mikudagur 19. desember 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 245 - 19. desember 2001
Nr. 245 - 19. desember 2001
13
Jóannes Eidesgaard,
formaður í Føroya
Javnaðarflokki, átlar,
at grønlendski
fólkatingsmaðurin,
Lars Emil Johansen
úr Siumut, útnevnir
seg sjálvan til tals-
mann hjá Tjóðveldis-
flokkinum á Fólka-
tingi og harvið leggur
seg beinleiðis út í
innanhýsis føroysk
viðurskifti
ÁTALA
Edvard Joensen
Í opnum brævi til grønl-
endska Siumut flokkin og
Lars Emil Johansen, fólka-
tingsmann floksins, átalar
Jóannes Eidesgaard, at Lars
Emil Johansen leggur seg
út í innanhýsis viðurskifti í
Føroyum.
Tað er beinleiðis brot á
altjóða sið, at leggja seg út
í innanhýsis viðurskifti hjá
einum øðrum landi, vísir
Jóannes Eidesgaard á. Men
tað er júst tað, Lars Emil
Johansen ger, tá hann í
samrøðu við Útvarp Føroya
ger seg til talsmann hjá før-
oyska Tjóðveldisflokkinum
á Fólkatingi.
Í samrøðu við Útvarp
Føroya sunnudagin segði
Lars Emil Johansen, at
hann vildi vera talsmaður
hjá Høgna Hoydal og Tor-
birni Jacobsen á Fólkatingi
í málinum um sjálvstýri
føroyinga mótvegis Dan-
mark.
Í brævinum til flokkin og
fólkatingsmannin
sigur
Jóannes Eidesgaard, at mál-
ið um føroyskt sjálvstýrið,
sum Tjóðveldisflokkurin
leggur tað fram á Fólka-
tingi, er eitt mál, sum kem-
ur frá einum politiskum
minniluta í Føroyum.
Tí undrar tað Førya Javn-
aðarflokk, at ein fólkatings-
maður fyri Siumut ger seg
til talsmann fyri ein før-
oyskan minniluta.
Eisini
vísir
Jóannes
Eidesgaard á, at danskir
politikarar, seinast forsæt-
isráðharrin Anders Fogh
Rasmussen, ferð eftir ferð
hava víst á, at hetta málið
bara kann avgerast av før-
oyingum í Føroyum. Eisini
hevur Fólkatingið tann 10.
mai í ár næstan einmælt
boðað frá, at hesi viður-
skifti avgera føroyingar
sjálvir.
Jóannes Eidesgaard end-
ar brævið við at siga, at tað
ørkymlar Javnaðarflokkin,
at vit ikki í hesum máli
kunnu halda ta kendu kós-
ina, har vit í virðing fyri
hvørjum øðrum lata vera
við at blanda okkum upp í
innanhýsis
politiskar
ósemjur í báðum londun-
um.
Jóannes átalar Lars Emil
Jóannes Eidesgaard átalar, at
grønlendski fólkatings-
maðurin, Lars Emil Johanen
(myndin), blandar seg upp í
føroyska sjálvstýrismálið sum
talsmaður hjá
Tjóðveldisflokkinum á
Fólkatingi
Almenni grønlendski
politikkurin er, at
føroyingar avgera
sjálvir síni viðurskifti
við Danmark, sigur
Jonathan Motzfeldt,
landsstýrisformaður
VIÐMERKING
Edvard Joensen
Hevur Lars Emil sagt við
Útvarp Føroya, at hann vil
vera talsmaður hjá Tjóð-
veldisflokkinum á Fólka-
tingi, stendur tað fyri hans-
ara egnu rokning, segði
Jonathan Motzfeldt, lands-
stýrisformaður, tá Sosial-
urin bað um viðmerking til
orðini hjá Lars Emil Johan-
sen í Útvarpinum sunnu-
dagin.
Hóast Jonathan Motz-
feldt ikki sjálvur hevur
hoyrt samrøðuna, sigur
hann, at eingin ivi er um, at
Lars Emil Johanen kennir
almennu støðuna hjá bæði
Siumut og grønlendska
landsstýrinum, sigur Jon-
athan Motzfeldt.
– Eg havi fult álit á, at
føroyingar sjálvir klára síni
viðurskifti við Danmark,
og vit fara ongantíð at
blanda okkum í, hvussu teir
gera tað, sigur grønlendski
landsstýrisformaðurin
í
viðmerking við Sosialin.
Lars Emil Johansen veit
eisini,
sigur
Jonathan
Motzfeldt, at í Grønlandi
situr ein arbeiðsbólkur og
arbeiðir við eini sjálvsstýr-
islýsing, sum verður klár at
viðgera í Landstinginum
komandi ár. Og eg eri vísur
í, at sami andi mótvegis
øðrum londum, eitt nú Før-
oyum, eisini fer at vera
galdandi har, sigur hann.
Hjá okkum er als eingin
slingur í valsinum, undir-
strikar grønlendski lands-
stýrisformaðurin.
Vit royndu at fáa við-
merking frá formanninum í
Siumut, Hans Enoksen,
men hann var ikki at hitta.
Lars Emil tosar
fyri egna rokning
Grønlendingar fara ongantíð at blanda seg upp í viðurskiftini
millum Føroyar og Danmark, sigur Jonathan Motzfeldt,
grønlendskur landsstýrisformaður
C
M
Y
K
13
12