fríggjadagur 5. februar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2010
19
Tungt og svart var tað, tá mamma
ringdi runt til okkum og segði tey
syrgiligu boð, at Herluf ikki var
millum okkum meira. Páskaferian
var byrjað, og vit vóru farin at
ferðast. Tað skuldi vera ein deilig
feria. Ester var hjá ommu í Sund,
Oddmar hjá fastir og Viktor Her
mann skuldi til Suðuroyar. Deiligt
at vera hvør sær, tí tann seinasta
tíðin hevði verið so strævin.
Mamma og Emil vóru so nógv hjá
Herlufi og vitjaðu. Vit bíðaðu
bara, til hann bleiv frískur, nú fór
tað ikki at vera so leingi til hann
bleiv tann sami, sum áðrenn hann
bleiv sjúkur. Herluf hevði jú verið
sjúkur í næstan tvey ár, og tað
gekk so gott. Herluf kom heim til
jólar og var so glaður og tímdi at
spæla við okkum, næstan líka sum
aðrenn hann bleiv sjúkur. Hann fór
so til Danmarkar aftur, og kom
heim beint aðrenn hann skuldi
blíva pápabeiggi fyri fyrstu ferð.
Lítla Emmy Bjarta kom so 12
februar. Hann fekk 7 vikur saman
við henni. “Hon er ein sólstrála
sum mann ongantíð fær nokk av”
segði hann um hana.
Vit minnast so væl, fyrstu ferð
vit skuldu møta Herlufi. Vit vóru
bjóðað í føðingardag hjá honum.
Hann fylti 39 ár. Vit vóru spent, tí
mamma og Emil høvdu fortalt um
hendan beiggjan hjá Emil og vit
hildu, at hann mátti vera mega
cool. “Beiggji mín,” plagdi Emil
at fortelja, “hann er ein ordiligur
rockari, hann trummar, sjálvt um
hann ikki situr aftan fyri trumm
urnar, og hann sigur diggi diss.
Hann dugir at koyra trumlu, hann
dugir at spreingja dynamit, og so
er hann mega klókur við telduni”.
Alt hetta ljóðaði sum ein dreymur
í barnaoyrum, so summarfuglarnir
flaksaðu runt í búkinum, tá vit
fóru inn. Og gita um hann ikki var
tann søtasti og fittasti rockari í
verðini. Tók ímóti okkum við
einum stórum smíli, og tær stóru
krúllurnar flaksaðu aftur og fram,
“HEY, vælkomin í mín føð
ingardag,” segði hann. Vit vóru so
glað, tí alt, ið Emil hevði fortalt,
passaði og meira afturat. Hann var
bara ein super glaður, fittur og
coolur fýrur. Og so hevði hann
biðið Emmy ommu gjørt eina
mega lagkøku við nógvun góðum
ímillum og bollar – og so tað besta
– ein stór pizza stóð mitt á
borðinum. Ein ordans barnaføð
ingardagur, sjálvt um hann fylti 39
ár. Eitt av nógvum, ið var super
við Herluf, var at hann bleiv sum
vit, tá hann var saman við okkum,
kanska hann var Petur Pan.
Minnini saman við Herlufi eru
so nógv, men tey bestu eru í
summarhúsinum á Oddanum.
Sum oftast vóru Emmy, Bjarki og
Herluf farin til Danmarkar aðrenn
vit. So tá vit komu til summar
húsið, var Herluf altíð tann fyrsti
ímóti okkum. Hann kom við ein
um kaffikoppi í hondini og við
einum smíli, øll fingu eitt klemm.
So byrjaði summarferian, fyrst at
spæla á plenuni og so seinnri ein
túr oman á strondina. Túrarnir
saman við Emil og Herlufi oman
til skipið ið liggur á strondini og
rundtúrarnir við summarhúsið á
økinum hava givið okkum nógv.
Minnast væl ein túr har teir lærdu
okkum hvar demokrati var. Teirra
hugflog var so vítt, at vit kláraðu
ikki altíð at fylgja við.
