fríggjadagur 5. februar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
20
VIKUSKIFTI
Serstøk akitektteknað
hús á Strondum
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Alt er gjørt á besta hátt – bæði
innan og uttan. Húsini eru sera
snøgg og eru heilt serstøk.
Fyrsta fatanin
Fyrsta fatanin er, at í hesi gøtuni
standa eini hús, sum eru heilt
serstøk. Húsini standa sera væl fyri
við blindan veg. Grannalagið er sera
hugnaligt og grannarnir eru blíðir
og fyrikomandi.
Húsini
Húsini, sum eru í einari hædd, eru 4
ára gomul, sera spennandi og
nakað fyri seg. Einki er spart tá
talan er um tilfar og dygd. Frá
gongini sleppur tú beinleiðis út í
bilhúsið og í hjallin. Húsini hava
stóran køk úr besta tilfari, og
haðani kemur tú beinleiðis inn í
eina stóra stovu við innbygdari
peis. Tey eru kødd við timbri og
hava steintak. Eisini hava tey
ventilatiónsskipan, sentraldust-
súgvara, gólvhita í øllum gólvum
eins og gosbað og dampkabinu.
Húsini standa sera væl og frítt fyri í
náttúruvøkrum, friðarligum,
veðurgóðum og barnavinaligum
umhvørvi við blindan veg og útsyni
er sera gott. Dagstovnur,
bygdarhús, skúli, sparkivøllur og
busssamband er nær við.
Stílur og snið – inni og úti
Stílurin er nútímans lættur og
ljósur. Alt er í einari hædd og ongar
gáttir eru. Opni stílurin innan ger,
at tú hevur gott samband við um-
hvørvið uttan, men hóast tað, er
tað sera fjálgt inni hjá tær sjálvum.
Grundstykki er stórt, brotflísar eru
runt húsin, og tað liggur væl fyri at
gera garð / urtagarð.
Innan
Har er inngongd, gongd, inngongd
til bilhús, fýrrúm, bryggers / vaski-
rúm, baðirúm við dampkabinu,
hjúnarrúm við atgongd til baðirúm
við gosbaði og dampkabinu, 2 køm-
ur, køkur / borðstova og stova við
peis.
Fakta
Adressa ...........Hálsagøta 14,
Strendur
Byggiár ............2006
Hæddir .............1
Gólvvídd ...........217 m2 búøki
Grundøki ..........617 m2
Hjallur ..............Ja
Bilhús ...............Ja
Prísuppskot ....Hóskandi boð