Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 26 - 8. februar 2010 Eftirlit við fiskimonnum Í einari roynd at at fáa eina meiri einfalda eftirlitsskipan hava teir donsku fiskiveiðimyndugleikarnir gjørt av at seta vevmyndatól umborð á 30 fiskifør. Í løtuni verður leitað eftir 30 skiparum, sum vilja hava eitt tílíkt mynda­ tól umborð. Mogens Schou, sum er menningarstjóri í fiskimálastýrinum, sigur við DR, at tað kann loysa seg hjá skiparum at taka av tilboðnum um myndatól, tí teir fáa størri kvotur afturfyri. Hann sigur, at myndatólið skal ætlandi gera ES­reglurnar um meskavídd og veiðieftirlit einfaldari í framtíðini. Vaktarskip á fjarleiðir Skip, sum sigla í Miðjarðarhavinum ella við vesturafriko­ nsku strondina seinni í ár, kunnu vænta at møta einum íslendskum sjóverjuskipi, og skuldi ein tyrla hingið í luftini, kann væl henda, at eisini hon er komin úr Íslandi. Sambært íslendsku fjølmiðlunum er játtanin vaktar­ og bjargingar­ tænastuna so lítil í ár, at tænastan noyðist at sleppa sær av við eina av teimum trimum tyrlunum, og harafturat skal eitt av skipunum leigast út til eftirlit í Miðjarðarhavinum. Sam­ bært vaktar­ og bjargingartænastuni rakar tann skerda játtanin serliga bjargingartænastuna á sjónum. - Fleiri ótroyttir møguleikar eru í samstarvinum við russar, og eitt ítøkiligt uppskot er í samstarvi við russar at byggja føroyingahavn á Svalbard, sigur Árni Dam, russiskur umboðsmaður og konsul í Føroyum MilluMlanda saMstarv Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Hví ikki byggja eina nýggja Føroyingahavn á Svalbard í samstarvi við russar? Hetta uppskot hevur Árni Dam, russiskur umboðs­ maður og konsul í Føroyum reist fyri landsstýrinum. Í november mánaði skriv­ aði hann Fiskimálaráðnum bræv, har hann mælti landsstýrinum til at taka hetta mál upp í fiskivinnu­ samráðingunum við russar. Uppskot hansara er, at verkætlanin verður sjósett sum royndarfiskiskapur við fyribils seks AWI­bátum. Tveir russar og tveir føroy­ ingar kunnu vera við hvørj­ um báti og rógva út frá ein­ um frystiskipi. Skipið skal kunnu frysta umleið 30 tons um dagin, og teir 24 fiskimenninir skulu kunna gista og eta umborð á fryst­ iskipinum. Eydnast royndarverkætl­ anin væl, ber altíð til at økja um bátatal og frystiorku, sigur Árni Dam. Gott hugskot Hann hevur gjøgnum sein­ astu meira enn 30 árini samstarvað við fleiri russisk reiðari og hevur nevnt hugskot sítt fyri nøkrum av teimum. Tey hava hildið verkætlanina ljóðað áhuga­ verda, men reiðaríini viljað ikki missa av kvotunum, tey hava fingið tillutaða, og tí mugu kvotur lutast til henda royndarfiskiskap. Árni Dam veit, at russar ætla at byggja flakvirkið á Svalbard, men hann hevur einki nærri hoyrt um hesa byggiætlan. Hann hevur eisini verið í samband við AWI­Boats í Runavík, har teir halda, at nakrir av AWI­bátunum, sum royna á Norðhavinum um várið, kundu farið til Svalabard at roynt frá mai til september. AWI­bátarnir eru væl egnaðir til enda­ málið og kunnu royna bæði við línu og snellu. Meira samstarv ­ Vit føroyingar vóru fyrstir at gera fiskivinnuavtalu við Russland í 1977. Henda verkætlan kundi verið enn eitt átak fyri, at russar og føroyingr skulu fáa uppaftur meira burtur úr tí samstarv, ið henda avtala legði lunnar undir, sigur Árni Dam. Hann mælir eisini til at seta eitt umboðsfólk í Mur­ mansk fyri at kunna menna vinnuliga samstarvið mill­ um Føroyar og Russland. Árni Dam var lítlum árið síðan í Murmansk saman við umboðum fyri skipasmiðj­ una MEST, og MEST fekk nakað at arbeiða víðari við. Fisk til Føroya Aðrir møguleikar, sum til dømis at býta um fiski fyri umvælingar, eru eisini hugsandi, heldur Árni Dam. Hann kemur her inn á umrøðuna, sum í seinastuni hevur verið um at fáa fisk til Føroya at virka, nú arbeiðsloysið veksur. ­ Tað ber ikki til, at tað skulu vera so nógvar forðingar í avtaluni við ES. Tað er ófatiligt, at russisk skip ikki kunnu koma higar orsakað av ES­reglum, men tey siga fram við Føroyum til Hollands, sum er í ES, við fiskinum, sigur Árni Dam. Hann veit frá russum, at fyri russisku reiðaríunum hevði tað verið nógv at vunnið, um skipini sluppu frá at siglt teir átta dagarnar, tað tekur eyka at fara heilt niður til Hollands. Hava royndirnar ­ Alt hetta skuldi ikki verið ógjørligt, tí vit hava søgu­ ligar royndir frá samstarvi við russar. Longu í 1981 varð avtala gjørd um býti av olju og umvælingum. Føroysku bátarnir, sum royndu við Svalbard, fingu olju frá russiskum tanga­ bátum, og russisk skip vórðu umvæld í Føroyum og fingu olju frá Shell her, sigur Árni Dam. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum fekk brævið frá Árna Dam í november mánaði, men hann hevur enn ikki svarað. Í januar í ár vendi Árni Dam sær til Jørgen Niclasen um tað sama. Hesin hevur heldur ikki svarað. Sosialurin royndi í dag at fáa orð á teir báðar lands­ stýrismenninar, men hvørg­ in hevur verið at hitt. Lív bjargaði í morgun útróðrarbátinum Norðhavinum inn á skipasmiðjuna í Havn Umleið klokkan hálvgum sjey í morgun fekk Sjóbjarg­ ingarstøðin boð um, at glas­ trevjabáturin Norðhavið var farið á land á Glyvursnesi. Tað gekk bara ein lítil løta, so var ein annar báturin hjá Norðhavinum og tók ein mann av bátinum. Tveir menn vórðu verandi umborð, tí báturin tóktist ikki leka. Bjargingarbáturin Lív varð tilkallaður, og tað gekk bara hálvur tími, frá tí at Lív fekk boðini, til hann var hjá Norðhavinum. Tyrlan stóð klár at fara, men ikki varð tørvur á tí hjálpini hesaferð. Klokkan 07.12 hevði Lív toga Norðhavið av aftur. Tað vísti seg, tá ið Norð­ havið var komin leysur, at tað var eingin leki, menn skrúvan hevði skaða. Lív sleipaði Norðhavið inn á skipasmiðjuna í Havn. Hugskot um føroyingahavn á Svalbard Norðhavið fór á land Koyrdi við fullari ferð Ferðsla Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Leygarnáttina steðga I politinum einum bili, sum uttan fyri bygt øki, koyrdi við ferðini 124 km um tíman. Bilførarin hevði frammanundan fingið koyrikortið treytað frákent. Nú hann varð tikin aftur, misti hann koyrikortið á staðnum. Hann kann ikki taka koyrikortið aftur, fyrr enn frádømingartíðin er úti.