Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 5. februar 2010 18 VIKUSKIFTI Teldudreingir uttan mørk Hey Rigmor Eg havi ein stóran trupulleika við 10 ára gamla soninum. Hann hevur eina kvotu til telduspøl uppá 2 tímar dagliga. Hetta ger, at vinmenninir tíma ikki heim til okkara, tí teir halda tað vera rotið, at vit seta mørk fyri nýtsluna. Heima hjá øðrum sita teir óavmarkað við telduna. Eg kann ikki nokta soninum at spæla við teir, og eg kann heldur ikki siga við hini foreldrini, hvussu tey skulu uppala síni børn. Hevur tú eitt gott ráð? Blíðar heilsanir Joensen Góða Joensen Hatta er dilemma, sum flestøll dreingjaforeldur dragast við. Tí sjálvandi flokkast dreingirnir um heimini, har ongi teldumørk eru. Dreingir, sum verða teldomanar, er eisini vanlukku­ liga avleiðingin av, at vit hava so fá pedagogisk frí tíðar­ tilboð til størru skúlabørnini. Foreldur í dag eru til arbeiðis allan dagin. Tað krevur, at vit taka ábyrgd og leggja gerandisdagin til rættis, so børnini ikki sita og ”steina” framman fyri skíggjanum allan dagin. Tí tað kann ongantíð vera sunt – har eru vit samdar! Fyri at tryggja, at dagliga teldunýtslan ikki kemur upp um teir báðar tímarnar, sum tú metir vera hóskandi, mást tú tí bjóða soninum onnur frítíðartilboð umframt. Gongur hann til eini 2­3 frítíðartilboð, til dømis ítrótt og tónleik, koma nakrir góðir seinnapartar burtur úr har. Ein dag um vikuna kanst tú sjálv gera okkurt saman við honum, til dømis fara at svimja ella á bókasavnið. Eisini kann hann vera við til at keypa inn og gera mat ein dag um vikuna. Restina av frítíðini kann hann so spæla við vinmenninar. Ongi prógv eru fyri, at telduspøl eru skaðilig í sjálvum sær. Men sum við øllum øðrum: Alt við máta! v. rigmor ______________________________________________ Fartelefon-yvirgangur Hey Rigmor Tað er ongin loyna, at fartelefonin hevur fingið fasta­ tøkur bæði í børn og vaksin. Men viðhvørt haldi eg, tað er blivið ov nógv av tí góða. Til dømis var døgurðaborðið fyrr kanska einasta tíðin á degnum, har familjan kundi savnast eina løtu at práta um leyst og fast. Men eisini henda løtan er oyðiløgd av fartelefonini, tí tað bimlar og ringir fyri oyrunum alla tíðina. Tey ungu hava ikki tíð at eta, sum tummilin gong ur kykur at senda sms, sum apsalutt skulu sendast beint nú. Einaferð bannaði eg fartelefonum við borðið. Men har var úrslitið, at børnini sótu við havgron og koyrdu matin í seg, og so vóru tey vekk. Eg havi eisini verið í veitslum, har fólk sita og venda reyv til døgurðaborðið, tí tey sms’a ella tosa í telefon. Eftir mínum tykki er hetta botnurin av respektloysi móti hinum gestunum og vertunum. Hvussu heldur tú, at man kemur hesi fartelefon­ basilluni til lívs? Heilsan pápin Hey pápin Sum við øllum øðrum nýggjum tólum, noyðast vit at læra okkum markið millum brúk og misbrúk. Og ikki minst, at tey ungu brúka tólini øðrvísi enn vit eldri. Eg síggi tykkum fyri mær: Lítla kjarnufamiljan kring døgurðaborðið. Við borðendan pápin, skúmandi av øði inn á børnini, sum heldur vilja sms’a enn at hugna sær við súra pápanum – haha… nei, hetta er ikki lætt. Eitt danskt orðatak sigur: ”Vælg dine kampe med omhu”. Kanska skuldi tú eisini vanda tær um dystirnar? Tí tað ljóðar sum um, at tú longu hevur tapt handan fartelefondystin við børnini. Mítt ráð til tín skal tí vera hetta: Hygg upp og smíl til konuna, meðan tit eta. Og lat so børnini hava frið. So verður stemningurin beinanvegin betri, og kanska – bara kanska – tíma børnini at luttaka í hugnanum eisini. Leypur tú forrestin ikki eisini eftir