Ein hending, ið stendur heilt
klár hjá okkum, er tá ið Oddmar
fylti otta ár. Dagin aðrenn vóru
Herluf og Emil eitt sindur løgnir,
tosaðu ikki hart og tá vit komu
til teirra, tagdu teir. Mamma
segði, at tað teir tosaðu um var
vaksnamannatos, so vit skuldu
ikki at spyrja. Dagurin kom og
Oddmar hevði føðingardag, og
vit ótu góðan morgunmat, men
Herlf kom ikki upp. Emmy
omma bað okkum ikki vakja
hann. Tað ið so klokkan var eitt,
komu gestirnir úr Keypmanna
havn og Emmy omma vakti Her
luf. So hugnaðu vit okkum. Tá
friður var komin á øll, okkum og
gestirnir reisti Herluf seg upp og
segði, at hann hevði fingið eitt
bræv fra einum vatri, og hetta
førdi so til eina skattajakt. Vit
runnu runt á plenuni eftir hesum
skattum og upp í trø undir
blommutræið og blágrannin hjá
Bjarkabba, alt hetta hevði Herluf
skipa fyri. Nú skiltu vit, hvat
mamma meintvið, tá ið hon
segði, at teir tosa vaksnamanntos,
teir løgdu planir til skattajaktina.
Herluf hevði sitið uppi tað mesta
av náttini og skriva á telduna,
printa, og klipt so hann kundi
leggja hesur ymiskir skattar út.
Vit vita, at hann sat við sínum
koppi framman fyri telduna. Tá
var hann tann Herluf honum
dámdi at verða.
Mamma hevur ofta sagt “Eg
eigi tríggjar tánnáringar”, hetta
var oftani um kvøldið, tá ið práti
hjá Herlufi og Emil fór í gongt,
tí Ester fangaði eisini teirra fant
asi um veruleikan, og so koyrdi
práti. Vit onnur sótu bara og
hugdu og royndu at fylgja við,
men sum oftast skiltu vit einki.
Láturin var nógvur, og oftani
fóru tey upp at keglast, men altíð
vóru tey blivin mild aftur, aðrenn
tey fóru hvør til sítt.
Tað stuttligasta minni um Her
luf er tað hann spældi kitlimask
inan saman við okkum. Hann
kom rennandi eftir okkum í inni
skón og kaffikoppi í hondini, og
tá hann so fangaði okkum, kitlaði
hann okkum, til vit sluppu leysir
aftur.
Minnini eru so nógv og góð,
men spurningarnir eru so nógvir.
Eitt sum vit ikki skilja, er tá vit
síggja Emmy Bjartu simílast, og
Herluf ikki kann síggja hana
vaksa upp saman við okkum.
Hví tók Gud hann mamma,
spyrja vit oftani, og mamma sig
ur, at tað er kanska tí, at Gud
hevði brúk fyri einum trummi
sláara og hvør er betri enn Herluf
aftan fyri trummirnar.
Emmy og Bjarki (omma og
abbi) takk fyri tað tit fingu við
Herlufi, og takk fyri at vit kendu
hann. Vit vita, at tað ikki er lætt,
men hvussu svert tað er, vita vit
ikki. Vit roynan at vera fitt og
hjálpsom, men vita at saknurin
er so stórur so stórur, at vit skilja
tað ikki.
Emil, at missa ein beiggja og
tað einasta sysktin mann hevur,
tað duga vit ikki at ímynda okk
um. Vit vita, at tit ikki bara vóru
beiggjar, men eisini bestu vinir.
Saknurin hja tær er nógvur, og
vit vita ikki meira enn at vera har
og vera góð við teg.
Lítla Emmy Bjarta saknar
hann ikki enn, men vit lova, at
vit skulu fortelja henni um Her
luf, hennara pápabeiggja, ið var
eitt so gott og pent menniskja.
Hvussu hann tosaði, og hvat hon
um dámdi. Vit skulu fortelja alt
vit vita, so hon skal koma at
kenna hann á tann hátt.
Vit vilja enda við einar yrking,
ið er á enskum, og tað var eitt
mál, ið Herluf bæði skilti og
dugdi væl at tosa:
They say that hearts don’t break God.
But that’s not always true.
The day you took our Herluf away
You broke our hearts in two.
Look around your garden Lord,
He won’t be hard to find,
He has a face thats full of love
And a heart thats good and kind.
Tell him that we love him
And when you see him smile,
Put you arms around him Lord
And hold him for a while.
We will always love and miss you
Herluf
Ester,Viktor Hermann,
Oddmar og Emmy Bjarta
Til minnis um Herluf Hermansen
19. mai 1966 - 5. apríl 2009
Týsdagin 6. februar 1990 skrivar Sosialurin
at óvanliga nógv børn vórðu fødd í januar
Fyri 20 árum síðan:
Óvanliga
nógv børn
fødd
nøvn
Sarita Andreassen úr Vestmanna við sínum
tríburum: tvær gentur og ein drongur