Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 25 - 5. februar 2010 Fríggjadagin 22. januar 2010 fingu 15 heilsurøktarar prógv á Heilsuskúla Føroya á Tvøroyri. Aftast frá vinstru: Bar­ bara Holm, Porkeri, Laila Jespersen, Trongisvágur, Eilin Mørkøre, Eiði, Jose­ fina Jacobsen, Klaksvík, Sverre Nolsøe, Tórshavn, Guri Knudsen Skála, Rann­ vá Laksáfoss, Vágur, og Laura Therkildsen, Argir. Fremst frá vinstru: Anja Johansen, Tvøroyri, Estrid Vang, Klaksvík, Mariann Stenberg, Sandavágur, Char­ lotta Venned, Klaksvík, Mal­ an Hentze, Sumba, Aslaug Suðuroy, Vágur, og Lín K. Askham, Tórshavn. Mynd: Bjarni Nygaard Nýggir heilsurøktarar nøvn Tøkk Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá kæri sonur og bróðir okkara Páll Rasmussen í Grótinum, Klaksvík varð funnin deyður og jarðaður. Takk til løgregluna, Norðoya Bjargingarfelag og tykkum, sum sjálvboðin leitaðu og funnu hann. Takk til Hanus á Gørðum, prest, fyri góð og troystarrík orð. Andras, Rana og Anna Mariu fyri vakran sang og spæl í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, ognanist, berarar, gravara, sangarar og øll tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og ervinum. Eisini ein hjartans tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Páll til hansara seinasta hvíldarstað. Takk fyri góðu og troystarríku orðini, fyri heilsanir og stuðul á Facebook, fyri vitjanir og vakrar tankar. Takk fyri blómur og gávur til Herbergið hjá Frelsunarherinum og Bláa Kross. Seinast og ikki minst ein hjartans tøkk til tey mongu, sum góvu tykkum stundir til Páll, meðan hann framvegis var ímillum okkum. Nancy og Streingrím Jón, Alix, Álvur og Steintór Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Elin Maria Jørgensen Miðvági doyði og varð jarðað. Takk til Ann D. Hansen, prest, fyri góð og troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar og takk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina. Takk til Katrin, Kristinu og Jóhannu fyri vakurt spæl í kirkjuni. Takk til starvsfólkið á Sýnuni fyri umsorgan. Somuleiðis takka vit tykkum øllum, sum fylgdu henni til seinasta hvíldarstaðin á foldum. Takk fyri blómur og heilsanir og tykkum, sum mintust hana við at senda gávu til Javna. Fyri tey avvarðandi Hans, Jóhannes, Anna, Elinborg, Dánjal Jákup og Malan við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Archibald Norðberg Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Tøkk til talarar, berarar, spælarar og øllum, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Tøkk til tykkum, sum mintust hann við peningagávum til Zarepta og øllum tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Kristina Niels Pauli, Ella, Mikkalina og Andrew