fríggjadagur 5. februar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 25 - 5. februar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Jens Michael Jensen, vanliga nevndur
Lillego, fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi
fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr
Tvøroyrar kirkju leygardagin klokkan 13. Sungið
verður úr sálmabókini. Í staðin fyri blómur ella
krans kann peningagáva latast til Føroya felag móti
Krabbameini.
Herman B. Hermansen, Tórshavn, ættaður úr
Hósvík, andaðist týsdagin 2. februar, 76 ára gamal.
Jarðarferðin verður leygardagin 6. februar kl. 13 úr
Hósvíkar kirkju. Tey, ið vilja minnast Herman,
kunnu lata LÍV, sjálvbodna bjargingarbátinum,
eina gávu. Konta í Eik.
Andlát og jarðarferðir
15. desember fingu Fríða Larsen, Lamba, og Helgi
Højgaard, Søldarfjørður, ein son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 4200 gr.
18. januar fingu Hertha S. M. Johannesen og Finn á
Svøð, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og
vigaði 4050 gr.
21. januar fingu Poula Árnadóttur Lervig og Bárður
Larsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og
vigaði 3800 gr.
22. januar fingu Heidi og André Joensen, Vágur, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3700 gr.
23. januar fingu Randi og Torbjørn Lisberg, Keyp
mannahavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3730 gr.
27. januar fingu Malan B. Hansen og Petur av Kák, Argir,
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr.
28. januar fingu Maria og Reindolf Deku, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3450 gr.
30. januar fingu Marjun og Henning Hansen, Fuglafjørð
ur, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4050 gr.
31. januar fingu Anna Nygaard og Trygvi Sigurðsson,
Glyvrar, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3750 gr.
1. februar fingu Rúna Niclasen og Torkil Hellisá,
Streymnes, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
3770 gr.
1. februar fingu Laila W. Saxow og Eyðun K. Mouritsen,
Argir, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4000 gr.
2. februar fingu Marita Wolles og Henning Ljósstein,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
4470 gr.
Føðingar
Mikudagin 19. januar fingu Ann-Mari Egholm og Mads
H. Jespersen, Vestmanna, ein son. Hann vigaði 3500 gr.
og var 54 cm langur.
Sunnudagin 7. februar fyllir
Jógvan Davidsen, Elduvík,
100 ár. Jógvan er føddur 7.
februar 1910 í Haldarsvík,
mamman Maria Dahl, var
úr Oyndarfirði og pápin
David Davidsen úr Tjørnu
vík. Jógvan átti eina systir
Astrid, og ein beiggja Hans.
Sum tvey ára gamal, kom
Jógvan til Elduvíkar til
mostur sína Andreu og
mann hennara Sofus Harald
sen at verða, tí mamma
hansara var sjúk. Andrea og
Sofus áttu eingi børn, men
seinri fingu tey ein son
Alfred, so teir vuksu upp
saman sum brøður. Tá Jógv
an var 9 ára gamal druknaði
fosturpápi hansara, Sofus,
hann fórst saman við fimm
øðrum elduvíkingum við
Ognarbátinum 8. februar
1919, hinir sum fórust
vórðu Poul Johs. Poulsen,
Johannes Garðshorn, Mari
us Garðshorn, Hans Henrik
Høgnesen og Joen Henrik
Høgnesen Tveir mans bjarg
aðust Johan Haraldsen og
Sivert Høgnesen, hettar var
ein stórur smeitur fyri alla
bygdina, tá bleiv nógv at
gera hjá einum 9 ára goml
um dreingi, har skuldi velt
ast, hoyggjast, skera torv
og mangt annað.
Jógvan fór til skips 14 ára
gamal, seinri fór hann á
maskinskúla í Havn, tá
hann var í 20’unum, fór
hann í læru á maskinverk
smiðjuni Tuxham í Keyp
mannahavn
og
gjørdist
maskinsmiður.
Jógvan
giftist í 1937 við Gerdu
Jacobsen úr Thisted, tey
búsettust í Keypmannahavn,
og fingu trý børn, Dianu,
Stig og Hjørdis. Abbabørnini
eru 6 í tali og langabba
børnini eru 8.
Nøkur ár eftir at kona
hansara Gerda, sum andað
ist í 1970, og pápi mín Jógv
an Garðshorn, sum andaðist
í 1979, fingu mamma mín
Elspa og Jógvan samband
við hvønn annan, tey kend
ust, bæði vóru jú úr Elduvík.
Hann flutti aftur til Eldu
víkar í 1983. Jógvan er ein
ógvuliga fittur maður, og
hevur verið ógvuliga virkin
til sín aldur, dámdi sera væl
at fáast við krýatúr, seyð,
høsn og dunnur. Eisini
knýtti hann teppir. Bát fekk
hann sær eisini, og hevði
hann mangar góðar løtur í
honum. Mamma og Jógvan
fingu nøkur góð ár saman,
mamma andaðist í 1994.
Jógvan flutti í Sambýlið
á Skála í 2000, har treivst
hann sera væl. Í 2006 flutti
hann á Eysturoyar røktar
og ellisheim, har hann nú
er, og er glaður fyri at verða.
Familjan í Danmark er
trúgv at vitja hann, eftir at
hann flutti aftur til Føroya
at búgva.
Nú hann fyllir 100 ár,
kemur meginparturin av
familju hansara í Danmark
at halda henda stóra dag
saman við honum. Opið
hús verður á Eysturoyar
røktar og ellisheimi sunnu
dagin 7. februar millum Kl
15 og 17. Eg og mín familja
ynskja Jógvani hjartaliga
tillukku við degnum.
Eleina
Jógvan Davidsen 100 ár
Prógv
Katrin Einarsson
Hensiudóttir, Tórshavn,
hevur tann 28. januar
2010 lokið prógv sum
professionsbachelor í
fysioterapi á Skodsborg
Fysioterapiskole,
Professionshøjskolen
UCC.
Dagurin
5. februar. Ata, deyð umleið ár 250. Henda vakra
unga gentan í Cataniu á Sikiloy vildi ikki lovast
heidnum fríggjara, av tí at hon var kristin, og varð eftir
ræðuligar pínslur tikin av døgum. Grikst navn, Agata,
sum merkir tann góða.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Merkisdagar
50 ára føðingardagur
18. feb. verður Símun Poulsen, Bøgøta 15, Klaksvík, 50 ár.
Dagurin verður hildin leygardagin 20. feb í Skálanum frá kl.
17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tey í vilja gleða Símun
við at koma í føðingardag, kunnu siga frá á tlf. 221265 ella
220109 innan 14. feb.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður
av Eiði, 80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá
dótturini í Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 5. feb. verður Leivur Ellingsgaard, optikkari,
ursmiður, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum
frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúðleyp
Hósdagin 4. feb. hava Oda og Árni Frederiksberg, á
Strondum, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fíggjakvøldið
19. feb. frá kl. 18 í Kelduni í Skálafirði.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 5. feb. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen
í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Prógv
27. jan fekk Elisabeth Dorthea Benjaminsen prógv sum
Ergoterapeut á Professionshøjskolen Metropol ì København.