fastnettelefonini, um hon ringir mitt í frikadellunum? Tað gera tey flestu. Eg eri samd við tær í, at tað er virkuliga ófólkaligt at fólk ikki duga sær hógv við fartelefonum í almenna rúminum. Men enn einaferð: Sig við teg sjálvan, at tey so ikki skulu sleppa at taka títt góða humør. So hygg upp og smíl til onkran annan. . v. rigmor ______________________________________________ Arbeiðsleysur sonur Góða Rigmor Eg fari at biðja teg um ráð, tí eg veit ikki, hvussu eg skal hjálpa 19 ára gamla soninum. Aftan á fólkaskúlan fór hann í handilsskúla, men tað tímdi hann ikki. So fór hann at arbeiða. Men sum ungur og ófaklærdur reyk hann beinanvegin út, tá sparast skuldi. Síðan hevur hann einki gjørt. Svevur til út á seinnapartin og situr við telduna stóran part av náttini. Eg havi roynt at tosað við hann um at fara á HF ella av landinum at lesa ella arbeiða, men onki nyttar. Hann vil einki og tímir einki, og ikki so frægt, at eg fái hann at taka eina hond við her heima. Hvat heldur tú, at eg skal gera? Heilsan S Góða S Tú ert ikki tann einasta mamman, sum í hesum døgum stríðist við ein ungling, sum kennir seg vrakaðan av samfelagnum. Arbeiðsloysi fær sjálvt tann besta at falla í fátt, tí arbeiði og útbúgving hava so stóran týdning í samfelagnum sum heild og fyri samleikan hjá tí einstaka. Tú – og pápin, um hann er til staðar – noyðast eina­ ferð med alla at traðka í karaktér og krevja, at sonurin samstarvar. Hetta kunna tit gera, tí hann býr heima – annars má hann út! ALS hevur næstan ongi tilboð til ung í hansara støðu. Tí er lívsneyðugt fyri unga mannin, at tit vísa, at tit vilja honum tað besta, og tí skal hann víðari longu í ár. Á bókasavninum finna tit bøkur sum »Hvad kan jeg blive?« Farið eisini til ein lestrarvegleiðara, sum kann hjálpa soninum at spora seg inn á eina yrkisleið. Og for­ restin – farið líka ein túr framvið hjá læknanum fyri at útiloka, at ógvusliga møðin ikki er sjúklig. Eg ynski tykkum góða eydnu við øllum. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo RigmoR Dam Útvarpið er ein krevjandi miðil. Spurnarkappingarnar innihalda so stórar og djúpar spurningar, at bara tey allarklókastu kunnu fylgja við. Æt skipið, sum føroyingar plaga at kvøða um ,“Ormurin langi” ella “Ormurin stutti” ella kanska okkurt heilt triðja? Svar: Ormurin langi, púra rætt og nú økist spenningurin, og nú kemur mentanarspurningurin: Hvussu eitur høvundurin NN (og so verða allar hansara bøkur nevndar), ja, púra rætt, og enn er einki avgjørt, spenningurin veksur..... Tað seinasta páfundið í hesari serføroysku heilakanningini er at fáa fólk at greiða frá, hvat tey hava í taskuni hjá sær. Sera áhugavert. Og eitt sindur óhugnaligt, tí tað ljóðaði sum, at daman hevði ein fisk, sum hon brúktu sum ílát. Hon bleiv spurd um, hvat hon hevði í handtaskuni, og tað ljóðaði sum “í havtaskuni”. Allir føroyingar siga hondtaska, hondmálað, hondgjørt, hondjørn osfr. Tað stendur eisini í Da­Fø­ orðabókini hjá Hjalmari Petersen. Men onkur málstjóri heldur, at alt skal eita okkurt við hand-. Og útvarpsfólkini (og nógv onnur, sum eru ósikkur í føroyskum) hoppa eftir og brúka tann óføroyska formin. Í øðrum londum duga fólk at fáast við mál og málbøkur og registrera allar formar, sum fólk brúka. Í Danmark til dømis kann tað eita barnevogn, børnehave og barndom. Allir tríggir formar verða brúktir, og eingin ger seg inn á teir. Tað hevði eisini vakt ans, um onkur sprogbestyrer kravdi, at tað skuldu eita børnevogn, barnehave og børndom. ella børnsdom (MT) Ein taska verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð