mánadagur 8. februar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 8. februar 2010 – Nr. 26
Ì 1936 fekk Gretel
Bergmann sítt met
strikað, tí hon var jødi.
Men nú hevur frælsa
ítróttarsambandið í
Týsklandi rættað uppá
órættin, og hevur syrgt
fyri, at avrikini hjá Gretel
Bergmann koma til heiðurs
og æru aftur
Ofta kunnu ganga mong ár, áðrenn
ein órættur verður rættaður upp
aftur. Tað má tann nú 95 ára gamla
Gretel Bergmann, sum er týskur
jødi av sonnum sanna. 30. juni í
1936 setti tann tá 22 ára gamla,
Gretel Bergmann týskt met í
hæddarlopi, tá hon leyp 160
sentimetrar. Men stutt aftaná, tá
nazistarnir funnu út av, at Gretel
Bergmann var jødi bleiv hetta týska
metið strikað, sum var ein ræðulig
eyðmýking fyri Gretel Bergmann.
Tað neit eisini Gretel Bergmann
dygt, at hon heldur ikki slapp at
taka lut á olympisku leikunum í
Berlin í 1936. – Eg var rasandi, tá eg
fekk at vita, at eg ikki slapp við til
olympisku leikirnar. Tá fór eg heim
og legði ætlanir um hvussu eg
kundi flýggja til USA.
Viðurkend aftur
Við amerikanska blaðið, Daily News,
sigur Margaret Bergmann Lambert,
sum hennara fulla navn er:
– Eg var slettis ikki til, tí eg var
jødi. Sum allir aðrir týskir jødar, so
gjørdist Gretel Bergmann eisini
statsleysur borgari.
– Eg haldi ikki, at míni avrik vóru
framúrskarandi, eg var bara ein
javnt góður atletur. Eg vandi ikki
eingong so nógv, sum eg burdi.
Frælsa ítróttarsambandið í Týsk
landi hevur nú loksins viðurkent
metið hjá Gretel Bergmann, og tað
kemur nú at standa í teimum
søguligu yvirlitunum hjá tí frælsa
ítróttarsambandinum.
Týska ítróttarsambandið leggur
herðslu á, at henda avgerðin kann á
ongan hátt rættvísgera tað, sum er
hent. Avgerðin er meira ein sym
bolsk staðfesting.
Maður í kvinnu stað
Tað sum ger avgerðina hjá nazist
unum enn verri er, at Dora Ratjen
sum bleiv tikin út til týska liðið
ístaðin fyri Gretel Bergmann vísti
seg at verða ein maður. Tað bleiv tó
ikki avdúkað fyrr enn seinni, at Dora
Ratjen í veruleikanum var ein
maður, sum æt Horst Ratjen. Horst
Ratjen var avdúkaður av einum
lækna í 1938, og tá bleiv hann/hon
koyrd/ur av liðnum.
Tann 95 ára gamla Gretel Berg
mann býr í dag í USA. Í 1937
eydnaðist tað henni at flýggja úr
Týsklandi til New York, har hon var
væl móttikin. Tað eydnaðist henni
at gerast amerikanskur meistari í
longdarlopi, bæði í 1937 og í 1938.
Sum ung kvinna svór hon, at hon
skuldi ongantíð vitja Týskland aftur,
men hon kom á aðrar tankar.
– Ein kann ikki lasta teimum
ungu týskarunum fyri tað, sum
abbarnir hjá teimum gjørdu, sigur
Gretel Bergmann við blaðið, New
York Daily News. Gretel Bergmann
hevur verið gift við tí 99 ára gamla
Bruno Lambert í samfull 71 ár.
Gretel Bergmann viðgongur tó, at
tað hevur mangan verið ringt hjá
henni at hyggja eftir olympisku
leikunum í sjónvarpinum.
– Fyri at siga tað, sum tað er, so
plagdi eg at sita og banna niður og
norður, meðan leikirnir vóru, men
eisini á tí økinum havi eg sissað
meg rættiliga nógv, og eg dugi nu
betur at njóta teir olympisku leikir
nar, sigur Gretel Bergmann við
Daily News. Leingi er tað, ið væl skal
vera.
