Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 • mikudagur • 19. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Talan kann væl gerast um ein sera spenn- andi dyst, tá hoyvík- ingar taka ímóti VÍF HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Ein dystur verður í besti mansdeildini í kvøld,. mikukvøldið. Hoyvíkingar fara tá at taka ímóti føroyameistar- unum og oddaliðnum úr Vestmanna, og nógv bendir á, at vit her kunnu fáa ein rættiliga spennandi dyst. Í løtuni eru hoyvíkingar á triðja plássinum í lands- kappingini, og sjálvsagt hava teir einki ímóti at konsolidera hesa støðu, áðrenn farið verður í ein stuttan vetrarsteðg. Hoyvíkingarnir eru tó sjálvandi ikki teir einastu, sum vilja hava stig burtur úr dystinum. Við einum sigri styrkir VÍF um odda- støðuna hjá sær, men lætt verður tað neyvan. Júst hes- in dysturin hevur seinnu árini aloftast verið sera javnur, og eitt nú var um reppið, at hoyvíkingar í fjør koppaðu VÍF, hóast munur- in á stigatalvuni var stórur um tað mundi. Nú tykjast hoyvíkingar at vera væl betri fyri, enn teir vóru í fjør, og spurningurin er so, um tað er nóg mikið at koppa VÍF. Dysturin verður í Høllini á Hálsi í Havn kl. 20.00. Kvinnuligir hond- bóltsspælarar í Klaksvík prýða nýggjan kalendara fyri 2002 Nú ber til at hanga hond- bóltskvinnurnar hjá Stjørn- uni upp á veggin. Ítróttarhandilin Innkast í Klaksvík hevur staðið fyri at gera Stjørnukalendaran, har spælararnir á besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni eru avmyndaðir í øðrvísi støðum. Myndirnar eru tiknar, so tær passa árstíðunum, og nógvar av myndunum eru tiknar úti í náttúruni. – Ætlanin við kalendar- anum er bæði at gera meira vart við okkum sjálvi og eisini at fáa Stjørnuni meira fram, sigur Hervør Eyðuns- dóttir, sum rekur Innkast. – Nógv fólk eru vanliga til dystirnar hjá Stjørnuni, men vit halda ikki, at tær fáa ta viðurkenning, sum tær hava uppiborið. Hesin kalendarin kann vónandi bøta eitt sindur upp á tað, sigur hon. Nýggi kalendarin fæst til keyps í Innkasti. ek Stjørnukvinnur sum veggjaprýði Tríggjar av stjørnunum í nýggja kalendaranum, Davina, Agne og Beinta, tá stjørnukvinnurnar signeraðu nýggja kalendaran fríggjadagin Mynd: Alexandar Djorovic Súni Olsen og FC Zwolle hava havt eina góða viku, sum hevur lyft teir fýra pláss upp á stigatalvuni HOLLAND Jákup Mørk Gongdin hevur annars ikki verið so góð hjá liðnum, sum hevur ætlað sær at bjóða av um upp- flytingarsessin. Eftir eina góða byrjan, har Zwolle vann dyst eftir dyst, kom brádliga stíg- ur í, og fyri einari viku síðani var liðið at finna á sjeynda plássinum. Sjálvt á heimasíðuni hjá felagnum, www.fczwolle.nl, tókt- ust menn at hava mist móti, og millum annað varð skrivað, at nú var Excelsoir longu farið avstað við fremsta pláss- inum. Kappingin er tó sum kunnugt drúgv, og nú tykist aftur at bragd- að hjá Súna og teimum. Zwolle var nevnliga einasta liðið í oddinum, sum fekk fulla úrtøku um vikuskiftið. Tað var tepurt, men við einum máli í fyrra hálvleiki vunnu teir 1-0 ímóti MVV, og tá øll hini mistu stig, inniber sigur- in, at Zwolle á triðja plássinum nú bert er fimm stig aftan fyri oddaliðið, Excelsoir. Súni Olsen kom á vøllin seinastu 10 min- uttirnar, og hevur hann nú leikt níggju dystir hetta kappingarárið. Í fjør leikti Súni bert við í átta dystum, so tað gongur í øllum førum stútt framá hjá gøtu- manninum. Ein góð vika Í Onglandi gekst einki serligt hjá Julian og teimum í Hull City um vikuskiftið. Teir spældu á útivølli móti Scunthorpe, og úr- slitið gjørdist, at Hull tapti dystin 2-1. Eftir ein tíma fekk Hull mann riknan av vølli fyri eina ógvusliga takling, har leikarin hjá heimaliðnum breyt bein- ið. Støðan var tá longu 2-0, men fimm minuttir eftirat liðið varð skert, minkaði Hull um munin, tó at hetta munaði lítið, tá samanum kom. Hull er nú á fjórða plássinum í ensku triðju deild. Tvey stig eru upp til annað-plássið, sum ber beinleiðis uppflytan við sær. -jm Hull misti Útsetti dysturin millum VÍF og Neistan verður ikki leiktur fyrr enn eftir nýggjár Upprunaliga ætlaði Hond- bóltssambandið annars at royna, at fáa dystin av- greiddan fyri nýggjár. Mánakvøldið varð støða eisini tikin um, at flyta dystin, H71-VÍF, so odda- dysturin kundi verða miku- kvøldið, men seinni varð hetta tó broytt. Dysturin er nú ásettur at verða leiktur 9. januar. T.v.s. eftir at fyrstu dystirn- ir í grundspælinum eru leiktir. -jm Hoyvík móti oddinum Oddadysturin bíðar 15 14 Nr. 245 - 19. desember 2001 C M Y K 14