Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 26 - 8. februar 2010 Fylgja fólkaatkvøðuni Tá íslendingar fara á fólkaatkvøðu um Icesave-lógina í næsta mánaði, fer umheimurin at fylgja væl við, hvør avgerðin verður. Morgunblaðið skrivar, at higartil hava tíggju útlendskir fjølmiðlar boðað frá, at teir fara at senda fólk til Íslands at fylgja við fólkaatkvøðuni. Úr uttan ríkis ráðnum í Reykjavík hevur blaðið fingið at vita, at talan er um fjølmiðlar úr Norðurlondum, Týsk- landi, Eysturríki, Írlandi, Bretlandi og Niðurlondum. Uttanríkisráðið vænt ar at frætta frá fleiri øðrum fjøl- miðlum, sum ætla sær at fylgja við fólkaatkvøðuni tann 6. mars. Vilja varðveita vælferðina Danir vilja ikki góðtaka, at vælferðin verður skerd, og at pengarnir verða brúktir til at fíggja hallið hjá ríkiskassanum ístaðin fyri. Ein meiningakanning, sum vikubrævið A4 hevur gjørt, vísir, at bara 12 prosent av teimum spurdu halda, at tað er rætt at skerja tær almennu tænasturnar fyri at fíggja tað almenna hallið. 39 prosent vilja heldur hava brúkaragjøld, og 43 prosent mæla til at hækka skattin. Kasper Møller Hansen, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sigur við A4, at kanningin vísir, at danir eru samdir um at varðveita, men ósamdir um, hvussu hallið hjá tí almenna skal fíggjast. Hóast tað ikki eydn­ að ist Jens Marna Hansen, at koma í finaluna av danska Grand Prxinum leygarkvøldið, so var hann kortini tann av luttakarunum, sum fekk flest atkvøður frá hyggjarunum GRAND PRIX Barbara Holm barbara@sosialurin.fo – Tað er eitt herðaklapp, sum hevur størri týdning fyri meg, enn hugsanin hjá dómarapanelinum, sigur Jens Marni Hansen. Av teimum 10 luttakar- unum, sum framførdi í Aalborg leygarkvøldið, var Jens Marni Hansen tann, ið hyggjararnir kjósu til vinn- ara. Tey ringdu til mín frá DR eftir sendingina og søgdu, at hóast eg ikki kom víðari, so fekk eg flest atkvøður frá hyggjarunum, sigur Jens Marni Hansen. Hóast Jens Marni ikki gjørdist vinnarin av kapp- ingini, so er áhugin fyri hansara tónleiki av álvara voksin í Danmark, og fleiri stór plátufeløg hava víst hon um áhuga. – Eg fari í næstum at út - geva mína fløgu í Danmark. Vónandi verður Grand Prix lagið »Gloria« eisini partur av fløguni, sigur Jens Marni. Jens Marni Hansen hevur eisini aðrar stóran ætlanir fyri framman, tí um fáar vikur fer hann á umfatandi rundferð í Danmark. – Áhugin fyri mær og mín um tónleiki er eksploderaður í Danmark, og tað var júst við hesum fyri eyga, at eg fór við í kappingina. Tað er fyri so vítt ikki so týdningarmikið, hvat dómarapanelið heldur um meg. Men eg haldi, at danir hava tikið væl ímóti mær, sigur Jens Marni Han- sen. Chief 1 royndi av øllum alvi Tann av dómarunum, sum umboðaði rokksjangruna til Grand Prixið, royndi av øllum alvi at sannføra hinar dómararnar um, at Jens Marni var besta boðið uppá ein danskan Grand Prix luttakara í Oslo. – Eg royndi alt eg kundi, men hinir dómararnir vóru ikki at flyta. Dómararnir vóru eisini alt annað enn rokk fjepparar, so Jens Marni hevði keðilig odds, sigur Chief 1. Chief 1 er millum annað umboðsmaður hjá føroyska bólkinum The Dreams, og hann heldur tað kortini verða best fyri Jens Marna, at hann ikki vann kapp- ingina. – The Dreams vóru eina- ferð í Grand Prix, men tað er tað eingin sum minnist. Hóast hetta var teirra gjøg- numbrot, so eru teir ikki »Grand Prix bólkur« í eyg- unum hjá dønum. Jens Marni hevur við hesum gjørt seg merktan, og um hann dugir at gagnnýta tað, so kann hann av álvara gerast eitt stórt rokknavn í Danmark, sigur Chief 1. Hyggjararnir atkvøddu fyri Jens Marna, og tá ið endaliga uppteljingin frá fyrsta umfari var av, var eing in ivi um, at hyggj ar- arnir vildu hava Jens Marna víðari. – Tað er uttan iva tí, at tann vanligi danskarin ikki er eins bundin at siðvenju og dómararnir kanska eru. Danir tora at senda eitt rokklag víðari til Oslo, tí í veruleikanum hevur hetta størsta møguleikan, sigur Chief 1 sum vísir á, at dómararnir ikki mettu eitt rokklag verða hóskandi til Grand Prix. Føroyingar fara at bergtaka Eurovision Chief 1 er ikki í iva um, at Føroyar skulu hava egnan limaskap í Eurovision. Hann heldur, at um Føroyar gjørdist eitt sjálvstøðugt land, so hevði tónleikur av - gjørt kunna ment seg til eina avgerandi útflutnings- vinnu. – Føroyingar fara uttan iva at smyrja alt av í Euro- vision, um tit velja at gerast eitt sjálvstøðugt land, og soleiðis fáa limaskap. Før- oyingar eru eitt óvanliga evnaríkt fólkaslag, sum heilt avgjørt eigur at satsa uppá tónleikin, sigur Chief 1. Hyggjararnir valdu Jens Marna Jens Marni var stórfavorittur hjá hyggjarunum í Grand Prix leygarkvøldið Chief One heldur, at tað er best fyri karrieruna hjá Jens Marna Hansen, at hann ikki gjørdist vinnarin av Grand Prixinum