mánadagur 8. februar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 26 - 8. februar 2010
Dópur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
So væl bygt eitt far og so
vøkur ein skúta og eru her
komin, teg at heiðra og
njóta, at løtan er komin, tú
skjótt fer avstað. Vit biðja
at harrin má signa tann
dag.
Ansa øll tey, ið við tær
skulu vera. Vit biðja og
ynskja tú má aftur tey bera.
Førið tit saman mangan
fongin í havn.
Tróndur í Gøtu skal vera
títt navn.
Tað søgdu gummurnar,
Dagmar Jacobsen og Laura
Hentze, beint áðrenn tær
sendu fløskuna avstað, sum
fór í sor leygardagin.
So var Tróndur í Gøtu
doyptur.
Gummurnar báðar kenna
dópin, sum eina stóra æru.
– Hetta er stórt. Tað er
ikki øllum beskorið at vera
gumma at einum skipi, sig
ur
Dagmar
Jacobsen,
gumma og kona tekniska
leiðaran, Dávið Jacobsen.
– Ja, eg sigi sum Dagmar.
Hetta er stórt. Vit hava havt
mangar góðar løtur saman
við gamla Tróndi í Gøtu, og
nú verður spennandi at vita,
hvussu verður við tí nýggja,
sigur Laura Hentze, gumma
og kona Jógvan Hentze,
partaeigara.
Reyðar pylsur í dópinum
Tá Tróndur í Gøtu var
doyptur í Skagen leygar
dagin bjóðaði Karstensens
skipasmiðjan til ein bita
aftaná.
Ofta verður boðið til
pinnamat aðrastað, men
hjá Karstensens, sum hava
bygt skip í fleiri hundrað
ár, er menu’in altíð reyðar
pylsur og breyð, og tað
hevur verið traditión í
langa tíð á skipasmiðjuni.
-eij
Tróndur
í Gøtu
skal verða
títt navn
Hansara egnu ivast
Fleiri leiðandi limir í Vinstraflokkinum í Danmark siga seg
ivast í, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri og
floksformaður, er førur fyri vinna tað næsta
fólkatingsvalið. Millum teirra, sum ivast, eru fleiri
fólkatingslimir hjá flokkinum og enntá eisini einstakir
ráðharrar. Tað skrivaði Politiken í gjár og vísti til eina
týðandi keldu í Vinstra. Keldurnar siga, at Lars Løkke
Rasmussen hevur ikki megnað at geva eina klára mynd av
tí, sum stjórnin ætlar. Ein annar trupulleiki er, at hann
hevur givið tí konservativa flokkinum alt ov stórt pláss á
pallinum ístaðin fyri at steðga teimum.
Skip misti eiturbingju
Eitt finskt farmaskip misti leygardagin fýra bingjur í havið
stutt sunnan fyri svensku oynna Gotland. Tær fýra
bingjurnar stóðu stáplaðar á dekkinum á farmskipinum,
sum var á veg til St. Pætursborg í Russlandi. Ein talskvinna
fyri svensku sjóverjuna segði í gjár, at fimm tons av
eldfimum evnum, sjey tons av umhvørvisskaðiligum
evnum og átta tons av ymsum umhvørviseituri vóru í einari
av bingjunum. Flogfør hjá svensku sjóverjuni leitaðu eftir
bingjunum leygardagin, men funnu tær ikki.
Leygardagin var Tróndur í Gøtu doyptur, og
gummurnar fegnaðust
Fløskan brotnaði væl og virðiliga
Kári Hansen frá Gøtugjógv
fær sær reyðar pylsur og
breyð
Laura Hentze og Dagmar
Jacobsen eru gummur
Trónd í Gøtu. Tær standa
her saman við Knud
Karstensen, stjóra á
Karstensens Skipsværft
Tað vóru fleiri føroyingar komnir til dóp hjá Tróndi í Gøtu