Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 8. februar 2010 7 tíðindi Flóttafólk doyðu Tíggju flóttafólk eru deyð, og umleið 30 eru ikki komin afturíaftur, eftir at bátur teirra fekk maskinskaða og rak fyri vág og vind í Adenvíkini. Sagt verður, at flóttafólkini vóru á veg úr Somalia til Jemen, og at tey høvdu rikið á havinum í fleiri dagar uttan vatn og mat, tá eitt vaktarskip kom fram á bátin. 70 fólk vóru umborð á bátinum, tá vaktarskipið kom fram á hann, og tey vórðu bjargað til lands. Ein talsmaður fyri somalisku myndugleikarnar sigur, at tey flestu flóttafólkini í bátinum eru úr Ethiopia. Kvinna bleiv forseti Alt bendir, at veljararnir í miðamerikanska landinum Costa Rica hava valt eina kvinnu til forseta, og tað er ikki hent har fyrr. Valið var í gjár, og tá 44 prosent av atkvøðunum vóru taldar í morgun, hevði Laura Chinchilla fingið so mikið nógvar atkvøður, at eingin ivi er um tað endaliga úrslitið. Sambært valnevndini hevði Laura Chinchilla fingið 47 prosent av teimum taldu atkvøðunum, meðan tey bæði næstu valevnini høvdu fingið 23 og 21 prosent. Vallógin í Costa Rica sigur, at fær eitt valevni meiri enn 40 prosent av atkvøðunum, er viðkomandi valdur - ella í hesum førinum vald. fimm valdømi … Ikki heilt rætt Sjálvandi ber ikki til at siga, at býtið av tingfólkunum hevði verið júst tað sama, tí nógv fólk høvdu valt øðrvísi, um tey bert kundu velja ímillum tey, sum búgva í sínum øki, og atkvøðubýtið millum flokkar nar hevði helst eisini verið eitt sindur øðrvísi, um fólk vóru avmarkað at velja fólk úr sínum øki, og harafturat hevði uppstillingin helst ikki verið heilt á sama hátt. Hinvegin skuldi hetta givið eina ábending um, hvussu støðan hevði verið á tingi, um Føroyar vóru fimm valdømi, tí helst hevði størsti parturin av Føroyingum valt sama flokk, og fólkini við flestum atkvøðum høvdu helst verið nakað tey somu, um Føroyar vóru fimm valdømi.