Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 26 - 8. februar 2010 Føroyskir arbeiðsgevarar røkka nú teim lesandi Yrkistænastan er eitt nýtt átak, sum skal virka fyri at styrkja sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og tey lesandi. Yrkistænastan er ein skipan, sum vendir sær beinleiðis til føroyingar undir útbúgving við upplýsingum um leys størv. Allir arbeiðsgevarar kunnu nýta hesa tænastu, sum fer at virka frá í dag. Tað er ein sannroynd, at føroyska samfelagið einans kann bjóða ein part av teimum útbúgvingum, ið eru neyðugar í dagsins samfelagi. Tí er tað sera umráðandi, at føroyingar leita sær út um landoddarnar at nema sær førleikar, sum kunnu vera við til at bera okkara land framá. Men tað er samstundis ein trupulleiki fyri føroyska samfelagið, at føroyingar ikki venda heimaftur eftir lokna útbúgving uttanlands. Yrkistænastan er amboðið, sum tryggjar sambandið við føroyingar, meðan teir eru uttanlands í útbúgvingarørindum. Tílíkar skipanir eru eisini at síggja í londunum rundan um okkum. Tað er Uttanríkisráðið, Vinnuhúsið, Stuðulsstovnurin og Meginfelag Føroyska Studenta, sum standa fyri hesum átaki, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni. Ráðgeving Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu dagarnar hevur Sosialurin sett nógv fokus á málið um okkara fiskidaga­ skipan. Orsøkin er stongsul­ in í Bretlandi fyri virkaðari føroyskari hýsu. Bretskar handilsketur vilja ikki hava virkaða føroyska hýsu í sín­ um vøruútboði, tí tey vilja ikki koma í ringt ljós mill­ um síni viðskiftafólk, tá teirra ráðgevar siga, at før­ oysk hýsuveiða ikki er burð­ ardygg. Óvirkað hýsa úr Føroyum kann tó seljast í Bretlandi, og síðan kunnu bretskir framleiðarar virka fiskin og selja hann til somu ketur, sum ikki vilja keypa fiskin virkaðan úr Føroyum. Hin­ vegin hava bretar viljað keypt virkaða hýsu úr Føroy­ um, um hon er veidd í íslendskum sjógvi, hóast íslendsk hýsa heldur onga góðkenning hevur. Munurin er ivaleyst, at hýsuveiða undir Íslandi verður mett at verða burðardygg. Hetta undrar eitt nú føroyskar línumenn sum siga, at minni er at fáa av hýsu undir Íslandi enn undir Føroyum – og at føroyska hýsan er betri enn hin íslendska. Ikki bara hýsa Seinasta hósdag hevði Sosi­ alurin samrøðu við Olaf Olsen, fyrrverandi skipara, reiðara og politikara um veiðitrýst, og fríggjadagin høvdu vit samrøðu við Hjalta í Jákupsstovu um somu spurningar. Í morgun hava vit skift orð við Jákup Reinert, fiski­ frøðing, sum umboðar Hav­ stovuna í ráðgevandi nevnd­ ini hjá altjóða havgransking­ arstovninum ICES, sum verður rópt ACOM. Jákup Reinert sigur, at tað er ikki bara hýsustovn­ urin undir Føroyum, sum hevur verið illa fyri seinnu árini, men eisini toskastovn­ urin. Hann vísir á, at trýstið á upsastovnin er eisini í hægra lagi, men tað er ikki katastrofalt, sum fiskifrøð­ ingurin tekur til. Hann vísir á, at tað er lut­ falsliga lættari at gera nak­ að til tess at ansa betri eftir toskaveiðini enn eftir hýsu­ veiðini. ­ Tað ber til at ansa eftir leiðunum, har toskur veksur upp við friðingum, meðan hýsa ferðast meiri víða um og er tí verri at ansa eftir. Vit kunnu ikki í sama mun tosa um hýsuleiðir á sama hátt, sum vit kunnu eyð­ merkja toskaleiðir Jákup Reinert er púra samdur við Hjalta í Jákups­ stovu um, at dagatalið í fiskidagaskipanini er alt ov stórt. ­ Tað týdningarmesta í øllum hesum er tí at minka um dagatalið í skipanini, leggur hann aftrat. Veiðisetningur Tað er ikki sørt, at útsøgnin hjá fiskifrøðini um, at veiði­ trýstið er ov stórt, undrar fiskimenn. Fiskifrøðin var við til at gera fiskidagaskip­ anina, og tá fleiri túsund dagar í dag liggja óbrúktir í skipanini, átti veiðitrýstið í prinsippinum ikki at verið ov stórt. Tórbjørn Jacobsen, løg­ tingsmaður og fyrrverandi fiskimálaráðharri, hevur fleiri ferðir víst á, at einir 18.000 fiskidagar liggja óbrúkti í skipanini. Er veiðitrýstið tá kortini ein trupulleiki, spurdu vit Føroyska umboðið í ICES: Vit hava eina góða fiskiveiðiski Jákup Reinert, fiskifrøðingur, sum er umboð hjá Havstovuni í ráðgevandi nevndini hjá ICES, heldur, at vit hava eina góða fiskiveiðiskipan, sum er nógv betri enn ein kvotuskipan. – Hetta er ein skipan sum loyvir, at fiskastovnar og veiða eru skiftandi, men okkum vantar ein veiðisetning, sigur hann - Tað er ilt at siga, hvønn mun upplýsing í Bretlandi kann gera. Vit kunnu jú altíð upplýsa, men tað verður ivaleyst torført at sleppa uttan um, at veiðitrýstið í føroyskum sjógvi er ov stórt. Um veiðitrýstið ikki verður minkað við skerjingum í dagtali, kunnu vit yvirfyri umheiminum ikki siga, at okkara fiskiveiða er burðardygg, sigur Jákup Reinert, umboð hjá Havstovuni í ráðgevandi nevndini hjá ICES Mynd: Rógvi K. Mouritsen