fríggjadagur 5. februar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 25 · 5. februar 2010
19
VIKUSKIFTI
Mín besta uppskrift
er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har
lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift,
saman við mynd av rættinum og navni á
kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
UppsKrIft: Rannvá Djurholm
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshavn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltangará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04
1 dl av graskarkjarnum
1 dl av havragrýni
1 dl av sólsikkukjarnum
1 dl av hørfrøi
1,5 dl av fuldkorns
hveitimjøli
2 dl av hveitimjøli
1 tsk av bakipulvuri
1 dl av olju
¾ -1 dl av vatni
Heimagjørt
knekkbreyð
Alt tilfarið verður elt saman. Deiggið verður lagt millum tvey
ørk av bakipappíri (fyri at tað skal verða lættari at rulla út) og
rulla út til umleið 0,4 cm tjúkt. Bakipappírið, ið deiggið liggur á
verður lagt á eina bakiplátu, og tað ovara bakipappírið verður
tikið av. Sker deiggið til fýrakantar á umleið 7 x 4 cm, soleiðis
at tað er lætt at bróta sundur til knekkbreyð, tá tað er bakað.
Bakast á 200 stigum í 15-20 minuttir, til knekkbreyðini eru
ljósabrún. Brót knekkbreyðini sundur í stykkir.
Oliver Bjerrehuus og Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard til
móttøku á Etika matstovuni í Keypmannahavnar
Mynd: EirikUr LindEnskov
Bjerrehuus
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Millum gestirnar til móttøkuna á
Etika matstovuni í Keypmannahavn
farna vikuskiftið var kenda danska
modellið Oliver Bjerrehuus, og við
sær hevði hann føroysku unnustu
sína, Gunnvør Virgarsdóttir Dals
gaard. Ella kanska var tað Gunnvør,
sum hevði Oliver við sær.
Lagið var gott, og tey vóru stolt
av stóra búkinum hjá Gunnvør,
sum er við barn.
– Vit møttust faktiskt í Netto.
Vit keyptu bæði inn og prátaðu eitt
sindur. Seinni hittust vit aftur, og
so gekk ein tíð, áðrenn vit funnu
saman, sigur Gunnvør Dalsgaard.
Og vistu tú, hvør tað var, tá tú
møtti honum?
– Jú, tað visti eg væl.
– Men hon lat sum um, hon ikki
kendi meg, leggur Oliver Bjerrehuus
afturat.
Oliver Bjerrehuus hevur ar
beitt nógv sum modell og ger tað
framvegis. Gunnvør hevur eis
ini arbeitt innan mótaheimin, á
blaðnum Vice í New York, so tey
hava ferðast eitt sindur millum
USA og Danmark. Tey skulu aftur
til USA í næstu, men í apríl, tá ið
hon er sett at eiga, skulu tey verða
í Danmark.
Danska moDellin oliver BjerreHuus
og føroyska unnusta Hansara
Hittust í matvøruHanDli í Danmark
Hittust í Netto