Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 26 - 8. februar 2010 Obama vil samráðast Barack Obama, forseti, sigur nú, at hann fer at senda boð eftir umboðum fyri teir báðar flokkarnar í Kongressini fyri at leggja eina ætlan um, hvussu tann umstrídda nýskip anin á heilsuøkinum kann fremjast. Republikan­ ararnir eru harðliga ímóti uppskotinum hjá forsetanum, og konservativir demo krat ar eru heldur ikki serliga hug­ tiknir av tí. Harafturímóti heldur vinstravongurin í demo­ kratiska flokkinum, at nýskip anin er ikki nóg nýskapandi. Republikanski talsmaðurin, Mitch McConnell, sigur við AP, at Obama má leggja sítt upp skot til viks og byrja av nýggjum, skal hann fáa semju. Dýrt kríggj Tað kostar teimum donsku skattgjaldarunum fleiri hundrað milliónir um árið, at Danmark hevur he rmenn í Afghanistan, og tey seinastu árini eru útreiðslurnar øktar sera nógv. Politiken skrivar í dag, at fyri tveim­ um árum síðani kostaði kríggið ríkis kassanum 353 milliónir krónur, men at nú er talið farið upp um eina milliard krónur. Samstundis sigur blaðið seg hava frætt frá vælvitandi keldum, at útreiðslurnar fara at økjast enn meiri longu í hes um árinum. Tað eru serliga lóður og vápn, sum kosta nógv, men lønarútreiðslurnar eru eisini stórar, skrivar Politiken. Heðin Mortensen hevði sitið á tingi. Tað høvdu Ed mund Joen sen og Sjúrður Skaale ikki. Ein sand ingur við 41 atkvøðum hevði um boðað Fólka­ flokk in. Tað høvdu verið fleiri kvinnur og Javnaðarflokkurin hevði onki umboð havt úr Norðoyggjum. Soleiðis hevði støðan verið á løgtingi í dag, um Føroyar vóru 5 valdømi til valið í 2008, og alt annars var á sama hátt Valdømi Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað høvdu verið umfatandi broytingar á Føroya Løg­ tingi, um Føroyar vóru fimm valdømi í 2008, av ­ kvøðurnar fullu á sama hátt, ABC­samgonga hevði verið og somu landsstýris­ fólk vóru, sum tað eru í dag. Hetta er niðurstøðan, nú Sosialurin setir høvd á teir 33 ymisku tingsessirnar, sum høvdu verið vald, um so var, at Føroyar vóru fimm valdømi til valið í 2008 og atkvøðuslúkarnir í ymisku økjunum, høvdu fingið somu plaseringar á listanum í sínum øki, sum tey hava fingið higartil. Ongin javnaður í Norðoyggjum Í Norðoyggjum er í upp­ skotinum til fimm valdømi lagt upp til, at økið er minsta valdømið við fýra tinglimum. Flokkarnir, sum høvdu verið umboðaðir í Norð­ oyggjum høvdu fingið ein tingmann hvør, og tað hevði merkt at Fólkaflokkurin hevði fingið ein tingmann, Sambandsflokkurin ein, Tjóð veldi ein og Miðflokk­ urin ein. Hetta hevði merkt, at Jákup Mikkelsen ikki hevði komið inn á ting, og Javn­ aðarflokkurin ongan tinglim hevði fingið. Edmund hevði rokið Hevði valskipanin fyri tveim um árum síðan verið broytt soleiðis, at tað blivu fimm valdømi heldur enn eitt, so hevði Edmund Joen­ sen ikki verið valdur inn á ting. Sambandsflokkurin hevði fingið tveir av teimum sjey tillutaðu tingmonnunum í Eysturoy, men bæði Alfred Olsen og Helgi Abrahamsen fingu fleiri atkvøður enn Edmund Joensen – sum er hart ímóti fleiri valdømum – í Eysturoyar valdømi. Í hinum flokkunum hevði ongin broyting