum:
”Tá lívið er liðugt her á fold, er ein nýggj byrjan fyri
framman – tað æviga lívið, har vit øll skullu møtast
aftur”!
At enda vil eg takka tær, góði pápi, fyri allan tann
kærleika, tú sýndi mær tey 30 árini, vit fingu loyvi at
hava saman, og takk fyri allan kærleikan, tú sýndi
Casper og Andreas, og sum teir altíð vilja minnast.
Friður veri við minninum yvir mín høgt elskaða pápa.
Kastrup, tann 12. desember 2001
Elisabeth Herlufsdóttir
Minningarorð um mín høgt elskaða pápa
Herluf Andreasen
Tjørnuvík
Føddur 9. oktober 1934 Deyður 5. mai 2001
2001
Jólagávan
til hansara
Skálatrøð 14 • Postboks 20 • 110 Tórshavn • Tel. 31 79 20
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3283
Navn: Sp/f 12.12.2001
Hjánavn: Sp/f Netto (Sp/f
12.12.2001)
Adressa: Klaksvíksvegur
80, 700 Klaksvík
Kommuna: Klaksvíkar
Kommuna
Stovningardato:
12.12.2001
Viðtøkudato: 12.12.2001
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100.
Stovnari: Álvur Matras
Klakk, Klaksvíksvegur 73,
700 Klaksvík
Stjórn: Álvur Matras
Klakk, Klaksvíksvegur 73,
700 Klaksvík
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við
undirskrift av einum
stjóra.
Grannskoðari: Sp/f Agnar
á Dul, Gerðagøta 31,
Postboks 15, 700
Klaksvík.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
12.12.2001 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka handil
v.m.
Skráseting Føroya tann 18.
desember 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi
smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f
3284
Navn: Sp/f Vera Klipt
Adressa: Traðagøta 25,
700 Klaksvík
Kommuna: Klaksvíkar
Kommuna
Stovningardato:
13.12.2001
Viðtøkudato: 13.12.2001
Kapitalur: Kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur: :
Kontant kr. 80.000,00 til
kurs 100.
Stovnari: Vera Larsen,
Traðagøta 25, 700
Klaksvík
Stjórn: Vera Larsen,
Traðagøta 25, 700
Klaksvík
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við
undirskrift av einum
stjóra.
Grannskoðari: Sp/f Agnar
á Dul, Gerðagøta 31,
Postboks 15, 700
Klaksvík.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12
Fyrsta roknskaparár:
13.12.2001 - 31.12.2002
Endamál: Endamál
felagsins er at reka
hárfríðkanarstovu v.m.
Skráseting Føroya tann
17. desember 2001
Kristin Balle
_____________________
-tað loysir seg
Jólagávur
soviposar · undirløg · ryggsekkir
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
ê Bàin
- hv¿nn hsdag
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
C
M
Y
K
17
16
LesiÝ Sosialin
-taÝ loysir seg!