mánadagur 8. februar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 26 - 8. februar 2010
Tróndur í Gøtu skal
fiska fyri einar 60
milliónir krónur
um árið, um skipið
ikki skal hava reyð
tøl í roknskapinum.
Tað staðfestir Jákup
Jacobsen, reiðari,
hóast hann heldur tað
vera torført at meta
um útreiðslurnar
NýbygNiNgur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað krevur 60 milliónir
krónur í inntøku um árið,
um nýggi Tróndur í Gøtu,
sum varð doyptur leygar
dagin, skal kunna bera seg.
– Vit mugu nokk taka eitt
sindur av kvotunum hjá onkr
um øðrum skipið, og málið
má vera einar 60 milliónir,
um skipið ikki skal koma út
við reyðum tølum, sigur
Jákup Jacobsen, reiðari.
Hann leggur afturat, at
olja og sovorið, sum svingar
nógv, sum hevur nógv at
siga.
Køliskip
Fleiri hava bygt frystiskip,
men tað hava teir í Varðan
um í Gøtu ikki valt við
Tróndi í Gøtu.
– Tá tú fert í gongd við
eitt tílíkt projekt, verður
ikki bara skotið í rúgvu. Vit
kanna møguleikarnar, og
funnu fram til, at tað er við
hesum slagi at skipum, at
vit hava klárað okkum væl
við og duga, fortelur Jákup
Jacobsen.
Hann sigur eisini, at í Nor
egi eru fleiri reiðarí farin frá
frystuskipunum, so teir eru
ikki einsamallir at byggja
hetta slag av skipum.
– Men tað er møguligt, at
hitt hevði verið rættari, men
tað vita vit ikki fyrr enn vit
hava roynt hetta, staðfestir
reiðarin.
Minni motor
Nýggi Tróndur í Gøtu hevur
minni maskinorku og minni
skrúvu enn fleiri onnur skip
av sama slag, sum eru bygd
seinastu árini. Ætlanin við
hesum er at spara olju.
– Tað er meira økonom
iskt, tí skipið brúkar minni
olju, sigur Dávið Jacobsen,
tekniskur leiðari.
Hann vísir somuleiðis á,
at skipið hevur fingið sær
skipan, sum kann vísa,
hvussu nógv olja verður
nýtt fyri at fáa hvørt kilo av
fiski umborð.
Varðin hevur eisini hugsað
at vera upp á forkant í útláti,
og tí hava teir sett katalysator,
sum reinsar útlátið frá mot
orinum, umborð, umframt at
teir sett ein útstoytsketil um
borð, so teir brúka tann hitan,
sum fer út umaftur.
Draga somu línu
Um orsøkina til, at tað ber
til hjá reiðarínum at klára
seg so mikið væl, sum tað
ger, sigur Jákup Jacobsen,
at tað helst hevur havt nógv
at siga, at teir upprunaligu
16 partaeigararnir og núver
andi 11 altíð hava verið
rættiliga samdir um, hvat
skuldi gerast.
– Eg haldi vit standa væl
saman. Tað er øgiliga sjáld
an, at vit ikki allir draga sama
veg, og tað hevur nógv at
siga. Men annars haldi eg
eisini, at vit hava traditión
fyri hesum fiskarínum, og tí
hava vit gott fólk, samstundis,
sum vit hava sett fólk við alla
tíðina.
– Erfaringarnar hjá teim
um eldru, koma teimum
ungu til góðar, sigur Jákup
Jacobsen.
Hann sigur somuleiðis, at
tað eisini má drívast hart.
– Tað verður ikki ligið,
um nakað er at fara eftir,
staðfestir Jákup Jacobsen.
Hava havt
avbjóðingar
Tað hevur ikki altíð verið
soleiðis, at tað hevur gingið
væl hjá reiðarínum í Gøtu,
tí tá reiðaríið byrjaði var
tað rættiliga tungt at halda
sær flótandi, men seinastu
árini hevur gingið væl hjá
Varðanum í Gøtu, sum fram
til fyri kortum æt Vinnan.
– Við gamla Tróndi í
Gøtu gekk ikki altíð líka
væl, men nú eru listarnir av
teimum, sum vilja sleppa
umborð á okkara skip lang
ir, og tað hevur borið til at
byggja nøkur skip afturat,
sigur Jákup Jacobsen.
Skal fiska fyri 60 milliónir krónur
Eta minni fisk
Í desember keyptu húski í Japan fiskamat fyri 96 evrur í
meðal, og tað var 3,4 prosent minni enn mánaðin undan. Tað
var serliga áhugin fyri turkaðum fiskavørum og feskfiski,
sum minkaði, tí har minkaði sølan ávikavist 9,2 og 6,1 pro
sent, skrivar Reuters. Men japanar ótu eisini 1,4 prosent minni
av skeljafiski og 2,1 prosent minni en makreli í desember.
Harafturímóti høvdu tey japonsku húsarhaldini munandi størri
áhuga fyri sardinum og krabba, tí har vaks sølan ávikavist
19,4 og 12,7 prosent, skrivar Reuters úr Tokyo.
Partabrøvini hækka
Eftir at Føroya Banki hevur keypt danska Sparbank, eru
partabrøvini hjá bankanum hækkað heili 4,5% í dag. Ikki
síðani í oktober 2008 hava partabrøvini í Førya Banka
verið á verandi støði og verður í dag handlað til kurs 150.
Meðan keypið av Sparbank merkir eina hækkan av
kursinum á Føroya Banka partabrøvum, eru Sparbank
partabrøv als ikki handlað á børsinum í dag, skrivar
boersen.dk.
Jákup Jacobsen, reiðari,
metir, at orsøkin til, at tað
hevur gingið reiðarínum so
væl, er at partaeigararnir
hava verið rættiliga samdir