verið í mun til tey, sum vanliga manna Føroya Løgting í dag. Trý afturat úr útnyrðingi Men størstu broytingarnar høvdu helst verið í Út nyrð­ ings valdømi, sum er ein samanseting av Vága og Norðurstreymoyar valdøm­ um, tó uttan Kollafjørð, sum fer við í Suður streym­ oyar valdømi. Sum støðan er í dag í saml aða Útnyrðings val­ dømi eru trý fólk vald á ting. Jørgen Niclasen (A), Heðin Zachariasen (A) og Marjus Dam (B). Tó eru bert tveir av hesum á tingi, tí Jørgen Niclasen er í Lands stýrinum. Men høvdu tað verið fimm valdømi, so høvdu fimm fólk umboðað útnyrð­ ingsøkið á tingi. Eisini um Jørgen Niclasen var í lands­ stýrinum, tí so hevði næsta umboðið fyri Fólkaflokkin í økinum tikið sætið. Heðin Zachariasen og Marjus Dam høvdu hildið fast við sínar sessir, men hevði Jørgen Niclasen verið í landsstýrinum, so hevði Bárður Poulsen tikið sætið eftir hann. Harafturat høvdu bæði Javnaðaflokkurin og Tjóðveldið fingið umboð úr økinum, og tað høvdu verið Kristoffur Gaardlykke og Heidi Petersen, sum høvdu umboðað hesar báð­ ar flokkarnar. Færri úr Suður­ streymi Hóast Suðurstreymoyar val dømi hevði vaksið í fólka tali, við tað, at Kolla­ fjørður kom uppí eisini, so hevði umboðanin verið minni. Í mun til í dag, nú 14 fólk úr Suðurstreymi eru á tingi, so høvdu bert 12 verið við fimm valdømum. Tað merk ir beinleiðis, at tað ikki hevði verið pláss fyri Bjarna Djurholm og Sjúrði Skaale, umframt at John Johannesen hevði mist sín sess til Heðin Mortensen, sum fekk fleiri atkvøður enn John Johannesen í høv­ uðsstaðarøkinum. Harafturat hevði Ingvør Nolsøe fingið ein sess í tingbólkinum hjá Sam­ bands flokkinum. Í hesum er gingið út frá, at Annika Olsen, Kaj Leo Johannesen, Rósa Sam uel­ sen og Helena Dam á Neysta bø høvdu havt sínar landsstýrissessir. Ein sandoyingur afturat Høvdu landsstýrisfólkini verið tey somu, sum í dag, so høvdu bíligastu ting sess­ irnir verið í nýggja Suður valdømi, sum er sett saman av Sandoynni og Suður­ oynni. Poul Klementsen av Sandi við 41 atkvøðum hevði komið inn sum næsti maður eftir Jacob Vester­ gaard í Fólkaflokkinum. Harafturat høvdu Jaspur Vang (B) og Mikkjal Sør­ ensen (C) komið á ting fyri Johan Dahl og Jóannes Eidesgaard. Fleiri kvinnur Høvdu landsstýrisfólkini verið tey somu, og at kvøð­ urnar annars fallið á sama hátt við fimm valdømum, so høvdu seks kvinnur havt sína dagligu gongd á tingi, heldur enn fimm, sum eru í dag. Eyðgunn Samuelsen hevði mist sítt sæti á tingi, men Ingvør Nolsøe og Heidi Petersen høvdu kom­ ið afturat. Tjóðveldi hevði verið mann að við Annitu á Fríð­ riksmørk, Bjørt Samuelsen, Bergtóru Høgnadóttir Joen­ sen og Heidi Petersen. Tað vil siga, at fimm av átta ting fólkum í Tjóðveldi høvdu verið kvinnur. Katrin Dahl Jakobsen hevði hildið fram at umboða Javnaðarflokkin, og Ingvør Nolsøe hevði sitið á tingi, tí at bæði Kaj Leo Johannesen og Rósa Samuelsen, sum vágafólk ikki vildu stilla upp, høvdu sitið í lands­ stýrinum, og eftir tey bæði og Magna Laksáfoss hevði Ingvør Nolsøe komið á ting úr Suðurstreymoyar val­ dømi. Um Føroyar vóru Lagt til rættis: Jón Tórur Einarsson og Eirikur í Jákupsstovu