Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 26 - 8. februar 2010 DFDS við kasino-ferjum Nýggju lóggáva letu upp fyri møguleikanum fyri kasino-spæli á ferjunum millum Keypmannahavn og Oslo. Lógarbroyting og liberalisering av Danske Spil loyvir nú eisini DFDS at lata upp kasinohølir umborð á skipunum. Lógarbroytingin verður heilsað vælkomin av stóru donsku reiðaríunum. – Vit eru til reiðar. Hetta er júst tað, vit hava bíðað eftir. Vit rokna sjálvandi við, at vit nú fáa neyðugu loyvini, og fara sjálvandi at fylgja nýggju avgifts- reglunum, sum eg higartil bert havi hoyrt um, sigur stjórin fyri DFDS Seaways, Carsten Jensen við Jyllandsposten. Hann dugir kortini ikki enn at siga, nær DFDS byrjar, ella í hvønn mun felagið fer at innføra kasinoir á teirra rutum. Ole Ivars koyrdu í Ford A Leygardagin vitjaðu kendu norsku tónleikararnir úr Ole Ivars í vatnbrunn- inum hjá Føroya Ellisakførum, sum hýsir ellisakførum. Tey felstu munnu hava hoyrt sangin »Jag trodde änglarna fanns...« sum hevur sjongrað í kvøðuljómum í áravís. Leygarkvøldið vóru teir á palli í Høllini á Hàlsi í Havn. Góði gamli sekstiárabólkurin, Ole Ivars kom til landið fríggjadag- in, og teir fóru avstaðaftur í gjár. Fleiri av monnunum í bólkinum hava stóran áhuga fyri gomlum bilum, sum eisini sæst aftur í videoløgum hjá teimum, har ellisakfør ofta verða nýtt. Tí høvdu fyrireikararnir skipað so fyri, at teir vitjaðu í gamla vatnbrunninum undir Gráasteini í Havn, har felagið Føroya Ellisakfør hýsir eini fimmti ellisakførum. Teir sluppu eis- ini at ein biltúr við einum Ford A frá 1930 - bilurin, sum í ár fyllir 80 ár. ipan - men ongan veiðisetning Jákup Reinert, fiskifrøð- ing? - Tá skipanin varð skrúv- að saman, varð hugt aftur á eitt tíðarskeið upp á 10 ár. Hugt varð eftir, hvussu stór veiðan hevði verið hesi árini og hvussu nógvar fiski- dagar, flotin hevur brúkt í fríari veiði. Hann sigur, at tá varð mett, at í mesta lagi 33% skuldu takast úr hvørjum fiskastovni sær í eitt ár. Men í dag verður hildið, at hetta er í yvirkanti av tí, sum fiskifrøðin heldur vera ráðiligt. Jákup Reinert sigur, at tá vit fingu fiskidagaskipan- ina, og skip soleiðis fingu eitt ávíst dagatal at fiska eftir, fóru menn at brúka dagarnar so effektivt, sum yvirhøvur gjørligt. - Hetta førdi til, at eitt nú toskurin gjørdist ov hart royndur, soleiðis at nógv meiri enn 33% vórðu tikin úr stovninum um árið, og stóra royndin hevur so eis- ini gingið útyvir hýsustovn- in. - Tá lítið er at fáa, gerst royndin hjá summum skipa- bólkum eisini minni. Eitt nú gerst royndin hjá línu- flotanum minni, tí tað loysir seg ikki at egna línurnar, um eingin veiða er. Tí kunnu vit eisini siga, at veiðitrýstið eftir fiskasløg- um, sum línuskipini veiða, ikki hevur verið ov stórt í hesum árinum og heldur ikki partar av farna ári. Jákup Reinert vísir á, at tað eru vantandi konsekvens- útrokningar sum eru orsøk- in til, at fiskidagaskipanin ikki er vorðin dagførd. - Dagatalið í skipanini átti at verið minkað mun- andi meiri, enn gjørt hevur verið seinnu árini. Fiskifrøðingurin vísir á, at nógvar leiðir eru friðaðar fyri trolveiði, meðan húka- veiða kann fara fram á hesum leiðum. - Húkur veiðir serliga tosk og hýsu, og tá leiðir verða stondgdar fyri trol- veiði, men ikki fyri húka- veiði, verða toskur og hýsa framvegis veidd á hesum leiðum. Tað er heldur eingin loyna, at húkur veiðir nógv- an smáfisk, leggur hann aftrat. Vinnusetningur Tað undrar eisini Jákup Reinert, at bretskar handils- ketur ikki vilja keypa virk- aða hýsu úr Føroyum, tá tær kunnu keypa virkaða føroyska hýsu frá bretskum framleiðarum. - Hvussu hetta hongur saman, dugi eg ikki at meta um, men tað tykist løgið. Ivaleyst er bretar skjótir at ávirka, heldur hann. Nú vinnuligt føroyskt upplýsingarátak verður í Bretlandi um hálvan hendan mánaðin, har kunnað verður um okkara fiskidagaskipan, sigur fiskifrøðingurin seg slett ikki duga at meta um, hvat kann spyrjast burtur úr hesum. - Tað er ilt at siga, hvønn mun hetta kann gera. Vit kunnu jú altíð upplýsa um tað, vit gera, men tað verður ivaleyst torført at sleppa uttan um, at veiðitrýstið í føroyskum sjógvi er ov stórt. Um veiðitrýstið ikki verður minkað við skerj- ingum í dagtali, kunnu vit yvirfyri umheiminum ikki siga, at okkara fiskiveiða er burðardygg. Jákup Reinert eftirlýsir ein veiðisetning í føroyskum fiskivinnupolitikki. - Vit mugu seta okkum ein setning, so umheimurin veit, hvat tað er vit gera, og hvat tað er, vit vilja náa. Soleiðis, sum veiðitrýstið er í løtuni, kunnu vit rokna við, at stór sveiggj verða í veiðini eftir ymisku fiska- sløgunum. Eg eri sannførdur um, at hesi sveiggj høvdu verið munandi minni, um vit høvdu eitt meiri hóskiligt veiðitrýst. Hann vísir á, at við einum hóskiligari veiðitrýsti, høvdu færri skip við tíðini havt eina javnari og heldur betri veiði, og eisini hevði fiskurin verið størri og har- við eisini lønsemið í okkara fiskiveiði. - Vit hava eina góða fiski- veiðiskipan, sum eftir mín- um tykki er nógv betri enn kvotuskipan - men vit hava ongan veiðisetning. Høvdu vit havt eina ætlan um, hvussu vit gera okkara fiski- veiði burðardygga, høvdu tilmælini hjá havgransking- arstovninum ICES eisini verið øðrvísi, enn tey eru, sigur Jákup Reinert, umboð hjá Havstovuni í ráðgevandi nevndini hjá ICES. - Vit hava eina góða fiskiveiðiskipan, sum eftir mínum tykki er nógv betri enn kvotuskipan - men vit hava ongan veiðisetning. Høvdu vit havt eina ætlan um, hvussu vit gera okkara fiskiveiði burðardygga, høvdu tilmælini hjá havgranskingarstovninum ICES eisini verið øðrvísi, enn tey eru, sigur Jákup Reinert, fiskifrøðingur Mynd: Vilmund Jacobsen