Grenj um
niðurflyting
Veruleikin um at eitt lið kann flyta niður, hevur gjørt
hondbóltskappingina meira undirhaldandi, enn hon
leingi hevur verið
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bert seks umfør eru nú eftir
av ársins útgávu av Atlantic
Airwayskappingini.
Tað einasta, sum enn
stend ur greitt, er, at Neistin
verður annað liðið í finaluni,
meðan tað hjá hinum fimm
liðunum er háspenningur í
luftini, hvørja ferð farið verður á vøllin.
Fremsta orsøkin til hetta er, at ein niðurflytari skal finnast, nú Team
Klaksvík er í ferð við at vinna sær rætt til uppflyting, og tað hevur
fingið fleiri av siðbundnu feløgunum at vena seg um, at tað rættasta
vildi verið at víðkað bestu deildini til sjey lið, soleiðis at øll eiga
umboð í fremstu røð.
Tað er væl skiljandi, at einki av teimum fimm liðunum, sum fram
vegis eru í niðurflytingarvanda ynskir at fara eina deild niður. Og
serliga ikki, tá tað nú í nógv ár als ikki hevur verið upp á tal við
niðurflyting. Men tað er væl ein veruleiki, sum er galdandi í øllum
ítróttum, har kappast verður í deildum. Onkur má standa eftir við
Svartaperi, tá kappingin er av. Tað er ein partur av spælinum, og tað
er eisini við til at økja um spenningin, eins væl og stríðið um
heiðursmerki er tað.
Og fyri alt tað, so kann ein niðurflyting eisini vera sunn, um hon
verður brúkt rætt. Eitt nú at fremja ættarliðsskifti, ella eisini til at
skapa nakrar succésupplivingar, sum kunnu verða truplar at finna í
ovaru deildini.
Sosialu grundgevingarnar fyri at broyta niðurflytingarspurningin
halda snøgt sagt ikki, tá um ræðurm kappingarelementið. Og hetta
elementið hevur sera stóran týdning, hóast sosial karmarnir so
sanniliga eisini gera tað.
Men er ynskið at halda fast um kappingarandan, so latið niður
flytingina standa við.
Landsliðshagtøl fyri
hondbóltin
Niels Nattestad hevur nú arbeitt seg gjøgnum teir hond bólts
lands dystir, sum føroyska mannslandsliðið hevur spælt, síðani
fyrsti dysturin varð spældur í 1964. Tilfarið er nú lagt inn á heima
síðuna hjá HSF. Á yvirlitinum sæst millum annað, at Hanus Joensen
er tann, sum bæði hevur spælt flestar dystir og skotið flest mál fyri
Føroyar. Av núverandi spælarunum er Hans Áki DalChristiansen
tann, sum hevur spælt flestar dystir, meðan Heini Hanusarson er
spælarin, ið er nærmast við at taka málmetið hjá pápanum.
Bogi og Jónas við í javnleiki
Andreas Lava Olsen hevur fingið ein minni skaða, og hevur tískil ikki tikið lut í teimum
báðu síðstu venjingardystunum hjá Frem. Tað hava teir báðir Bogi Løkin og Jónas Þór
Næs hin vegin. Týsdagin spældi Bogi Løkin allan fyrra hálvleik, tá Frem vann 31 á Avarta,
sum spælir eina deild lægri enn Frem. Sambært heimasíðuni hjá Frem var Bogi Løkin
einasti føroying urin á liðnum henda dystin. Í gjár var umframt Boga Løkin eisini Jónas
Þór Næs við á liðnum. Teir báðir fingu hvør sín hálvleik – Bogi spældi fyrra á miðvøllinum,
meðan Jónas spældi seinna á høgra bakki. Hesin dysturin var í móti næstbesta liðnum
hjá FC Nordsjælland og endaði hann við javnleiki 22. Hvørgin av føroyingunum kom á
máltalv una, men Jónas Þór Næs fekk eitt gult kort móti dystarenda. Næsti venjingar
dysturin hjá Frem verður leygar dagin, tá teir spæla í móti næstbesta liðnum hjá Brøndby.
Elligamal jødi fekk
ítróttarmet aftur
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Tað tók sína tíð, men nú hevur 95 ára gamla Gretel Bergmann
fingið staðfest síni ítróttarligu avrik